Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 179 - 17. september 2007 Í gjárkvøldið fekk almenningurin fyri einastu ferð undir hesum biskups­ valinum høvi at seta valevnunum spurningar. Eini 130 fólk vóru kom­ in saman í Miðla­ húsinum at hoyra og spyrja tey fimm valevnini BISKUPSVAL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Miðlahúsið var fullsett sunnukvøldið, tá Sosialurin skipaði fyri trapputingi um biskupsvalið. Fólk stóðu líka út í gongina og sótu í allari trappuni. Tey fimm valevnini, sum eru Uni Næs, Jákup Reinert Hansen, Jógvan Fríðriksson, Marjun Bæk og Bergur Debes Joensen, vóru øll við á fundinum. Fundarstjóri var útvarps­ maðurin Jón Brian Hvidt­ feldt. Lutakast var um raðfylgj­ una av framløgum, og eftir at tey høvdu havt orðið átta min­ uttir í part, var kaffisteðgur, har tey umleið 130 fólkini, sum komin vóru at lýða á kandidatarnar, eisini sluppu at strekkja sær beinini. Hetta hevur higartil verið einasti fundurin við teimum fimm valevnunum, har almenningurin hevur fingið høvið at seta spurningar, og tann møguleikan vóru tað eisini fleiri, sum ikki lótu fara aftur við borðinum. Sum heild var talan um viðurskifti innan kirkjugátt, sum havd vóru á lofti, og ikki so nógv um støðu kirkj­ unnar í samfelagnum og til ymisk samfelagslig mál. M.a. varð spurt um setan­ arviðurskifti hjá prestum eftir yvirtøkuna, og um avtalur við Fíggjarmálaráðið um setanarpolitikk og royndarsetan av prestum. Her legði formaður Presta­ felagsins, Jákup Reinert Hansen dent á, at felagið hevði sent eitt hvassorðað teldubræv til Fíggjarmála­ ráðið um, at setanarrætturin skuldi verða verandi hjá kirkjuráðunum, og at tað var ímóti grundsjónamiðun­ um í Confessio Augustana, sum er partur av trúargrund­ arlagnum hjá Fólkakirkjuni, um Fíggjarmálaráðið ynskti at bera so í bandi, at prestur t.d. bert kundi setast í tvey ár. Somuleiðis vóru samsýn­ ingar fyri prestavikarar umrøddar og diskuteraðar. Áramálsseting og fleiri prestar Bergur Debes Joensen hev­ ur ført fram, at hann er fyri, at bispur skal verða áramáls­ settur, og sum so mótmælti eingin av hinum kandidat­ unum hesum, hóast tey ikki øll vóru á einum máli um, hvussu langt skeiðið skuldi verða.Biskupsval tó helst ikki skal verða ov ofta, hildu tey. Bergur Debes Joensen grundgav m.a. við, at helst fór eingin at siga við bisp, um bispur var útbrendur. Jógvan Fríðriks­ son minti tó á, at har hann hevði verið, hevði tað kirkju­ liga samskiftið verið opið og erligt. Bergur Debes Joensen skeyt eisini upp, at Fróð­ skaparsetrið aftur skuldi bjóða út lestur í guðfrøði. Ein maður úr salinum spurdi, um diakonar kundu setast í kirkjuni. Jákup Rein­ ert Hansen vísti á, at hetta hevði verið upp á tal, tá lóg­ irnar um Fólkakirkjuna vóru orðaðar, men at hetta bleiv ov torført embætisteo­ logiskt. Marjun Bæk helt, at kirkj­ an heldur átti at fáa fleiri prestar í starv í mun til í dag. Uni Næs nýtti í hesum sambandi høvi at siga, at kirkjufólkið má gjalda fyri tað, kirkjan kostar – eisini um hetta fer at føra við sær hægri kirkjuskatt. Peningur, góðska og tónleikur Spurt varð eisini um tónleik í kirkjuni. Her nevndi Marj­ un Bæk, at neyðugt helst var við hugburðsbroyting í kirkjuni, tí góðska kostar pening, metti hon. Hon nevndi m.a., at nógvur tón­ leikur er skrivaður til at verða framførdur í kirkju. T.d. er ein føroysk passión skrivað, nevndi hon, men hon er ongantíð framførd í nakrari kirkju í Føroyum. Aftur fall orðið á pening í kirkjuni, og Uni Næs helt tað ikki vera beint, at loft er sett á kirkjuskattaprosentið. Hann samanbar yvirtøkuna av kirkjuni við yvirtøkuni av Skipasýninum, har hann segði, at tosað hevði verið um, at eingin uppgradering hevði verið. Uni Næs helt ikki, at tað gjørdi nakað, um kirkjuskatturin kom upp á 1%. Jákup Reinert Hansen minti á, at loftið á kirkju­ skattinum ikki varð samtykt fyrr enn undir triðju viðgerð í Løgtinginum, og hann segði, at pengar sjálvandi eisini máttu rindast, um urguleikari ella sóknarhjálp­ ari skuldu lønast – talan var altso um neyðugar prioriter­ ingar. Hann helt, at politik­ ararnir høvdu hildið kirkj­ uni á einum lægri plani, men minti á, at løgtingsval stóð fyri durum. Júst spurningurin um organistar var eisini havdur á lofti nakrar ferðir, og t.d. Marjun Bæk helt, at brúk var fyri at styrkja hendan fakbólkin í Fólkakirkjuni. Bispur áðrenn lógarverkið Pallborðið varð eisini spurt, um bispur bæði skuldi vera umsitari og hirði. Jákup Reinert Hansen helt, at tað var »fantastiskt«, sum hann orðaði tað, at bæði »umsjón« og »umsorg­ an« vóru komin við í eina av lógunum um Fólkakirkj­ una. Tvs. at bispur skal vera prestur fyri alt landið, men bispur skal eisini hava løg­ frøðing og helst eisini fíggj­ arleiðara aftrat sær, men at arbeiðið skal vera guðfrøði­ liga grundað, minti Jákup Reinert Hansen á. Jógvan Fríðriksson segði í hesum viðfangi, at bispur skuldi vera inspirator og vera framman fyri lógar­ verkið, tvs. vera hirði, men at løgfrøðingarnir síðan skuldi taka yvir og smíða sjálvar lógirnar. Presturin á Gjaranesi nýtti eisini høvið at minna á, at núverandi bispur, Hans Jacob Joensen, eftir hansara tykki hevði gjørt eitt stórt arbeiði á hes­ um øki. Jógvan Fríðriksson skeyt eisini upp, at prestar møguliga kundu keypast leysir til at til t.d. lógarar­ beiði í Mentamálaráðnum. At enda takkaðu øll val­ evnini hvørjum øðrum fyri ikki bert hendan fundin, men allar fundirnar, tey hava tikið lut á higartil. Marjun Bæk minti á, at eftir hennara tykki átti biskups­ valið ikki at verða kallað eitt valstríð, og Jákup Rein­ ert Hansen undirstrikaði, at ikki eitt øvugt orð var fallið millum tey fimm, meðan orðaskiftið hevði verið hesa tíðina. Eftir ynski frá Una Næs vórðu øll trý ørindini í sálm­ inum hjá Jóannesi Patursson »Boðar tú til allar tjóðir« sungin, tá vælvitjaða trappu­ tingið var av. Stúgstappa trapputing Skattaprosent, setanarviðurskifti og tónleikur vóru nøkur av evnunum, ið fólk spurdu biskupsvalevnini um sunnukvøldið í Miðlahúsinum Mynd: Álvur Haraldsen Felags umhvørvispláss Sunda kommuna hevur gjørt av at savna ruskplássini í Hósvík, Hvalvík, Haldórsvík og á Oyrarbakka saman í eitt nýtt, felags umhvørvispláss, kommunan er í ferð við at gera norðanvert brúnna Streymoyarmegin. Ruskplássini í Tjørnuvík og við Gjógv verða tó varðveitt, skrivar kommunan á heimasíðu síni. Ætlandi verður umhvørvisplássið tikið í nýtslu í næsta mánað, og tað verður opið fleiri dagar enn verandi bingjupláss í kommununi.