Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 179 - 17. september 2007 ] Dyrgdu eftir einum stigi Hóast teir einki fingu burturúr, so sigur GÍ liðformaðurin, at teir vóru nøgdir við avrikið GÍ liðformenninir fella frá, og nú er nýggjur maður við bindinum um armin. Sjálvskrivaði liðformaðurin og und­ angongumaðurin á mið­ vøllinum, Sámal Joen­ sen, hevur verið skadd­ ur nógvu tær seinastu ferðirnar. Tá ið hann var burtur, varð Poul Ennigarð liðformaður, men nú er eisini hann farin av liðnum. Nýggjur liðformaður er miðverjin Niclas Niclasen: ­ Vit fóru á vøllin fyri í hvussu so er at halda tørn um javnleikin, og so vónaðu vit, at onkur møguleiki fór at stinga seg upp til Christian Lundberg ella onkran annan. Tað gekk striltið hjá okkum at spæla okkum til málmøgu­ leikar, men vit megnaðu næstan alla tíðina at halda teimum burtur. Hvat sigur tú um málið, sum teir fingu? ­ Kanska eitt sindur tilvildarligt. Hans Pauli verður snýttur av vindinum, og so verður Heini í Skorini leysur. Tað loysnaði eitt sindur hjá B36 í 2. hálvleiki? ­Vit høvdu avrátt at liggja ógvuliga tættir í teimum, og tað eydn­ aðist væl í 1. hálvleiki. Tað kostaði orku, og so kostaði tað eisini fleiri kort. Tað bar við sær, at tað ikki bar til at liggja eins tætt í teimum, sum vit høvdu gjørt. Tá ið teir vóru komnir fram­ um, royndu vit at flyta spælið longri fram, men vit mugu bara stað­ festa, at tað eydnaðist okkum ikki at spæla okkum til málmøgu­ leikar, sigur GÍ liðfor­ maðurin Niclas Nicla­ sen. VB/Sumba fór enn eina ferð av útivølli við seks málum ímóti sær, tá ið HB uttan hóvasták avgreiddi sín setning Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo VB/Sumba fer næsta kapp­ ingarár at spæla í næstbestu deildini. Tað er ikki stødd­ frøðiliga staðfest, men eing­ in, sum var í Gundadali sunnudagin, har høgættin var væl mildari, enn hon var aðra staðni kring landið, ivaðist í, at suðuroyingarnir ikki fara at spæla í fremstu røð næsta ár. VB/Sumba spælararnir tóktust heldur ikki sjálvir at ivast í, hvør veruleikin er. Liðið hevði lítið at bjóða uppá, tá ið teir fyri aðru ferð í eina viku løgdu rygg til seks mál ímóti sær á útivølli. Niðurflytingin er altso veruleiki. Hvussu tað verð­ ur hjá HB er ein heilt annar spurningur. Hesa ferð vunnu teir 6­2, og sigurin kundi havt verið nógv størri. Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var heimaliðið frammanfyri 2­0. Fyrra mál­ ið skoraði Kári Nielsen. Hans á Lag stútaði eftir horna ímóti málinum. Vlada Filipovic hálvbjarg­ aði, og Kári Nielsen var fyrstur á returbóltinum. Fyrrverandi VB spælarin, Milan Kuljic, var ikki blíður við sínar fyrrverandi liðfelagar. Hann skoraði til 3 mál eftir at Andrew av Fløtum úti í borðinum hevði tikið bóltin av vágbingum og lagt innfyri. So var ballið buðið, og Rógvi Jacobsen, sum kans­ ka var troyttur eftir landsliðs­ ferðina, fór av vøllinum. Tað var púra greitt, at VB/Sumba fór ikki at hótta HB, og spælararnir á heima­ liðnum vóru ivaleyst eins áhugaðir í, hvussu tað gekst í Streymnesi og í Gøtu, sum teir vóru í at seta seg upp til stórsigur ímóti einum liði, sum longu hevði tapt. Undir øllum umstøðum dalaði leikferðin nógv. Jákup á Borg spældi Milan Kuljic leysan til 3­0,og Dan Djurhuus stútaði til 3­1, tá ið HB eftiransingarnar í sambandi við horna vóru verri, enn tað sømir seg liði, sum hongur í og enn onga orsøk hevur til at sleppa FM dreyminum. Seinna umfarið er ikki so nógv at skriva um. Tað var endurtøka av 1. hálvleiki. Rókur Jespersen skoraði 2 mál, og Milan Kulijic umsetti brotspark, sum var dómt ímóti honum sjálvum, til mál. Marko Moravic pyntaði um fyri VB/Sumba til 4­2 eftir uppspæl í høgru. Teir á meistaraliðnum hugsa nú saman við trúgvu áskoðarunum um stóru uppgávurnar, sum standa fyri framman. Sunnudagin var talan um avgreiðslu­ sigur. HB-VB/Sumba 6-2 (3-1): HB hongur í VB/Sumba HB HB hevði als ongar trupulleikar av VB/Sumba, sum varð sent suður við tennis-tapi Heskey brotið fótin Eftir at hava verið vrakaður til enska fótbóltslandsliðið í trý ár spældi Emilie Heskey aftur fyri Ongland í dysti­ num ímóti Russlandi í farnu viku. Hann stóð seg sera væl í dystinum og var ein viðvirkandi orsøk til, at Ongland vann 3­0. Heskey fekk nógv rós eftir dystin og fekk veruliga endurreisn sum fótbóltsspælari, men nú er hann í ringum lagi, tí leygardagin breyt hann fótin í dystinum ímóti Fulham. Heskey kann tí ikki spæla næstu landsdystirnar fyri Ongland. Einsamalli B36 málskjúttin er ovurfegin um, at tað eydnaðist at vinna øll stigini í avbjóðing, sum hann sigur at teir í árstalsfelagnum roknaðu at verða sera torføra Tað er ikki á hvørjum sinni og kanska ikki á hvørjum ári, at Heini í Skorini skorar mál. Men í nógva vindinum í Gøtu skoraði hann málið, sum bar øll stigini við sær, og sum harvið heldur B36 í tøttu kappingini við NSÍ um FM heitið. ­ Vit hava skorað fleiri mál við hasum uppspæli­ num. Santos hevur fínan sparkiførleika, og tá ið hann skiftir upp á handa mátan, so plagar tað at vera Sylla, sum hevur snýkt seg út í høgru, har hann plagar at vera leysur og síðani sjálvur at syrgja fyri málinum, sigur Heini í Skorini. Hvussu upplivdi tú málið? ­ Eg hevði góða tíð. Kanska varð Hans Pauli snýttur av vindinum. Eg fekk stundir til at lata bóltin stikla eina ferð eyka og at kanna eftir, hvar málverjin stóð, áðrenn eg smekkaði til, og tað var frálíkt at síggja bóltin fara í handara síðunetið. Hvussu upplivdi tú dystargongdina? ­ Júst soleiðis sum vit høvdu roknað við. Vit vistu, at tað fór at verða alneyðugt at stríðast og arbeiða nógv fyri at vinna, og hóast vit løgdu okkum framum, so vóru vit ikki vísir í sigrinum, fyrrenn dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Tá ið munurin bara er eitt stig, kann alt jú koma fyri. Teir royndu at leggja trýst á, men vit megnaðu at halda teimum burtur frá møgu­ leikum, greiðir málskjúttin frá. Tú hevði ein annan møguleika av sama slagi? ­ Tað var aftaná, at vit høvdu skorað málið. Ta ferðina haldi eg, at tað var eitt sindur spískari. Mál­ verjin bjargaði, men kanska skuldi eg heldur havt spælt innfyri málið, har bæði Anderson og Hanus Thor­ leifsson vóru staddir. Tað vóru annars fleiri støður, tá ið innleggini fóru tvørturum. Tey kundu havt verið vanda­ mikil, men eingin var á rætta staðnum í røttu løtuni at stýra bóltin í málið. Heini gav sær góða tíð Ikki álvarsligt hjá Inga Í sama minutti, sum B36 skoraði sigursmálið, varð Ingi Højsted skiftur út. Á vøllin fyri Inga kom Oddmar Færø. Tá ið hjálparmaðurin var komin tvørtur um vøllin til Inga, boðaði hann beinanvegin beinkinum frá, at tað var neyðugt við útskifting, og Ingi var stuðlaður í umklæðingarrúmið. Tað sá álvarsamt út, og við øllum skaðaplágunum í huga, sum Ingi hevur verið ígjøgnum, so var tað ikki sørt, at ampi var í B36 leguni. Tað skilst tó, at talan ikki er um álvarsligan skaða. ­ Ingi fekk eitt slag inn á knæið, sum hovnaði eitt sindur. Men talan er ikki um nakran álvarsligan skaða, og vit rokna við, at Ingi verður førur fyri at spæla aftur heilt skjótt, verður sagt í B36 leguni.