Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 179 - 17. september 2007 ] U19- kvinnur til Noregs U19-landsliðið í kvinnuflogbólti fer nú til Noregs, har tær skulu kappast um NM- heitið Flogbóltur Tíðindaskriv Kappingin verður leikt í Randaberg í Noreg beint uttanfyri Stavang­ er, og eru Føroyar í bólki við Noreg og Ong­ landi, sum er gestalið í kappingini. Í hinum bólkinum eru Danmark, Svøríki og Ísland. Føroyska liðið var eisini við til hesa kapp­ ing í fjør ár, og tá end­ aður tær á 4. plássi frammanfyri Ongland og Ísland, sum Føroyar vunnu ávikavist 3­2 og 3­0 á. Liðið tapti tá 3­0 ímóti Noreg, men vunnu 1 sett ímóti bæði Danmark og Svøríki. Fysti dysturin hjá Før­ oyum verður fríggja­ morgunin ímóti Noreg, og næsti dysturin verð­ ur leygarmorgunin móti Onglandi. Á Føroyska liðnum eru:Elsa Nielsen, Ruth Thomassen, Annika á Stongum, Helga Gutte­ sen, Birgit Guttesen, Unn Petursdóttir, Kate Kalsø, Eina Kalsø, Sóley Poulsen, Ella Joensen, Sólvá Dimon og Katrin Petersen. Venjarar eru Magnus Tausen og Niclas Joen­ sen. Búgvi tapti fyrsta dystin Búgvi Poulsen tók um vikuskiftið lut í HM­kappingini í Judo, sum verður hildin í Rio de Janeiro. Í fyrsta umfarinum bardist Búgvi móti einum grikka, og longu eftir 16 sekundum var dysturin av. Tá hevði grikkin fingið gott tak á Búgva og fekk kasta hann, og hetta gav fult stigatal. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar hava tikið lut í HM­kappingini. Saman við Búgva var formaðurin í Judosambandinum, Sofus D. Johannesen, eisini við á ferðini. Samanleggingar á skíggjan KL. 18.30 í kvøld á Rás 1 hjá Televarpinum umrøður FSF­varpið ætlanirnar um at leggja fótbóltsfeløgini í Suðuroy saman. Ætlanirnar eru komnar so væl áleiðis, at um limirnir í feløgunum taka undir við at leggja saman, kunnu feløgini í Surðuroy vera vorðin eitt fótbóltsfelag longu í heyst. Gestir í sjónvarpsstovuni eru Jóan Petur Olgarsson, formaður í TB, og Magnus á Stongum, umboðsmaður fyri EB/Streym. Magnus greiðir frá samanleggingini í Sundalagnum, sum hevði við sær, at Sundalagið nú eigur eitt topplið í Formuladeildini. Serliga sandoyingar høvdu málmøguleikar í 1. hálvleiki, men hvørgin parturin skoraði í uppgerð, sum var eyðkend av, at lyklaspælarar noyddust at taka seg aftur orsaka av skaðum Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eitt stig í part og einki mál. Tað var úrslitið, eftir at Skála og B71 høvdu stríðst í hálvan anna tíma í upp­ gerð, sum var undirhaldandi, hóast eingi mál vórðu skor­ að, og sum hevði havt uppi­ borið, at mál vórðu skorað. B71 er framvegis í evarska lítlum vanda fyri at flyta niður. Um tað skuldi gingið heilt av skriðuni, og B71 um ein stóran mánað noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina, so er skjótt at finna stigini, sum kundu havt bjargað temum sessin í bestu deildini. Serliga í 1. hálvleiki vóru sandoyingar grammir og uppsettir, meðan heimaliðið tóktist sera lítið avgjørt. Clayton Soares, sum ann­ ars plagar at vera ógvuliga tryggur, misnýtti úr góðari støðu, tá ið hann sendi við síðuna av málinum, og tað gjørdu eitt nú ungu menninir Rasmus Nielsen og Gud­ mund Nielsen eisini. Fyrsta hálva tíman spældu sandoyingar fótbólt, og teir fingu loyvi at spæla á stórum parti av vøllinum. Heimaliðið lá aftarlaga, og tá ið skála­ menn fingu fatur á bóltinum, so var tað so skjótt, at teir servaðu hann yvir aftur á mótstøðuhálvuna, har tað so var luturin hjá Boga Greger­ sen og Debus Danielsen at jagstra bóltin. Tað vóru vána­ ligar fyritreytir hjá álopsspæl­ arunum, og B71 var skjótt aftur á kroppinum á Skála­ verjuni. Síðsta korterið undan steðginum fótaði heimaliðið sær, og í 2. hálvleiki, tá ið skálamenn høvdu fríska lotið undan, vóru teir væl betri við, enn teir høvdu verið. Tá ið tað restaðu tjúgu min­ uttir var um reppið, at Skála legði seg framum, men stút­ arin hjá Debusi Danielsen fór omanfyri málið. Alexandur Johansen hevði eisini góðan møguleika at skora fyri heimaliðið. Í hinum endanum var B71, eftir at lítið korter var farið av 2. hálvleiki, um reppið at fáa mál, men bólt­ urin brast í stólpan. Fyri báðar partar kom tað illa við, at stuðulsspælarar noyddust av vøllinum, tí teir vóru skaddir. Miðskeiðis í 1. hálvleiki noyddist Skála liðformaðurin, Pauli G.Han­ sen, at taka seg aftur, eftir at hann í nærdysti var vorðin skaddur. Á vøllin í staðin fyri hann kom Slavisa Kaplanovic, sum hevur havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum. B71 toppskjúttin, Clayton Soares, noyddist fimm min­ uttir undan steðginum at taka seg aftur. Í hansara stað kom blaðungi René Clementsen, sum ikki hevur spælt á besta liðnum. ­ Tað er torført at seta seg upp, tá ið støðan hjá okkum er, sum hon nú er. Vit fara hvørki uppeftir ella niður­ eftir, staðfestu skálamenn. ­ Sjálvandi iðra vit okkum um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál burturúr góðu møgu­ leikunum. Men hugburðurin var góður, og tað hevur stór­ an týdning, tá ið vit hugsa, hvussu gongdin hevur verið seinastu ferðirnar, staðfestu sandoyingar. Skála-B71 0-0: Stórt fýrverkarí á Skála B71 Skála Tvífaldi heims- meistarin í formil 1 Fernando Alonso kendi til njósnara- tilfarið, sum McLaren liðið hevði og var til reiðar at brúka hesa vitan, men av tí at hann valdi at vitna móti arbeiðsgevara sínum, fær hann onga revsing Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Hendan vikan fer at standa, sum ein tann svartasta í søguni hjá formil 1 liðnum hjá McLaren­Mercedes. 100 milliónir dollarar í bót og dømdir at missa øll stigini í kappingini um heimsmeist­ araheitið fyri lið, er ikki hiss­ ini revsing, men sambært for­ setanum í motorítróttarfelags skapinum FIA, skal McLaren prísa seg lukkuligan um, at revsingin var somikið lin. McLaren hava sambært Max Mosley hunddálka kapp­ ingina um meistaraheitið í ár, og FIA umhugsaði at senda liðið til hús, og biðja tey um ikki at vísa seg aftur fyrr enn í 2009, um liðið enn var til, til tað tíð. Hetta váttar eisini formil 1 forsetin, Bernie Ecclestone. Alonso visti um njósning Teir báðir koyrararnir hjá McLaren liðnum eru ikki raktir av revsingini, tí teir sambært FIA valdu at sam­ starva við kappingardóm­ stólin. Hetta merkir tó ikki, at teir eru fullkomiliga ósek­ ir, Millum annað bar BBC tíðindi um, at dómstólurin hevði útskriftir av teldupost­ samskifti millum heims­ meistaran Fernando Alonso, royndarkoyraran, Pedro de la Rosa og McLareb høvuðs­ sniðgevan Mike Coughlan, har teir tosaðu um, hvussu teir skuldu brúka tær 780 síðurnar av tilfari, ið Cough­ lan hevði fingið frá høvuðs­ mekanikaranum hjá Ferrari, Nigel Stepney. Illur forseti Max Mosley forseti í FIA, legði harðliga eftir liðstjór­ anum hjá McLaren, Ron Dennis, ið sambært FIA visti um njósnaratilfarið. Ein sjónliga illur, Mosley segði, at tað var hugstoytt at uppliva, at ein maður, ið tú hevur kent í 30 ár stendur og lýgur upp í andlitið á tær, og sigur, at hann einki kennur til nakra njósning, fyri síðan at verða avdúkað­ ur. Sambært bretskum miðl­ um er McLaren liðið varis­ ligt við at úttala seg, og rind­ ar væntandi bótina uttan at muta ímóti. Alonso var við í njósning Fernando Alonso sleppur framvegis at koyra. Men eisini hann stendur í fokus í stóru gøluni, sum hevur rakt Formil 1 kappingina Mynd: Polfoto/AP