mánadagur 17. september 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 179 - 17. september 2007
lýsingar
Sløkkiliðsfólk til
Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 1 leysum
sløkkiliðsfólki M/K til Fuglafjarðar sløkkilið til setan
1. november 2007 ella skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava
heilsuváttan, revsiváttan og stóra koyrikortið. Tó
kunnu persónar, sum ikki lúka krøvini fyri koyrikorti,
søkja størvini við teirri treyt, at hetta verður fingið til
vega skjótast, um teir verða settir í starv.
Somuleiðis verður kravt, at umsøkjarar antin hava ella
skulu taka neyðugt grundskeið í 1. hjálp. Neyðuga
víðari útbúgving sambært kunngerð um útbúgving
av sløkkiliðsfólkum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsningar um starvið eru at fáa frá bruna
stjóranum William S. Askham á telefon 737800.
Møguligar umsóknir, ið skulu verða skrivligar, skulu
verða Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B, 530
Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 28. september
2007 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn
komnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður, tann 07. september 2007
Fuglafjarðar kommuna
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring
veitst tú ikki tað?