mánadagur 17. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 179 - 17. september 2007
tíðindi
Sjáldan munnu so
nógvir føroyingar í
kovboyhatti hava verið
savnaðir í sama høli,
sum tá Bellamy Brothers
fóru á pall í Høllini á
Hálsi leygarkvøldið,
og Bellamy skuffaðu
ikki countrytystu
føroyingarnar, ið vóru
óvanliga væl upphitaðir
av føroyska kovboynum
Magna Christiansen,
ið ikki stóð aftan fyri
útlendsku stjørnurnar
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Ítróttarhøllin á Hálsi var á tremur
við fólki, tá Bellamy Brothers á
øðrum sinni vitjaðu í Havn.
Áskoðarafjøldin var munandi
eldri, enn hon vanliga er, tá
konsertir eru í hesi høllini, og
millum bæði mannfólk og
konufólk var kovboyhatturin best
umtókti høvdabúni. Hetta vóru
fólk, ið vildu hava country og
sum vildu dansa, og tey vórðu
ikki skuffaði, tí her var
møguleiki til bæði.
Góðir karmar
Frammanfyri pallin savnaðust,
tey sum vildu standa og njóta
tónleikin, meðan gólvið báðu
megin við pallin gjørdist eitt
rimmar dansigólv, og á áskoðara
plássinum sótu tey, ið høvdu tørv
at hvíla sær beinini. Henda høll,
ið so ofta hevur virkað keðilig til
konsertir, var leygarkvøldið sum
skapt til endamálið.
Magni er Mr. Country
Fólk vóru væl uppløgd, og høllin
var longu rættiliga full, tá Magni
Christiansen fór á pall við sínum
vælspælandi bólki, og lat tað
verða sagt beinanvegin, at fyri
tey, sum veruliga vildu uppliva
country var Magni besta upplivin
gin á kvøldinum. Við einum
blandi av lániløgum frá einamest
Alan Jackson og heimagjørdum
løgum, borðreiddi Magni við eini
frálíkari countrykonsert. Magni
er føddur at undirhalda, og tað er
synd, at hann ikki oftari er at
síggja á tílíkum dansitiltøkum.
Serliga góð gjørdist løtan, tá
Sigrid Rasmussen fór á pallin, og
sang tvey løg.
Sigrid hoyrdi ikki seg sjálva,
og var tí eitt sindur trilvandi
fyrstu lítlu løtuna, men eftir
nakrar fáar reglur, vísti hon sína
høga klassa, og lyfti seg uppum
ljóðtrupulleikarnar.Tá tey bæði
endaðu konsertina við at syngja
»I’ll Fly Away«, var upplivingin
fullkomin, og hetta var fyri meg
hæddarpunktið á kvøldinum. Tað
var eisini stuttligt, at Magni, sum
eykalag spældi eina Shakin’
Stevens syrpu.
Føðingardag á pallinum
Bellamy Brothers vóru høvuðs
navnið á kvøldinum. Við sær
høvdu teir ein flokk av sera
vælspælandi tónleikarum, og
hóast røddin hjá 61 ára gamla
Howard Bellamy var nakað
merkt av høga aldrinum, so var
upplivingin sera góð. Serliga tí,
at yngri bróðurin, David, ið fylti
57, meðan hann stóð á pallinum,
sang flestu løgini, og gjørdi tað
so øgiliga sannførandi. David
hevur eina feita countryrødd og
stóð fyri stórum parti av country
feelinum. Sjálvur tónleikurin var
rættiliga countrylight. Lagt var
fyri við gamla hittinum “Old
Hippie” og síðan gekk tað slag í
slag, við eini ørgrynnu av
countryballadum, flest allar um
kærleika. Hetta var vælegnað til
at klemmast við unnustum og
konum og at dansa tætt til, men
fyri ein einsamallan tónleika
fjeppara, gjørdist tað dekan ov
langdrigið. Tað var ikki fyrr enn
móti endanum, tá lívligari løg,
sum »If I Said You Had a
Beautiful Body (Would You Hold
It Against Me)«, at konsertin
gjørdist ordiliga góð.
Kovboy ball á Hálsi
Howard og David Bellamy eru
vorðnir tveir eldri harrar, hetta
hoyrdist á Howard, men David
er enn sum fyrsta dagin
Mynd: Jens Kr. Vang
Nógvir kovboyhattar vóru at síggja
í áskoðarafjøldini, ið hugnaði sær
til country-balladurnar
Mynd: Jens Kr. Vang
Hæddarpunktið á kvøldinum var,
tá Magni Christiansen og Sigrid
Rasmussen sungu »I’ll Fly Away«
Mynd: Heri Joensen
Tónleikurin var
dansivinarligur, og
nógv nýttu høvið at
dansa, millum annað
dansaðu tey linedans.
Mynd: Jens Kr. Vang