mánadagur 17. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 179 - 17. september 2007 ]
Sjálvt um føroysku
kvinnurnar ikki róðu
í rætta bátaflokkinum
leygardagin, so megn
aðu tær allíkavæl at
vinna sína kapping
við góðari hjálp frá
tveimum av okkara
góðu rógvarum í
Danmark
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bæði føroysku kvinnurnar
og føroysku menninir, sum
skuldu taka lut í DM-kapp-
ingini í rógving um viku-
skiftið, vóru skuffaði, tá tað
gjørdist greitt, at kappingin
um danmarksmeistaraheitið
bleiv avlýst orsakað av keði-
liga veðrinum henda dagin.
Leingi var eisini líkt til,
at eingin kapping fór at
vera á skránni, men av tí at
stórur partur av rógvarunum
á staðnum vildu sleppa at
rógva, so valdu fyrireikar-
arnir allíkavæl at skipa fyri
eini kapping fyri fýra mans
innriggarar hjá bæði kvinn-
um og monnum.
Hjá føroysku monnunum
var hetta eingin trupulleiki,
tí teir høvdu fýra rógvarar
og ein stýrimann við á ferð-
ini. Hjá kvinnunum var
hetta tó ein heldur størri
trupulleiki, tí tær vóru bert
tvær sum róðu við einum
stýrimanni.
Føroysku
kvinnurnar
fingu tó hjálp frá teimum
báðum føroysku rógvaru-
num, Katrin Olsen og
Hildur Enni, sum báðar eru
búsitandi í Danmark, og tí
var tað eisini ein føroysk
manning, sum fór at rógva
hjá kvinnunum.
Vunnu upp á góðan
endaspurt
Føroysku kvinnurnar fingu
eisini eina góða byrjan upp
á kappingina. Tær lógu ikki
á odda frá byrjan av, men
teir vóru við heilt frammi í
oddinum. So við og við fót-
aðu tær sær á tí 1000 metra
langa teininum, og tá bát-
arnir vóru komnir á leið
hálvt málið, var greitt, at
kappingini fór at vera mill-
um tveir bátar, har annar
teirra var báturin við teim-
um føroysku gentunum.
Men tá bátarnir fóru und-
ir endaspurtin var greitt, at
tað var tann danski báturin,
sum var á leið eina hálvu
bátslongd framman fyri, og
tað sá út til, at føroysku
kvinnurnar skuldu enda á
einum øðrum plássi.
Men við einum sera góð-
um endaspurti ótu føroysku
kvinnurnar meir og meir av
leiðsluna hjá danska báti-
num, og tað var líkt til, at
hetta fór at gerast ógvuliga
spennandi.
Í síðstu tøkunum vóru tað
tó tær føroysku kvinnurnar,
sum vóru drúgvari. Tær
vunnu seg júst fram um
danska
bátin,
og
hesa
leiðslu megnaðu tær at
halda inn um málstrikuna,
og við hesum høvdu før-
oysku
bátsmanningarnar
fingið eina stak góða byrjan
upp á rógvikappingarnar í
Brabrand leygardagin. Við
sigrinum høvdu kvinnurnar
eisini givið dreingjunum
eina góða vón um, at tað
eisini fór at bera til hjá
teimum.
Tær fimm kvinnurnar,
sum
mannaðu
føroyska
bátin í Brabrand vóru Bára
Berghamar Danielsen, Paula
Eikholm, Eivy Olsen, Katrin
Olsen og Hildur Enni.
Ilt at meta um
útlitini í DM
Av fyrstan tíð var ætlanin,
at Paula Eikholm, Eivy
Olsen og Bára Berghamar
Danielsen skuldu rógva í
kappingini hjá tvey mans
innriggarum hjá kvinnum,
men av tí at DM bleiv
avlýst, bleiv henda kapping-
in eisini strikað.
Av somu orsøk er eisini
ilt at meta um, hvussu hevði
gingist hjá teimum trimum,
um DM ikki hevði blivið
avlýst. Men hyggja vit eftir
úrslitinum, sum føroysku
kvinnurnar fingu í kapp-
ingini leygardagin, so er als
ikki óhugsandi, at Paula,
Eivy og Bára kundu fingið
eitt gott úrslit í eini møgu-
ligari DM-kapping.
Hetta fáa vit tó ikki at
vita á hesum sinni, men
vónandi
fara
føroyskar
manningar at royna hetta
aftur komandi ár, so vit
kunnu fáa eina hóming av, á
hvørjum
støði
føroysku
manningarnar eru í mun til
tær donsku.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Føroysku kvinnurnar, sum tóku lut í rógvikapping í Danmark um vikuskiftið, fingu eitt sera gott úrslit, tá tær vunnu kappingina.
Ætlanin var at rógva í innriggarum við tveimum rógvarum og einum stýrimanni, men av tí at DM bleiv avlýst, so noyddust
kvinnurnar at rógva í fýra mans innriggara við stýrimanni. Tær fimm kvinnurnar, sum mannaðu føroyska bátin vóru Hildur
Enni, Katrin Olsen, Eivy Olsen, Paula Eikholm og Bára Berghamar Danielsen.
Mynd: Tór Tungá
Kvinnurnar
á ovastu rók