Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 179 - 17. september 2007 Stutt Sagt Væntar kríggj við Iran Franski uttanríkisráð­harr­ in heldur, at altjóð­a sam­ felagið­ noyð­ist at fara munandi harð­ari til verka fyri at noyð­a Irn at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Í einari útvarpssamrøð­u í gjár segð­i Bernard Kouch­ ner, at fransmenn eiga at fyrireika seg til kríggj við­ Iran, sjálvt um tað­ ikki verð­ur fyrsta dagin. Í síð­sta mánað­ segð­i franski forsetin, Nikolas Sarkozy, kemur einki burtur úr teimum diplomatisku royndunum at fáa Iran at sleppa kjarnorkuætlanun­ um, eru bara tvinnir møgu­ leikar. Annar er, at Iran fær eina bumbu, ella at Iran verð­ur bumbað­. Bush funnið avloysara Í USA hevur George W. Bush, forseti, gjørt av at tilnevna fyrrverandi dóm­ aran Michael Mukasey løgmálaráð­harra eftir Alberto Gonzales, sum herfyri boð­að­i frá, at hann leggur frá sær í morgin eftir hvassar atfinningar. Tann 60 ára gamli Michael Mukasey ber orð­ fyri at vera ein konservativur dómari, og hann hevur millum annað­ virkað­ sum dómari í nøkrum rættar­ málum um yvirgang. Senatið­ skal góð­kenna hann sum løgmálaráð­­ harra. Kanada atkvøddi ímóti Upprunafólk í Kanada eru sera misnøgd við­, at landið­ atkvøddi ímóti einari samtykt í ST um rættindini hjá upprunafólki kring heimin. Bara fýra lond atkvøddu ímóti. Kanadiska stjórnin umber seg við­, at galdandi lógir veita upprunafólkinum í Kanada tey neyð­ugu rætt­ indini, og at partar av altjóð­a samtyktini eru í stríð­ við­ galdandi kanad­ iska lóg. Tí kundi landsins umboð­ í ST ikki atkvøð­a fyri, sigur stjórnin. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg sá fleiri logandi fólk, men eg kvikaði mær út, tí eg var bangin fyri, at flogfarið sprongdist (ferðafólk í Phuket). útlond Teilendsku myndug­ leikarnir kanna nú teir báðar svørtu kass­ arnar úr vanlukku­ flogfarinum á Phuket Flogvallarbygningurin á tei­ lendsku oynni Phuket líktist mest einum líkhúsi í gjár. Í fleiri røð­rum lógu hvítir plastikkposar við­ líkunum av teimum 88, sum doyð­u, tá eitt innanríkisflogfar við­ 132 fólkum umborð­ fór á glið­, júst sum tað­ setti seg. 42 sluppu við­ lívinum, men fimm teirra hava fingið­ so álvarssaman skað­a, at tað­ stendur um lív hjá teimum. Tveir sviar sluppu frá van­ lukkuni á lívi, men tvey að­rir sviar eru ikki komnir afturíaftur, og hildið­ verð­ur, at teir doyð­u í vanlukkuflog­ farinum. Fleiri að­rir útlend­ ingar úr eitt nú Kanada og Fraklandi eru millum tey deyð­u. Tað er næstan einki eftir av flogfarinum, tí tað, sum ikki brotnaði, kolaðist upp Fyrrverandi KGB­ maðurin Andrej Lugovoj ætlar sær í russiska tjóðartingið. Bretar halda, at hann myrdi Alexander Litvinenko Setir Andrej Lugovoj fótin á bretska jørð­, verð­ur hann tikin alt fyri eitt, tí í Bret­ landi er hann eftirlýstur í sambandi við­ morð­ið­ á fyrr­ verandi KGB­mannin Alex­ ander Litvinenko í London í november í fjør. Bretland hevur kravt at fáa Lugovoj útflýggjað­an, men gongst sum ætlað­ kann hann skjótt fjala seg aftan fyri politiskt órin. Sambært russiskum fjølmið­lum fer Lugovoj at stilla upp fyri tann høgrasinnað­a Liberal­ demokratiska Flokkin hjá Vladimir Sjirinovskij á tjóð­artingsvalinum í desember. Andrej Lugovoj. Bretar leggja hann undir morð, men russar ætla at velja hann inn á ting Portugisiska løg­ reglan fer væntandi at senda boð eftir foreldrunum hjá Madeleine McCann, men tey ætla sær ikki aftur til Portugals ­ Tey hava ikki fingið­ boð­ úr Portugal enn, men tað­ tykist greitt, at portugisiska dómsvaldið­ fer at bið­ja løg­ regluna senda boð­ eftir teimum, sigur Sky News. Síð­ani í síð­stu viku hevur portugisiski dómarin Pedro dos Anjos Frias kannað­ ta drúgvu frágreið­ingina, sum hann fekk um málið­ við­ Madeleine McCann, ið­ hvarv tann 3. mai. Sambært Sky News hevur hann eisini fingið­ ein fyrispurning frá portugisisku løgregluni, tí hon vil fegin hava Gerry og Kate McCann til avhoyring­ ar eina ferð­ afturat. Form­ liga eru tey bæð­i undir ill­ gruna fyri at hava beint fyri Madeleine. Gerry og Kate McCann hava boð­að­ bretsku fjølmið­l­ unum frá, at tey vilja hava frið­ nú, so hini bæð­i børnini kunnu fáa ein vanligan gerandisdag aftur. Tey skulu samstundis hava boð­að­ frá, at tey ætla sær ikki aftur til Portugals, men at tey kortini fara, um løgreglan krevur tað­. Kanna nú svørtu kassarnar Aftur til Portugals Gerry og Kate McCann bíða eftir boðum um at fara aftur í flogfarið til Portugals Lugovoj ætlar sær á ting