Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 17. september 2007 31 lýsingar Størv sum havnaumsjónarmenn við Fuglafjarðar havn 2 størv sum havnaumsjónarmenn við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. novemb­ er 2007 ella so skjótt sum til ber eftir hetta. Førleikakrøv: Útbúgving sum navigatørur og før­ leika í enskum máli bæði í skrift og talu, somuleiðis sum tú skal duga at orða teg væl bæði munnliga og skrivliga í føroyskum máli og haraftrat hava teldu­ kunnleika á brúkarastøði. Vit bjóða tær: Eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina. Setanarviðurskifti: Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara­ & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir vm. Starvstreytir: Umsøkjararar við royndum innan sjóvinnu hava fyrimun. Fyrsta árið verður at rokna sum royndarár. Hevur tú áhuga so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum og møguligum CV og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Postboks 30, 530 Fuglafjørð­ ur, og skal henda verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 03. oktober 2007 kl. 16.00. Fleiri upplýsningar Um starvið fáast við at venda sær til Sigurð S. Simonsen, borgarstjóra á telefon 737777 ella til Jákup Frants Larsen, býráðsskrivara á telefon 737702. Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka. Fuglafjørður, tann 12. september 2007 Fuglafjarðar kommuna Lýsið við brúktum bilum Internet