mánadagur 17. september 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 179 - 17. september 2007
tíðindi
BISKUPSVAL
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Marjun Bæk, sóknarprestur
í Kvívík, var tann av kandi
datunum til biskupsvalið,
sum seinast kom upp í tann
almenna
valdystin
um
biskupsembætið. Tó sigur
hon seg hava stillarar úr
nógvum bygdum og býum í
landinum.
Hon man vera tann prest
urin í landinum, sum hevur
verið eina ídnast at eftirút
búgva seg og dagføra sínar
guðfrøðiligu førleikar. Á
næstan hvørjum ári hevur
hon luttikið á skeiðum, og
eisini hevur hon sum nevn
arlimur í Prestafelagnum
arbeitt fyri at fingið teolog
iskar kapasitetir hendan
vegin at halda skeið.
Hví hevur tú valt at lata
teg stilla upp sum bispur?
Eg bleiv spurd av ymisk
um fólkum, sigur Marjun
Bæk, ið leggur afturat, at
hon hevði gjørt av, at fekk
hon eina seriøsa áheitan, so
tók hon hetta sum eina
dygga álitisváttan.
Men eg havi ongantíð
gingið við einum biskupi í
búkinum, sigur presturin á
Kirkjuteigi í Kvívík.
Hvussu ætlar tú tær at
vera ein góður leiðari fyri
prestarnar og kirkjuna ann
ars í Føroyum?
At vera bispur er ikki
stórt øðrvísi enn at vera
prestur, bæði eru álitisstørv.
Tað er sjálvandi eitt annað
øki, tí tú skalt arbeiða við
lógum, sum bispur eru øll
prestagjøld tín sókn, og tú
ert prestur fyri prestarnar
og skal geva teimum góð
arbeiðskor og stuðla teim
um.
Fleiri prestar
Marjun Bæk undirstrikar,
at eitt av hennara aðalmálum
er at veita góða eftirútbúgv
ing, og at hetta skal verða
lætt at fáa hjá prestunum.
Eg kundi eisini ynskt at
fingið fleiri prestar, tí so
vóru fleiri uppgávur gjørd
ar, sigur Marjun Bæk.
Í dag eru 23 prestar í Før
oyum umframt bisp og dóm
próst. Spurd, hvussu nógvar
prestar, hon ynskir vóru í
Føroyum,
sigur
Marjun
Bæk: 30.
Hon heldur, at sum er,
eru prestarnir niðurbundnir
av uppgávum, og hon kundi
hugsað sær, at samskiftið
millum t.d. skúlan og kirkj
una varð betri. Harafturat
kundu prestar verið settir
afturat at tikið sær av at
gjørt nýggjar lestrabøkur,
ískoyti til sálmabók, tilfar
til konfirmantaundirvísing
og stuðlað prestunum ann
ars. Somuleiðis kundi ein
prestur verið á Stiftsstjórn
ini, sum burturav tók sær av
hesum.
Marjun Bæk undirstrikar,
at hetta als ikki skal fatast
sum ein kritikkur av núver
andi leiðsluni í kirkjuni,
men sum ein ásannan av, at
fyri at røkka hesum enda
málum er neyðugt at hækka
talið av prestum upp í 30.
Marjun Bæk leggur eisini
alstóran dent á, at hóast vit
fingur 30 prestar í Føroyum,
so skuldi deknaguðsguðs
tænastan ikki dottið burtur.
Tað er ein fongur í okk
ara deknaguðstænastu, og
eri glað fyri hana.
Spurd, um hon heldur tað
vera realistiskt at fáa talið
av prestum upp á 30, nú
kirkjan er yvirtikin, sigur
Marjun Bæk, at hon helt
allatíðina, at lógarverkið
skuldi verið liðugt áðrenn
kirkjan varð yvirtikin, av tí
at hetta nú kann koma at
ávirka arbeiðið hjá komandi
bispi. Røðan, sum helt ólav
søkudag fyri innbodnum
døgurðagestum á Føroya
Tele, har hon m.a. segði, at
tá Móses kom oman av
fjallinum, hevði lógirnar
við sær, men at í Føroyum
eru kirkjulógirnar ikki lidn
ar enn, er longu vorðin til
tikin.
Løgtingið skal
skapa karmarnar
Marjun Bæk leggur fleiri
ferðir samrøðuni dent á
fólkaræðið í kirkjuni.
Skipanin í kirkjuni er
fólkaræðislig, og tað er ein
góður eginleiki.
Hetta er ein innbygd
trygd í okkara skipan.
Okkara kirkja hevur
altíð verið fólksins kirkja.
Hetta skulu vit ikki nerta
við. Ein fólkakirkja er ikki
Fólkaræðið
varðveitast
í Fólkakirkjuni
- Tað fakliga støðið skal vera høgt, bæði fyri at prestur skal røkka langt út, men eisini fyri at kirkjufólkið skal fáa eina ordiliga
behandling, sigur ein avgjørd Marjun Bæk, og kemur her inn á spurningin um sálarrøkt. Hon metir nevniliga, at her krevst ein
dygg útbúgving og eftirútbúgving. - Eg haldi, allir prestar skulu hava eyka útbúgving í sálarrøkt áðrenn, teir hava sitið 4 ár í
starvi, sigur Marjun Bæk
Talið av prestum skal hækka, og
fakliga útbúgvingarstøðið skal
vera so høgt sum gjørligt, so fólk
fáa nøktandi sálarrøkt. - At fáa
fólk at ganga meira í kirkju og at
syrgja fyri, at tey fáa nakað við
út aftur, metir Marjun Bæk vera
eina av størstu avbjóðingunum
hjá føroysku fólkakirkjuni
Biskupskandidatarnir
dystaðust í Miðlahúsinum
sunnukvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen