Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 17. september 2007 17 lýsingar atlantic.fo Marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways Tel 34 10 00 · Faks 34 10 01 Spennandi og avbjóðandi starv sum Atlantic Airways skal hava nýggjan marknaðarleiðara. Leiðarin hevur ábyrgdina av allari marknað- arføring og sølu hjá felagnum og skal í sam starvi við stjórn felagsins menna eina marknaðar- og sølustrategi, ið skal tryggja at felagið fram haldandi menn ist. Marknaðarleiðarin verður partur av leiðslu- bólkinum og skal saman við hesum vera við at tryggja kappingar føri felagsins. Marknaðarleiðarin hevur ta strateg isku menningina av deildini um hendi, skal leggja ætlanir fyri átøk, implementera verk ætlanir, røkja samskifti við viðskiftafólk, røkja og menna samskiftið við samstarvsfelagar heima og uttanlands. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi hevur innlit og royndir innan vinnugreinina, altjóða royndir, og hevur útbúgving innan marknaðarføring og sølu. Viðkomandi skal hava góð evni at samskifta, bæði í skrift og talu, hava góð evni at skapa og viðlíkahalda netverk, umframt duga at síggja góðar inntøkumøguleikar. Talan er um eitt krevjandi men spennandi, avbjóðandi og mennandi starv. Neyðugt er at hava hug og umstøður til lutfalsliga nógva ferðing uttanlands. Lønin verður ásett eftir avtalu. Um fl eiri upplýsingar ynskjast, kanst tú venda sær til Magna Arge, stjóra, tel 341000, magni@atlantic.fo Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. oktober 2007, og skal sendast til: Atlantic Airways Starvsfólkadeildin FO-380 Sørvágur Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at fokus altíð er á trygd, stundvísi, kundan og úrslitið. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarfl ogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Árligi umsetningurin í 2006 var 519 milliónir krónur. Atlantic Airways hevur fi mm fl ogfør og tríggjar tyrlur undir sínum veingjabreiði. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til ymsar býir í Danmark og granna- londunum Onglandi, Skotlandi, Hetlandi, Íslandi, Grønlandi og Noregi. Harumframt er virksemi víðfevnt í øðrum londum við leigufl ogførum, og umleið helvtin av inntøkunum kemur úr útlondum. Tyrludeildin røkir ferðasamband til útoyggjarnar, leiti- og bjargingartænastu og off-shore fl úgving í Norðurhøvum. sansir.fo