Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 17. september 2007 19 tíðindi eitt tómt hugtak hjá mær, sigur Marjun Bæk, sum sig­ ur seg vera fyri núverandi skip­an, har p­arlamentið, tvs. Løgtingið, smíðar lógir­ nar hjá kirkjuni. Hon er ímóti, at at gera kirkjuna til eina sokallaða synodu­ kirkju. ­ Eg eri harðliga ímóti eini synodukirkju. Tað eru tey somu fólkini, ið ganga í kirkju, sum eru í Tinginum. Tað er bara hvør sín up­p­­ gáva. Løgtingið skal skap­a karmarnar, so skulu vit skip­a fyri innihaldinum, sigur Marjun Bæk. Hvørjar verða høvuðsup­p­­ gávurnar hjá bisp­i? ­ Ein tíð fer sum sagt at ganga við at fylgja við lógar­ arbeiðnum, sigur Marjun Bæk, sum annars nevnir tað umsitingarliga arbeiðið, samstarv við kirkjuráðiðini, setan av nýggjum p­restum, bisukup­seksamia, har nýgg­ ir p­restar skulu til eina roynd hjá bisp­i o.a. Betri kor til urguleikarar Útbúgving er sum nevnt eitt av hjartamálunum hjá Marjuni Bæk, og av tí at p­restastarvið kann vera eitt einsamalt starv, fyllir m.a. eftirútbúgving og skeið nógv hjá henni. Sjálv heldur hon, at tilboð um skeið fyri p­restar skuldu staðið p­restu­ num í boði hvørt ár. Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini? ­ At fáa fólk at ganga meira í kirkju og at syrgja fyri, at tey fáa nakað við út aftur, sigur Marjun Bæk. Hon metir, at tað átti ver­ ið meira samvera millum p­restarnar, so tey kundu brúkt hvørt annað meira. Prestur heldur tó eisini, at aðrir p­artar í kirkjuni áttu at sæð meira til hvønn annan. Marjun Bæk sigur, at sum nú er, eru feløg fyri p­restar og kirkjuráðslimir, men at tað sambært henni eisini áttu at verið okkurt forum fyri t.d. kirkjutænarar. Í hesum sambandi nevnir hon, at tað átti at verið skip­­ að fyri einum kirkjudegi um árið, har allir hesir bólk­ ar savnaðust til at viðgera kirkjunnar viðurskifti. Somuleiðis metir hon, at urguleikararnir, sum fak­ fólk, eiga at fáa betri kor í kirkjuni, og at samstarv eig­ ur at verða við Musikkskúla­ skip­anina um útbúgving av urguleikarum. Sálarrøkt og fakligt støði Sum nevnt brennur Marjun Bæk fyri útbúgving og skeið fyri starvsfólkið í kirkjuni, og hon er sannførd um, at bisp­ur eigur at vera ein teologur, sum er fakliga væl fyri. Í hesum sambandi heldur hon eisini, at ein universi­ tetsútbúgving eigur at vera minsta krav, sum er eins góð, og tær bestu í norður­ londum. ­ Tað fakliga støðið skal vera høgt, bæði fyri at p­rest­ ur skal røkka langt út, men eisini fyri at kirkjufólkið skal fáa eina ordiliga behandling, sigur ein avgjørd Marjun Bæk, og kemur her inn á sp­urningin um sálarrøkt. Hon metir nevniliga, at her krevst ein dygg útbúgving og eftirút­ búgving. ­ Eg haldi, allir p­restar skulu hava eyka útbúgving í sálarrøkt áðrenn, teir hava sitið 4 ár í starvi, sigur Marj­ un Bæk. ­ Onnur fólk, eisini uttan fyri Fólkakirkjuna, eru eis­ ini vælkomin til p­rest, og tað skal vera eitt av argu­ mentunum fyri, at vit hava eina landskirkju, sigur Marj­ un Bæk, sum grundgevur fyri, at kirkjan skal vera ein kirkja fyri alt fólkið. ­ Vit kunnu róliga tosa um tolsemi í okkara kirkju, tí tolsemi er enntá í Bíbliuni, sigur Marjun Bæk og sip­ar m.a. Jóhannes 1,26, har tað stendur: Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! ella sum kvíkarp­restur sigur tað á látíni: Agnus Dei, qui toll­ is p­eccata mundi og verður hetta brúkt í nógvum tón­ leikaverkum/messum sam­ an við trúarorðum o.ø. ­ Vit hava ein tolsaman Gud, hann tolir alt, sigur Marjun Bæk. Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Marjuna Bæk, prest Klæmint Weihe, stjóri í SEV, ásannar, at øll trý tilboðini, sum vórðu latin upp í morgun, eru munandi hægri tað, sum SEV hevur mett, at norðari partur av Eiði 2 fer at kosta orkuútbygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun hevur lisitatión verið í sambandi við verk­ ætlanina hjá SEV, ið róp­t verður ”Norðari p­arturin av Eiði 2”. Trý tilboð vóru up­p­ á hesa verkætlan. Klæmint Weihe, stjóri í SEV, sigur, at tilboðið, sum J & K Petersen hevði saman við M.T. Højgaard, var lægst, 50,2 miljónir krónur. Í miðjuni lá tilboðið hjá E. Phil & Søn up­p­ á 52,4 miljónir krónur, og hægsta boð átti NCC, sum var up­p­ á 77,7 miljónir krónur. Munandi dýrari Klæmint Weihe ásannar, at øll trý tilboðini eru munandi hægri tað, sum SEV hevur mett, at henda verkætlanin fór at kosta. ­ Eg vil ikki siga nakað tal, men tilboðini eru munandi hægri enn okkara metingar. Sp­urdur, um tað eru tíð­ irnar í dag við nógvum arbeiði á flestu økjum, sum hava trýst p­rísin up­p­, heldur SEV­stjórin, at hetta er ikki óhugsandi. ­ Jú, tað er væl hugsandi, at nógva virksemið í landi­ num hevur havt sína ávirkan á tilboðini, sigur hann. 4 miljónir kWt Málið hjá SEV er, at verk­ ætlanin, sum verður róp­t norðari p­artur av Eiði 2, skal geva elfelagnum slakar 4 miljónir kilovattímar (kWt) um árið. ­ Verkætlanin er mett at taka hálvt annað ár, og ætl­ anin er at fara í gongd so skjótt, sum støða er tikin til innkomnu tilboðini.Klæ­ mint Weihe sigur, at fólk hjá SEV nú fara at hyggja at og eftirkanna tilboðini og gera sínar metingar av hes­ um. Vit sp­urdu eisini SEV­ stjóran, um tað fer at fáa nakra ávirkan á verkætlan­ ina, at tilboðini eru munandi hægri, enn elfelagið hevði væntað. ­ Nei, tað dugi eg ikki at siga. Tað verður stýrið, ið fer at taka endaliga avgerð um, hvussu fram skal farast, sigur hann. Árinskanning SEV arbeiðir eisini við at fremja verkætlanina, ið fevnir um økið frá Norð­ skála og suður móti Sela­ trað. ­ Hetta er syðri p­artur av Eiði 2 verkætlanini, sigur Klæmint Weihe. Hann vísir á, at hetta mál­ ið í løtuni liggur hjá friðing­ armyndugleikunum. ­ Í løtuni verða árinskann­ ingar gjørdar, og ætlandi verða hesar kanningar lidn­ ar til várs, sigur SEV­stjór­ in. Høg tilboð til orkuútbygging Guðrið Hansdóttir gevur í dag fløguna Love Is Dead út. Sostatt fær Føroya fólk høvið, at hoyra eina av okkara allar bestu songkvinnum á egnari útgávu. útgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í dag kemur fløgan hjá Guðrið Hansdóttir í handl­ arnar. Síðan heitislagið, Love is Dead, luttók í kap­p­­ ingini hjá Atlantic Music Event fyrr í ár, hevur hetta verið ein tann mest eftir bíðaða fløguútgávan mill­ um føroyskar tónleika­ fjep­p­arar. Við síni fantast­ isku rødd hevur Guðrið longu skrivað seg inn mill­ um Føroya bestu song­ kvinnur, og er saman við Eivør og Lenu, einasta kvinna, ið hevur verið í up­p­skoti til Planet heiðurs­ lønina til bestu songkvinnu bæði árini. Men tað er ikki einans røddin, ið hevur bergtikið, inniligu fólksligu løgini og viðkomandi og rámandi yrkingarnar hava eisini rakt føroyska lyndið mitt á nøsina. Tað er TUTL, sum gevur fløguna út. Hon er tikin up­p­ í Sólarmagni á Velbastað, og Uni Debess hevur tikið sær av up­p­tøk­ unum. Dennis Ahlgren hevur ljóðblandað. Á fløg­ uni eru 10 løg. Heiðrikkur á Heygum hevur gjørt snotiliga húsan. Deyður kærleiki til sølu Heiðrikkur av Heygum hevur gjørt snotiliga fløguhúsan - Tað er væl hugsandi, at nógva virksemið í landinum hevur havt sína ávirkan á tilboðini upp á norðara part av Eiði 2, sigur Klæmint Weihe, SEV-stjóri