mánadagur 17. september 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 179 - 17. september 2007
Grønlendingar í námsvinnu
Í Grønlandi eru góð útlit fyri, at tað skal løna seg at vinna ymisk
ráevni úr jørðini, og at námsvinna kann gerast ein sera týðandi
vinnuvegur. Tnn stóri spurningurin er, um Grønland hevur nóg mikið
av fólki til námsvinnuna, og tí er vinuskúlin í Sisimiut farin undir
skeið, sum skulu fyrireika fólk til hesa vinnugreinina. Umframt
kunnleika til ráevni og námsivnnu verður dentur lagdur á málsligan
førleika, sigur stjórin, Jokum Møller, við KNR.
Jokum Møller er stjóri á vinnuskúlanum í Sisimiut (Mynd: KNR)
Tinganes stuðlar ABC barnahjálp
Løgmaður hevur gjørt av at stuðla føroyska hjálparfelagsskapinum ABC
barnahjálp í Føroyum við USD 180.000, tað er um 975.000 krónur, til verkætlan
teirra í Liberia, »Nýggj vón til eitt nýtt ættarlið”. Peningurin skal nýtast til at
byggja skúla til 500 næmingar.« ABC barnahjálp hevur til endamáls at veita
neyðstøddum børnum í menningarlondum varandi hjálp við útbúgving og
uppihaldi. Byrjað verður at byggja skúlan í oktober, og faddurskipanin verður klár
fyrst í komandi ári. (kelda: tinganes.fo)
Føroyar
hava nú
fýra sendi
stovur
Leygardagin var
móttøka í býráðs
salinum í Reykjavík,
tá Sendistova Føroya
alment varð sett á
stovn. Gunvør Balle,
sum kemur úr einum
starvi í Tinganesi,
er fyrsti føroyski
sendiharri í Íslandi
AltjóðA SAmStArv
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Tá sagt verður, at Gunvør
Balle er fyrsti føroyski
sendiharrin í Íslandi, er
hetta ikki heilt rætt. Undir
seinna heimsbardaga virk
aði Hans Dalsgaard sum før
oyskur
sendiharri
í
Reykjavík, men av einhvørji
orsøk varð henda sendistova
stongd við krígslok, og tað
skuldu sostatt ganga 62 ár,
áðrenn vit fingu nýggja
sendistova
í
okkara
nærmasta grannalandi.
Leygardagin var móttøka
fyri innbodnum í býrráðs
salinum í Reykjavík í sam
bandi við, at sendistova nú
aftur er latin upp í íslendska
høvuðsstaðnum.
Samstarvið við íslending
ar hevur altíð verið stórt á
fiskivinnuøkinum,
men
seinnu árini er tað nógv
vaksið á øðrum økjum. Ser
liga á handilsliga og fíggjar
liga økinum. Formliga er
politiska samstarvið skipað
við Hoyvíkssáttmálanum.
Á móttøkuni leygardagin
hildu Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, og íslendski utt
anríkisráðharrin, Ingibjørg
Sólrún Gísladóttir, røðu,
meðan systrarnar Jensina
og Anna Maria Olsen stóðu
Gunnvør Balle (t.v.) er føroyskur
sendiharri í Reykjavík. Her
avmyndað saman við Jóannesi
Eidesgaard, løgmanni og íslendska
uttanríkisráðharranum, Ingibjørg
Sólrún Gísladóttir
Mynd: Hørður Sveinsson
Løgmaður fær hjálp frá leiðaranum á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, Ørkini, Símun Hansen, til at vinda Merkið á stong
uttanfyri sendistovuna í Austurstræti 12
Myndir: Hørður Sveinsson