mánadagur 17. september 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 179 - 17. september 2007 ]
Ongin føroyingur við
Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen vórðu tiknir út
til 1. liðshópin hjá AaB, sum í gjár spældi ímóti Brøndby
í superliguni. AaB hevur vunnið fleiri dystir seinastu
umførini, og aftur í gjár vunnu teir. Brøndby hevur í langa
tíð ikki vunnið á útivølli, og hesaferð noyddust teir at lúta
3-0 fyri AaB. Brøndby liggur harvið undir
niðurflytingarstrikuni í superliguni.
Klandrast í Brøndby
Tað gongur illa hjá danska stórfelagnum Brøndby. Liðið
hevur bert vunnið ein dyst í superliguni í ár, og tað er ikki
nógv, tá ið umførini hava verið 9 í tali. Brøndby hevur
seks stig og liggur næstaftast í superliguni. Undir
dystinum ímóti AaB í gjár komu tveir av Brøndby-
spælarunum til ilnar. Álopsspælararnir Peter Madsen og
Morten Rasmussen fóru til hendurs, og liðfelagar máttu
leggja ímillum.
Tá ið tað var tætt og
spennandi vóru tað
breiddin og trygga
grundspælið, sum
bóru sigurin og
harvið framvegis
oddasessin við sær
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
B36 ferðalagið fór í hvassa
vindinum úr Sarpugerði við
øllum stigunum. Harvið var
setningurin rokkin, og sjálv-
andi fegnaðust spælarar og
trúgvu áskoðararnir sjálv-
andi um viðførið úr Gøtu, tí
tað ber við sær, at B36 fram-
vegis er annað av tveimum
teimum bestu boðunum
upp á FM heitið.
Talan var um arbeiðssigur,
sum varð vunnin undir tor-
førum umstøðum. Høgættar-
vindurin upp á tvørs av
vøllinum bar við sær, at tað
var torført at at leggja
langar avleveringar. Orsaka
av vindinum gjørdust tær
ikki so neyvar, sum góðu
bóltsspælararnir
annars
plaga at vera førir fyri at
leggja tær.
Men kortini var tað eftir
júst eina langa og neyva
sending, at B36 skoraði
málið, sum bar sigurin við
sær. B36 álop varð bygt
upp úr miðverjuni. Santos,
sum eftir leikbann pyntaði
væl um á vinstra vongverja,
legði langa diagonalsending
úr vinstru og aftur um
vinstra vongverjan hjá GÍ,
sum ikki var heilt ansin, tá
ið arbeiðssami Heini í Skor-
ini, yvirhálaði hann í uttaru
síðu, tamdi bóltin í ferðini
og gav sær stundir til at
senda trygt framvið Geza
Turi og í handara síðunetið.
Hetta var miðskeiðis í 2.
hálvleiki, og síðani kendist
B36 leiðslan ongantíð at
vera í rættuligum vanda. Tá
ið munurin bara er eitt mál,
kann tilvildin sjálvandi altíð
spæla inn, men sum 2.
hálvleikur leið, var B36
leikliga omaná. Tað sást, at
breiddin er størri á B36 liðn-
um,
enn
hon
er
hjá
gøtumonnum. B36 spælarar-
nir høvdu størri likamliga
orku, og bóltførleikin og
grundspælið vóru ta tonna
betri, sum bar sigurin við
sær.
Arbeiðssami og álitisfulli
Ingi Højsted noyddist at
taka seg úr stríðnum í somu
løtu, sum sigursmálið varð
skorað. Men tað bilti ikki
fyri javnvágina á miðvøllin-
um. Oddmar Færø varð
settur á vøllin, og hann vísti
enn eina ferð, at tað gerst
alt torførari hjá B36 venjar-
anum at finna orsøkir til
ikki at geva Oddmari møgu-
leikan ímillum teir fyrstu
ellivu.
B36 megnaði ikki at
spæla seg til nógvar mál-
møguleikar. Burtursæð frá
tí, sum bar málið við sær,
høvdu teir kanska bara tveir
møguleikar, sum kundu
borið mál við sær. Annar
var fram ímóti dystarenda,
tá ið Santos enn eina ferð
var arkitektur, og Heini í
Skorini enn eina ferð smutt-
aði frá vongverjanum, men
ta ferðina vardi Geza Turi
væl.
Ikki so sjáldan – serliga
tá ið støðan framvegis var
málleysur javnleikur – bjóð-
aði Fróði Benjaminsen seg
til í álopsspælinum, meðan
arbeiðssomu og álitisfullu
Klæmint Matras og Herbert
í Lon Jacobsen tóku sær av
verjuábyrgdini, og Mikkjal
Thomassen alla tíðina var
snaringspunktið, sum tað
bar til at spæla til.
At B36 ikki megnaði at
spæla seg til so nógvar
møguleikar komst eisini av,
at toppskjúttin ikki var við.
Sylla plagar í sovornum
støðum, sum tær vóru so
nógvar av sunnudagin, tá ið
GÍ dekkaði ógvuliga tætt,
at taka søkina í egnar hend-
ur, sneiða tveir ella tríggjar
mótstøðumenn av og harvið
at gerast vandamiklir. Tað
megnaði B36 álopið ikki
hesa ferð. Men við dyggum
handverki eydnaðist tað
kortini at vinna øll stigini.
Spæla tað teir megna
GÍ hevur verið í aldudali
síðani summarsteðgin, og
tað hevur havt við sær, at
liðið er dottið alt longri nið-
ur á talvuni.
Gøtumenn fingu einki
burturúr ímóti oddaliðnum,
men avrikið hjá heimaliðn-
um gav avgjørt ikki ábend-
ing um, at GÍ ikki hoyrir
heima í fremstu røð. Upp-
skriftin hjá GÍ var at liggja
tætt í mótstøðumonnunum
og ikki at geva teimum frið
at spæla. Tað eydnaðist í 1.
hálvleiki, men tað kostaði
nógva orku, og sum 2. hálv-
leikur leið vóru teir á árstals-
felagnum í leysari teymum,
enn teir høvdu verið.
Eftir at B36 var komið
framum, spenti GÍ álops-
bogan, men tað eydnaðist
ikki at koma til upplagdar
málmøguleikar.
Símun Louis Jacobsen og
Sam Jacobsen, sum saman
við Hans Jørgen Djurhuus
arbeiddu ógvuliga nógv á
sentrala
miðvøllinum,
høvdu
góðar
langskots-
royndir í 1. hálvleiki, men
GÍ kom ikki nærri málið,
enn tá ið Símun Louis úr
átjan metrum sendi í uttaru
síðu á stólpanum aftanfyri
landsliðsmálverjan,
sum
ofta hevur havt meiri at
gera, enn hann hevði tað
hesa ferð.
GÍ-B36 0-1 (0-0):
B36 handverkið stóð royndina
Umstøðurnar vóru ikki tær bestu, men B36 fór í arbeiðshandskarnar, tá enn trý týðandi stig vórðu fingin til høldar
savnsmynd
B36
GÍ