Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 179 - 17. september 2007 ] Ein dyst í senn Hóast tað bert eru fim­ tan stig eftir at spæla um, so vilja teir í NSÍ als ikki hoyra nakað tos um eitt møguligt FM­ heitið. ­ Hjá okkum er støð­ an tann sama. Vit hava alt ár roynt at hyggja uppeftir, og vit taka ein dyst í senn. Sjálvandi var sigurin í dag kær­ komin, men longu kom­ andi sunnudag er talan um nýggja uppgávu. Og tað er fyrst og fremst hesa, sum vit fyrireika okkum til, segði Óli Hansen, liðformaður hjá NSÍ. Spurdur, hvat tað er, sum í ár hevur givið NSÍ tað eyka drive, sum skal til, tá dystir í fleiri førum eru avgjørdir í evstu løtu, sigur Óli, at hann heldur teir vera væl fyri í ár. ­ Tað vísir seg, sum orka vit at halda trýsti­ num gjøgnum ein heil­ an dyst, og tá tað so eisini vísir seg at hepn­ ast fleiri ferðir, verður trúgvin upp á møgu­ leikan sjálvandi størri, heldur Óli. Dómarin skuldi fingið leikbann Ronnie Samuelsen var í øðini, tá Lars Müller hevði bríkslað fyri seinastu ferð á Streym­ nesi. ­ Hatta fullkomuliga oyðileggur dystin fyri okkara viðkomandi. Fyrst fáa teir eitt mál forerandi, og so fær Hans Pauli eisini reytt kort. Tað kostar so leikbann til hansara, og tað svíða vit fyri. Men mín meining er so, at ein slíkur dómari sjálvur skuldi fingið leikbann í fleiri dagar, segði Ronnie. Eriksson fær fleiri pengar Nýggi eigarin av Manchester City, thailendski Thaksin Shinawatra, er als ikki liðugur at styrkja um felagið. Sambært enskum miðlum fer hann í næstum at handa Svenn­Goran Eriksson ikki minni enn 1,6 mia kr., sum venjarin kann nýta til spælarakeyp. Undan kappingarárinum keypti Manchester City spælarar fyri 450 mió kr., og málið hjá nýggja eigaranum er, at felagið skal vinna sær sæti í Champions League til komandi kappingarár. Rasismumál í Gøtu Dimmalætting skrivar í dag, at ein hending kring vøllin í Sarpugerði nú verður fráboðað FSF sum rasismumál. Undir dystinum millum GÍ og B36 rópti ein áskoðari niðrandi rasist­ iskar viðmerkingar eftir Alex José dos Santos hjá B36. Trygd­ arfólk hjá GÍ fingu áskoðaran burtur, men sambært Dimma­ lætting verður málið nú sent FSF, sum skal taka støðu til, hvørt hetta skal fáa avleiðingar. Við einum máli í yvirtíðini prógvaði NSÍ enn einaferð, at teir væl kunnu gerast heilt drúgvir í oddastríðnum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast vindurin til tíðir hevði hug at darva spæli­ num nakað, so gjørdist talan um ein av teimum heilt undirhaldandi fót­ bóltsdystunum, tá NSÍ var á vitjan á Streymnesi. Undirhaldandi, tí talan var um ein dyst, har báðir partar fóru á vøllin fyri at vinna. Og tó at bíðast skuldi í meira enn seks korter eftir einsamalla málinum, so høvdu báðir partar undan hesum misnýtt fyri seg. Ikki tí at talan var um so øgiliga nógvar møguleikar. Tað nógva av spælinum gekk støðugt fyri seg á miðjum vølli, har Ronnie Samuelsen og Símun Elia­ sen høvdu nógvar og harðar nærdystir við Nenad Stan­ kovic og Sjúrð Jacobsen. Vertirnir høvdu vindin undan fyri steðgin, og tað tóktist eisini geva teimum fyrimun. Støðugt reikandi Hans Pauli Samuelsen og Sorin Anghel vóru fleiri ferðir um reppið at skræða gestaverjuna heilt sundur, men Pól Thorsteinsson, Óli Hansen, Johan Troest Davidsen og Einar Hansen megnaðu støðugt at standa ímóti. Og í hinum endanum royndu gestirnir at dúva upp á kontra. Serliga tóktist Hjalgrím Elttør væl upp­ lagdur, tá hann royndi at bjóða av, men størsta møguleikan av øllum fekk Christian Høgni Jacobsen, tá hann brádliga stóð púrasta blankur. Tað eydn­ aðist honum eisini at taka innleggið frá Pól Thors­ teinssyni niður, men skotið varð brent beint í krovið á René Tórgarð. Og hetta var líka sum startskotið hjá EB/ Streymi. Fyrst langaði Hanus Eliasen bóltin á undirsíðuna av tvørtrævn­ um, áðrenn Sorin Anghel stútaði returin uppum. Og løtu seinni fekk ein sitandi Arnbjørn Hansen akkurát ikki nóg mikið av ferð á bóltin eftir eina trídupulta roynd frá EB/Streymi, og so kundi Pól rudda burtur á sjálvari málstrikuni. Seigir runavíkingar NSÍ hevur fleiri ferðir í ár koppað dystunum rætta vegin í evstu løtu. Ikki min­ st man hetta vera, tí liðið í ár er kropsliga sterkari enn tey flestu, og teir nýttu eisini hendan fyrimunin á Streymnesi. Stóran part av seinna hálvleiki var talan um mass­ ivt trýst móti EB/Streyma­ málinum, og tá Sorin Ang­ hel keikti sær fótin og noyddist av vøllinum, mistu vertirnir týdningarmesta kontra­vápnið. Hjalgrím Elttør hóreiggj­ aði sær alt meira í vinstra borðið, sum dysturin leið, og ferð eftir ferð mest sum skræddi hann verjuna hjá EB/Streymi sundur. Og tað var eisini hann, sum var upphavsmaður til størsta møguleikan av øllum, men Jónhard Fredriksberg fekk ikki hildið javnvágini, tá hann hevði tikið bóltin inn um René Tórgarð, og so tóktist alt skula enda málleyst. At B36 hevði skorað í Gøtu frættu viðhaldsfólkini hjá NSÍ sjálvandi, men rópini frá teimum tóktust tó vera til fánýtis, áðrenn sigursmálið brádliga kom. Og tað mest sum burtur úr ongum. Nenad Stankovic kipti bóltin inn aftur í brotsteigin eftir áhaldandi NSÍ­trýst. Og hóast vertirnir vóru í øðini, tí teir mettu fríspark verða framt móti René Tórgarð, so hjálpti hetta einki, tá bólturin spakuliga sigldi yvir í handara síðunet. Og so gjørdi tað ikki dagin hjá vertunum betri, at Hans Pauli Samuelsen í seinastu sekundunum fekk beinleiðis reytt fyri harða stempling móti Pól. Frustratiónirnar vóru sjónligar, og tapið ber heilt víst við sær, at EB/Streymur nú er endaliga úti úr gulldystinum. Hjá NSÍ livir vónin um fyrsta FM­gullið framvegis væl og virðiliga. Á pappírinum var dystinum sunnudagin kanska truplasta uppgávan av øllum teimum, sum eru eftir á kapping­ arskránni, og tí var fagn­ aðurin skilliga stórur eftir sigurin. EB/Streymur-NSÍ 0-1 (0-0): Gyltur bóltur til Runavíkar Hóast onkrir av møguleikunum vóru heilt stórir, so lá ein málleysur javnleikur leingi í luftini á Streymnesi Mynd: Álvur Haraldsen NSÍ EB/S