mánadagur 17. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 179 - 17. september 2007 ]
Atli legði upp til mál
Eftir at hava verið trilvandi fyrstu umfør tykist Frem
við Atla Danielsen sum sentralum miðvallara rættuliga
at vera komið fyri seg. Leygadagin var Frem á gamla
Gentofte stadion, har HIK eigur heimavøll. Frem vann
3-1, eftir at 1. hálvleikur var endaður 1-1. Stóri
maðurin á Frem liðnum var álopsveteranurin Tommy
Olsen, sum skoraði øll Frem málini innan fyri smáar
25 minuttir. Atli Danielsen spældi meginpartin av
tíðini á miðvøllinum og legði upp til málið til 2-0.
Premier League er blivin betri
Álopsspælarin Didier Drogba, sum var toppskjútti í Premier League seinasta
kappingarár, heldur, at kappingin í Premier League harðnar alsamt. - Eg haldi, at
tey stóru feløgini hava betrað seg munandi, tí tey hava keypt nógvar góðar
spælarar, og tað hevur eisini við sær, at kappingin er blivin enn harðari, sigur
Didier Drogba. Hann hevur verið plágaður av skaða higartil í hesum
kappingarárinum, og vandi er fyri, at hann ikki spælir næsta mánaðin.
Fyri fyrstu ferð í 36 ár
bleiv kappingin um
danmarksmeistara
heitið í rógving avlýst
vegna veður
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið hava átta
føroyskir rógvarar úr Róð-
rarfelagnum Knørri verið í
Danmark, har tey skuldu
taka lut í kappingini um
danmarksmeistaraheitið
í
rógving í lítla býnum Bra-
brand, sum liggur í útkanti-
num av Århus.
Teir fimm dreingirnar og
tær
tríggjar
genturnar
høvdu vant sera hart líka
síðani ólavsøku fyri at blíva
rættiliga klár til kappingini,
og tí vóru vónirnar hampi-
ligar um at fáa góð úrslit
við heim til Føroyar.
Venja seg við
nýggjan bát
Sjálvt um talan er um kapp-
róður, so kann kappingin í
Danmark als ikki saman-
líknast við ein føroyskan
kappróður, tí so stórur mun-
ur er á bátunum. Tí hava
teir átta føroysku rógvararnir
eisini havt úr at gera síðsta
góða mánaðin fyri at læra
seg at rógva í nýggju bátu-
num.
Tey áttu hava vant fimm
ella seks ferðir um vikuna
síðani ólavsøku, og venjing-
arnar hava gingið rættiliga
væl. Tí vóru tey átta eisini
spent um uppgávuna, sum
lá fyri framman í Danmark
um vikuskiftið.
Keðilig fyrireiking
Tá ferðalagið kom til Dan-
markar tíðliga hóskvøldið,
vóru rógvararnir rættiliga
troyttir, og tí varð gjørt av
at halda frí hetta kvøldið,
og so fara at venja morgunin
eftir fyri at læra nýggja bát-
in ordiliga at kenna.
Sum sagt, so gjørt. Øll
fóru tíðliga til songar hós-
kvøldið, og tíðliga morgunin
eftir var leiðin løgd oman
til Brabrand Roklub, har
bátarnir skuldu vera tøkir.
Men tá vit koma fram til
neystið var ilt at finna útav,
hvørjum bátum rógvararnir
skuldu út við.
Hevði tað ikki verið fyri
ein gamlan mann, sum
arbeiddi í neystinum, so er
ógvuliga
ivasamt,
um
rógvararnir høvdu sloppið
út henda morgunin. Gamli
maðurin hjálpti teimum tó
við at finna ein bát við røttu
árunum, og so var lagt til
brots.
Tað var tó heldur keðiligt
hjá dreingjunum at venja í
bátinum, sum teir høvdu
fingið frá felagnum í Dan-
mark, tí hetta var ikki tann
báturin, sum teir skuldu
rógva kappingina í dagin
eftir, og árarnar vóru slett
ikki tær røttu.
Genturnar høvdu hinveg-
in fingið rætta bátin, men
árarnar vóru heldur ikki tær
røttu. So fyrireikingarnar
undan kappingini um dan-
marksmeistaraheitið vóru
ikki av teimum allar bestu.
Men hóast hetta, so vóru
rógvararnir við gott mót.
Vindurin steðgaði DM
Rógvararnir valdu eisini at
venja einaferð seinni fríggja-
dagin fyri at læra bátarnar
og málið eitt sindur betri at
kenna, og so var bara at
bíða til dagin eftir, tá stóra
kappingin var á skránni.
Men tá vit øll komu upp
dagin eftir sóu vit, at tað
var nógvur vindur úti. Tað
bleiv tó mett, at kappingin
nokk skuldi blíva til nakað
allíkavæl, og tí valdu dreing-
irnir aftur at fara ein lítlan
túr at venja leygarmorgunin.
Nú var rætti báturin við
røttu árunum komin, og tí
var týdningarmikið at venja
seg við bátin.
Men eftir at teir høvdu
verið úti og vant, fingu teir
og ferðaleiðarin at vita, at
tað var ein stórur møguleiki
fyri, at kappingin bleiv
avlýst, tí vindurin var so
nógvur. Teir valdu tí at
leggja leiðina heim aftur,
og so sótu vit øll – bæði
gentur og dreingir – og
bíðaðu í spenningi fyri at
fáa endaligu boðini frá fyri-
reikarunum.
Og tá boðini endiliga
komu, vóru tey ikki góð.
Fyrireikararnir høvdu nevni-
liga gjørt av at avlýsa DM-
kappingina í rógving.
Hetta vóru eini sera keði-
lig boð fyri okkara rógvarar,
sum høvdu glett seg nógv
til hesa kapping, og tað var
ikki sørt, at øll vóru sera
skuffaði.
Sluppu at rógva
Tað gekk tó bert ein lítil
løta, so ringdi telefonin aft-
ur. Hetta vóru aftur fyrireik-
ararnir, sum søgdu, at teir
arbeiddu fram ímóti at fáa
eina kapping í lag. Hetta
var ikki nøkur DM-kapping,
men bert ein kapping fyri
allar rógvararnar, sum vóru
á staðnum.
Nógvir av rógvarunum
søgdu, at teir fegnir vildu
sleppa at rógva, nú teir vóru
komnir til Brabrand, og tí
var nú farið undir at finna
útav, um hetta bar til.
Nú var aftur ein vón at
hóma hjá føroysku rógvaru-
num, og endin var, at fyri-
reikararnir valdu at skipa
fyri eini kapping, sum bert
var fyri innriggarar. Hetta
skapti stóra frøi millum før-
oysku rógvararnar. Úrslitini
hjá okkara rógvarum í teim-
um báðum róðrunum, sum
vóru á skránni, vóru eisini
sera góð. Kvinnurnar vunnu
sína kapping, meðan dreing-
irnir endaðu á einum fimta
plássi av 12 bátum. Teir
vóru tó sera glaðir um
úrslitið, kanska serliga tí at
teir sluppu at royna seg
ímóti nøkrum av heimsins
bestu rógvarum í finaluni.
Sjálvt um rógvararnir
ikki sluppu at taka lut í DM
á hesum sinni, so gjørdist
kappingin tó eitt stórt upp-
livilsi, og eingin ivi er um,
at øll vóru væl nøgd við
túrin, tá hesin var komin at
enda.
DM bleiv avlýst
Føroyingur átta umboðan í DM-kappingini í rógving, sum skuldi vera á skránni um vikuskiftið. Men fyri fyrstu ferð í 36 ár bleiv DM avlýst orsakað av ringa
veðrinum. Fyrireikararnir valdu tó at skipa fyri einari aðrari heldur minni kapping, og her fingu føroysku rógvararnir sera góð úrslit.
Mynd: Tór Tungá