Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 179 - 17. september 2007 ] KÍ varð so ruddiliga beint niður á jørðina, tá AB við einum fram­ úr seinna hálvleiki sendi gestirnar tómhentar avstað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð síðani sum­ marsteðgin máttu klaks­ víkingar fara tómhentir av vøllinum í Formula­deild­ ini, tá teir vitjaðu á Argjum sunnudagin. Har spæliur AB enn fyri møguleikanum at halda sætið í bestu deildini, og viljin til hetta vísti seg at vera nóg stórur hesaferð. Fyrra umfarið var annars ikki tann heilt stóri munurin á liðunum. Klaksvíkingar løgdu seg enntá á odda eftir stórum korteri, tá Kristoffur Jacobsen átti seinasta fótin. AB kom tó spakuliga fyri seg. Sum hálvleikurin leið, strongdu teir sær eina alt størri leikliga yvirvág, og hóast brotssparkið var av heldur bíligara slagnum, so tók Allan Mørkøre av, tá dómarin metti klaksvíkingar hava nýtt hondina til hjálpar í brotsteiginum. Besti hálvleikurin Seinna umfarið spældi AB helst tað besta, sum liðið hevur spælt í ár. Við at nýta breidd og dýpd í spælinum varð KÍ­verjan ferð eftir ferð tagað sundur, og álopini skolaðu oman við alsamt størri ferð. Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Rógvi Poulsen hevði skotið AB upp á 2­1, men so gekk striltið at fáa meira burturúr. Hóast vand­ in var heilt stórur fleiri ferðir, so lúrdu klaksvíkingar alla tíðina eftir kontra­ álopinum, sum kundi bjarga teimum eitt stig. Og tó at møguleikarnir sjáldan gjørd­ ist opnir, so var talan fleiri ferðir um vandastøður. Móti dystarenda varð punktum tó sett. Allan Mørkøre, sum sýndi satt stórspæl á veinginum, varð feldur í gjøgnumbroti. Tað gav reytt kort til Símun Joensen, og tá Allan so sendi frísparkið innfyri, kundi innskifti Jón Nielsen við einum kontrolleraðum hálvfluktara beina bóltin niður í málhornið. 3­1 til AB, og so var fagnaðurin á bæði spælarum og viðhaldafólki øgiligur. Ikki bara tí sigurin gav trý stig, men minst líka nógv, tí spælið gav ábendingar um, at AB als ikki er liðugt í Formula­deildini í ár. Í øllum førum skal einki av oddaliðunum kenna seg heilt trygt, nú tey standa fyri framman komandi umførini. Tí megnar AB at sýna nakað av sama spæli­ num hesar dystirnar, kunnu bæði eitt og trý stig lættliga spyrjar burturúr. KÍ AB AB-KÍ 3-1 (1-1): Vónin livir á Argjum Lyngby hevur longt við profil 24 ára gamli Kim Aabech er høgt í metum millum donsku fótbólts­ feløgini. Fleiri av feløgunum í superliguni hevur spurt seg fyri um spælaran, men nú er tað í øllum førum greitt, at sáttmálin millum Lyngby og Aabech er longdur í fleiri ár fram. Í Lyngby fegnast tey um, at tey hava pappír uppá Kim Aabech fram til 2011, men spurningurin er so, um okkurt av stóru donsku feløgunum vil leggja nógvar pengar á borðið fyri at keypa álopsspælaran. Hiddink heldur fram í Russlandi Hollendski fótbóltsvenjarin Guus Hiddink heldur fram sum landsliðs­ venjari hjá Russlandi. Í farnu viku tapti Russland EM­dyst ímóti Ong­ landi, men í russiska fótbóltssambandinum eru tey so væl nøgd við arbeiðið hjá Hiddink, at sáttmálin við hann er longdur fram til 2010. ­ Vit eru í gongd við at byggja eitt nýtt lið upp, og tað er av týdningi, at vit halda fram við hesum arbeiðnum, sigur Hiddink. Johan Ellingsgaard er nær við at økja til 3-1, men tað var ikki fyrr enn móti dystarloki, at AB fekk staðfest sigurin, tá Jón Nielsen sendi frísparksinnlegg í netið Mynd: Álvur Haraldsen Tað gekst væl hjá føroysku dreingj­ unum, sum vóru við í rógvikapping í Brabrand um vikuskiftið. Teir megnaðu at rógva seg í finaluna, har mótstøðan tó gjørdist ov hørð KAPPróÐur Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Teir fimm dreingirnar úr Róðrarfelagnum Knørri, sum um vikuskiftið tóku lut í rógvikapping í danska býnum Brabrand, høvdu hampiliga góðar vónir um at fáa eitt gott úrslit undan teirra róðri leygardagin. Beint áðrenn teir fóru í bátin, høvdu genturnar nevniliga vunnið gull, og tí var ikki óhugsandi, at dreingirnir eisini fóru at fáa eitt gott úrslit. Tað var tó greitt undan róðrinum, at kappingin fór at gerast nakað harðari enn væntað. Av tí at kappingin um danmarksmeistaraheitið var avlýst, tí at veðrið ikki var av tí besta, so høvdu fleiri av donsku eliturógv­ arunum, sum vanliga rógva í útriggarum, valt at royna seg í fýra mans innriggarum. Tí vóru vónirnar helst ikki so stórar, at føroysku dreingirnir fóru at enda fremst, men vónirnar vóru tó hóast alt góðar undan róðrinum. Heili 12 bátsmanningar høvdu boðað frá luttøku í kappingini. Tí skuldu før­ oyingarnir fyrst rógva eitt innleiðandi umfar, áðrenn farið var undir finaluna. Her megnaði føroyski báturin at enda á einum flottum øðrum plássi, og tí blivu teir klárir til finaluna. Mótstøðan bleiv ov hørð Finaluróðurin bleiv tó ikki lættur hjá føroysku dreingj­ unum. Sjálvt um teir hildu, at tað gekk betri at rógva í finaluni enn í hálvfinaluni, so var mótstøðan snøgt sagt ov stór. Av teimum fimm bátsmanningunum, sum teir kappaðust ímóti, vóru fýra av bátunum mannaðir av eliturógvarum. Hesir skuldu eftir ætlan rógva við útriggarum, men av tí at DM­kappingin bleiv avlýst, so valdu teir heldur at royna seg í kappingini, sum var á skránni henda dagin, nevni­ liga tí hjá innriggarunum. Tað vóru eisini manning­ arnar við eliturógvarunum, sum settu seg á henda róðurin. Tær fýra manning­ arnar lógu fremst allan vegin í finaluróðrinum, meðan føroysku dreingirnir kappaðust um fimta plássið við ein annan bát. Føroysku dreingirnir megnaðu at halda seg framman fyri hina mann­ ingina allan vegin, og tí fingu teir eitt flott fimta pláss burtur úr kappingini, og hetta vóru teir sera væl nøgdir við, um hugsa verður um stóru mótstøðuna. Vinnandi báturin í hesum róðrinum var mannaður av tveimum fyrrverandi olympiskum meistarum og tveimum, sum júst hava vunnið heimsmeistaraheit­ ið, so eingin ivi er um, at kappingin var hørð hjá føroysku dreingjunum. Leggjast kann afturat, at róðursmaðurin á vinnandi bátinum var eingin onnur enn Katrin Olsen. Høvdu møguliga vunnið DM Um DM­kappingin ikki hevði blivið avlýst, og allir rógvararnir høvdu róð í teimum bátaflokkum, sum teir áttu, so er als ikki óhugsandi, at føroysku dreingirni r høvdu vunnið sína kapping. Teir megnaðu nevniliga at enda framman fyri allar tær manningarnar, sum áttu at rógva í fýra mans innriggarum, og hetta er sjálvandi eisini ein av stóru grundunum til, at dreingirnir vóru so væl nøgdir. Um tað hevði blivið til DM­gull, ber sjálvandi ikki til at siga, men hvussu er og ikki, so var úrslitið leygar­ dagin sera flott. Dreingirnir fingu gott úrslit