mánadagur 17. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 179 - 17. september 2007 ]
Holst tapti í Viborg
Lyngby spældi í gjár ímóti Viborg í donsku
superliguni. Viborg er eitt av liðunum, sum
Lyngby skal kappast við um at sleppa undan
niðurflyting, og tí kom tapið illa við hjá Lyngby.
Viborg legði seg á odda eftir 20 minuttir, men
Lyngby javnaði beint fyri hálvleikssteðgin. Tá ið
ein tími var spældur, gjørd Viborg sigursmálið.
Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge
Holst spældi við hjá Lyngby allar 90 minuttirnar.
Reytt forfylgir Laudrup
Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup roynir seg sum
venjari hjá spanska felagnum Getefe, men tað gongur striltið
hjá liðnum. Getafe hevur fingið reytt kort í øllum dystunum
higartil í hesum kappingarárinum, og sunnudagin noyddust
teir aftur at lúta. Getafe stríddist við 10 spælarum ímóti
Mallorca, sum skoraði sigursmálið tveir minuttir fyri
leiklok.
Oddaliðini vunnu
bæði torførar og
teprar sigrar á úti
vølli, og í botninum
kyknaði vónin á
Argjum um bjarging
undan niðurflyting
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
At tað lækkar ímóti enda
num á fótbóltsárinum kenn
ist á fleiri mátar. Ein er, at
summarveðrið, sum tað hev
ur verið ikki so lítið av hesa
ferð, er burtur, og heystar
veðrið kennist alt meiri.
Tað kennist eisini, at enda
spurturin ikki er so langt
burtur á tann hátt, at tað nú
hvørja ferð eru lyklaupp
gerðir á skránni, sum hava
alstóran týdning fyri FM og
heiðursmerkini og fyri kapp
ingina um at sleppa undan
niðurflytingini.
At hesi tingini hoyra sam
an – heystarveðrið og avger
andi uppgerðirnar í For
muladeildini – er spell.
Kanska tað hevði verið rætt
at tikið tosið uppaftur, um
tað hevði verið royndina
vert at koppa fótbóltsárinum
á høvdið soleiðis, at fyrstu
dystirnir vórðu spældir í
august, og at síðstu og
avgerandi umførini vóru í
juni.
Ivaleyst hevði hetta verið
so mikið stór broyting, at
hon er torfør at fara undir.
Men tað er áður sætt, at stór
ar broytingar, sum tað mill
um mong hevur verið stórur
ivi um, hava eydnast heilt
væl. Tað gekk skjótt at
leingja kappingarárið úr 18
og upp í 27 umfør. Mót
støðan var kanska ikki so
stór, men fleiri høvdu hug
at halda, at tað átti at havt
verið tosað meiri um hetta,
áðrenn
kappingin
var
broytt.
Nú hevur skipanin við 27
umførum verið galdandi í
trý ár, og tað er neyvan nak
ar, sum kundi ímynda sær
at farið aftur til gomlu
skipanina.
NSÍ stríðist við
havnarmenn
Í toppinum gjørdist tað hesa
ferð greitt, at EB/Streymur
heldur ikki í ár verður meist
ari. Tað eru níggju stig frá
teimum báðum oddaliðu
num og aftur til EB/Streym,
og tað kennist vera ov nógv
at taka aftur, hóast HB í fjør
megnaði at taka seg meiri
enn níggju stig inn á júst
EB/Streym í seinastu um
førunum.
HB staðfesti við av
greiðslusigri á VB/Sumba,
at meistararnir frá í fjør
framvegis eru við í kapp
ingini um FM heitið. HB er
seks stig aftanfyri B36 og
NSÍ, og tað eru fimm umfør
eftir at spæla. HB hevur
knívin á barkanum hvørja
ferð, og uppgávurnar eru
stórar. Næstu ferð hava teir
møguleika í Gundadali at
siga steypavinnarunum úr
EB/Streymi takk fyri sein
ast, og um tvær vikur skal
HB vitja í Runavík. Treytir
nar eru eirindarleysar, men
HB skal vinna hvørja ferð,
um teir skulu verða meistar
ar.
Fyrst og fremst stendur
FM stríðið millum B36 og
NSÍ. Bæði liðini vunnu
hesa ferð torførar og teprar
sigrar á útivølli. Serliga
merkisverdur var sigurin
hjá NSÍ í Streymnesi. Ofta
hevur NSÍ kurvan dalað, tá
ið tað hevur liðið fram
ímóti kappingarenda. Tað
tykist hon ikki gera hesa
ferð, og fulla úrtøkan í
Streymnesi er stór undir
striking av, at tað hesa ferð
meiri enn nakrantíð áður
skal roknast við NSÍ.
Høvuðsstaðurin
hevur
vunnið FM seks tær seinastu
ferðirnar, og tað kann væl
vera, at gullið aftur hesa
ferð endar í Gundadali.
Men NSÍ er í løtuni eins
gott FM boð, sum B36 er
tað.
Skráin hjá B36 er Skála
(h), AB (h), B71 (ú), EB/
Streymur (ú) og so í síðsta
umfari HB (h). Skráin hjá
NSÍ er AB (h), HB (h), GÍ
(ú), VB/Sumba (h) og KÍ (ú).
Botnurin brennur
Tað eru fimtan stig eftir at
spæla um, og VB/Sumba er
tólv stig frá bjargingini.
Harvið er VB/Sumba fok
ið.
AB megnaði hesa ferð
fulla úrtøku ímóti KÍ, sum
saman við GÍ og Skála er í
onga manna landi.
Spurningurin er nú, um
tað er møguleiki fyri, at
argjamenn kunnu fáa B71
aftur. Sandoyingar eru seks
stig frammanfyri AB, og í
næstsíðsta umfari fer B71
at vitja á Argjum. Málmun
urin hjá B71 er 9, og hjá
AB er hann 17. Tað vil við
øðrum orðum siga, at um
AB skal lyfta seg upp um
B71, so er neyðugt hjá AB
at vinna sjey stig fleiri enn
B71 í fimm teimum seinastu
umførunum. Trý stig kann
AB vinna ímóti B71. Hvørj
ar vánirnar eru hjá AB at
vinna fýra stig fleiri enn
B71 í hinum fýra umføru
num er upp til lesaran at
meta um.
Skráin hjá B71: VB/
Sumba (ú), GÍ (h), B36 (h),
AB (ú) og EB/Streymur
(h).
Skráin hjá AB: NSÍ (ú),
B36 (ú), HB (h), B71 (h) og
Skála (ú).
AB styrkti um sína støðu
sunnudagin. Um AB einki
fær við sær úr Runavík
næsta sunnudag, og um
B71 megnar at vinna í Vági,
so fer tað aftur at síggja
svart út á Argjum. Men nú
skal tað spælast um stigini
– bæði í toppinum og botni
num.
Nú er tað NSÍ móti
høvuðsstaðnum
Við sigrinum í trupla útidystinum móti EB/Streymi hildu runavíkingar fast um sína støðu sum FM-avbjóðarar
Mynd: Álvur Haraldsen