mánadagur 17. september 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 179 - 17. september 2007 ]
Amager vann á útivølli
Fremad Amager vann leygardagin útidystin ímóti
Stenløse í 2. deild eystur. Fremad Amager byrjaði dystin
betur, og Andreas Mortensen og Anders Jochusem løgdu
liðið á odda 2-0. Stenløse svaraði aftur beint fyri steðgin,
so at støðan var 2-1 í hálvleikinum. Tann støðan helt sær
til fram móti dystarenda, tá ið Andreas Mortensen skoraði
til úrslitið 3-1. Fremad Amager liggur á næstfremsta
plássinum í deildini.
Blackpool spældi javnt
Enska 1. deildarfelagið Blackpool spældi leygardagin
ímóti Burnley á útivølli, og dysturin endaði við javnleiki.
Tá ið liðini fóru til hálvleik, var einki mál komið. Hetta
broyttist í seinna hálvleiki, tí Burnley legði seg á odda
eftir 52 minuttir. Blackpool javnaði við brotssparki, tá ið
stívliga eitt kort var eftir at spæla. Tá ið Burnley skoraði
til 2-1 fimm minuttir fyri tíð, líktist tað sigursmálinum,
men í yvirtíðini eydnaðist tað Blackpool at javna til 2-2.
Claus Bech Jørgensen spældi ikki við hjá Blackpool í
hesum dystinum.
Tað var ikki eiti
á mótstøðu, sum
knørradreingirnir
fingu í Danmark,
tá teir í finaluni
máttu lúta fyri
bæði olympiskum
meistarum og
heimsmeistarum
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tað gekk væl hjá bæði før-
oysku dreingjunum og før-
oysku gentunum í rógvi-
kappingini í Brabrand um
vikuskiftið. Kvinnur vunnu
tann fyrsta róðurin í fýra
mans innriggarunum, og so
var tíðin komin til dreingir-
nar at royna seg.
Sjálvt um tað ikki gekk
eins væl hjá dreingjunum,
sum tað gekk hjá gentunum,
so var teirra innsatsur tó
væl og virðiliga góðkendur.
Teir
megnaðu
í
fyrsta
umfari at rógva seg víðari
til finaluumfarið, men her
blivið teir ov stuttir.
Av teimum seks bátunum
í finaluni endaði knørra-
dreingirnir nummar fimm,
men tað er tó einki merkiligt
í, at teir ikki megnaðu at
vinna. Mótstøðan hjá teim-
um var nevniliga rættiliga
hørð.
Av tí at kappingin hjá
útriggarunum bleiv avlýst,
so var tað stórur partur av
eliturógvarunum í Dan-
mark, sum valdu at royna
seg í innriggarum í staðin,
og tá var ikki lætt.
Olympiskur meistari
vísti vegin
Og sum sagt, so var tað ikki
ein og hvør innan rógving,
sum var í vinnandi bátunum
hjá dreingjunum leygardag-
in. Stýrimaðurin var eingin
minni enn Katrin Olsen,
sum hevur fingið sera nógv
góð úrslit kring heimin,
meðan menninir handan
árarnar bæði hava vunnið
olympisk gullheiðursmerki
og heimsmeistaraheitið í
fleiri umførum.
Ein av monnunum á vinn-
andi bátinum var Eskild
Ebbesen, sum tvær ferðir
hevur verið við til at vinna
olympiskt gull á danska
bátinum, sum vanliga verð-
ur róptur “gullfýrarin.”
Ein annar olympiskur
gullvinnari var eisini at
finna umborð. Her var talan
um Thomas Ebert, sum
eisini hevur roynt at vunnið
olympiskt gull saman við
Eskild Ebbesen umborð á
“gullfýraranum.”
Og hinir báðir menninir
umborð á vinnandi bátinum
vóru heldur ikki hvørjir
sum helst. Her var talan
nevniliga um Rasmus Kvist
og Mads Rasmussen, sum
fyri bert tveimum vikum
síðani endurvunnu heims-
meistaraheitið í tvey mans
útriggarum.
So sjálvt um føroysku
dreingirnir ikki vunnu sín
róður í Danmark, so vóru
teir sera væl nøgdir. Teir
hildu tað vera serliga stutt-
ligt at rógva ímóti so sterk-
um rógvarum sum teimum,
teir møttu í finaluni.
Føroyski rógvarin,
Katrin Olsen, gjørdist
stóri sigursharrin
í rógvikappingini
í Brabrand um
vikuskiftið, tá hon
vann bæði gull hjá
kvinnum og monnum
ávikavist sum rógvari
og stýrimaður
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Danmarksmeistaraskapurin
í rógving, sum skuldi vera
um vikuskiftið, bleiv ikki
hildin orsakað av keðiliga
veðrinum. Men av tí at so
nógvir rógvarar úr bæði
Danmark og Føroyum vóru
møttir til kappingini, valdu
fyrireikararnir tó at skipa
fyri einari kapping, so
nógvu rógvararnir sluppu
ein túr út á vatnið.
Fyrireikararnir valdu at
strika
kapppingina
hjá
útriggarunum, og tí vóru
tað bert fýra mans innrigg-
arar, sum vóru við í kapp-
ingini. Hetta gjørdi, at før-
oyska manningin úr Knørra-
felagnum var noydd at
finna tvær aðrar kvinnur at
rógva saman við teimum,
men hetta gjørdist tó ikki
tann stóri trupulleikin.
Katrin Olsen og Hildur
Enni, sum fyrr hava róð við
Jarnbardi, fóru báðar at
rógva við føroyska bátinum,
og henda samansetingin
vísti seg at rigga væl. Før-
oyski báturin vann nevniliga
gull í kappingini hjá kvinn-
um, og so var fyrsta gull-
merkið hjá Katrin Olsen
komin í hús.
Katrin vann eisini
hjá monnunum
Sjálvt um tað bert vóru
tvær kappingar á skránni
henda dagin – ein hjá kvinn-
um og ein hjá monnum – so
eydnaðist tað Katrin Olsen
at vinna gullheiðursmerki í
báðum róðrunum.
Hjá monnunum skuldi
hon nevniliga verið stýri-
maður á tí eina bátinum, og
hetta gekst eisini sera væl. Í
innleiðandi
umfarinum
megnaðu tey at rógva seg í
finaluna, og sjálvt um kapp-
ingin var hørð í finaluni, so
megnaðu Katrin og teir fýra
menninir á hennara báti at
vinna róðurin, og sostatt
gjørdist Katrin stóri sigurs-
harrin henda dagin, tá ið
hon vann báðar róðrarnar.
Katrin var stóri sigursharrin
Mest vinnandi rógvarin í kappingini í Brabrand var ein føroyingur. Katrin Olsen vann nevniliga
bæði kappingini hjá kvinnum og monnum ávikavist sum rógvari og stýrimaður.
Mynd: Tór Tungá
Mótstøða í heimsflokki
Tvífaldi olympiski
gullvinnarin, Eskild Ebbesen,
var ein av rógvarunum
á vinnandi bátinum hjá
monnum, har føroyska Katrin
Olsen eisini stýrdi.
Mynd: Tór Tungá