Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-17, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2007síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 179 - 17. september 2007 33 lýsingar Bókavørður Eitt starv sum bókavørður er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um vanligt bóka- varðaarbeiði, eitt nú skráseting, røkt, avgreiðslu og ráðgeving. Starvið fevnir eisini um aðrar ikki-bókavarðaupp- gávur sum bókhald og avgreiðslu um FSL-skipan- ina. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipanina Aleph/eLib-booking, og hevur bókavørðurin saman við KT-vørðinum ábyrgd av samskiftinum við veitaran av skipanini. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • útbúgving sum bókavørður • royndir við bókasavnsarbeiði • royndir og/ella áhuga fyri bókhaldi og at nýta FSL-skipanina • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum, og sum kennir til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Skrivstovufólk Eitt starv sum skrivstovufólk er leyst at seta frá 1. november 2007 ella skjótast til ber. Arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um móttøku og avgreiðslu av viðskiftafólki, útlán av undirvísingar- miðlum, røkt av bókasøvnum og ymiskt praktiskt arbeiði í sambandi við skeiðsvirksemi. Landsmiðstøðin nýtir bókasavnsskipaninar Aleph og eLib-booking. Vit sóknast eftir fólki, sum hevur • skrivstovuútbúgving/skrivstovuroyndir • viðkomandi arbeiðsroyndir, eitt nú frá bókasavni • førleika og áhuga í at nýta teldu í arbeiðinum • kunnleika til Aleph ella aðra líknandi bóka- savnsskipan og hevur • hollan kunnleika í føroyskum. Felags fyri bæði størvini Lýkur tú øll ella flestu førleikakrøvini omanfyri, dámar tær at arbeiða sjálvstøðugt, ert tú røkin, ert tú tænastuhugað/-ur, hevur tú góð samstarvsevni og hevur tú lætt við at samskifta við fólk, er tað helst tær, vit hava brúk fyri. Vit kunnu bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv í einum stovni, sum hevur samskifti við flestu skúlar og lærarar í landinum, og sum hevur tætt samstarv við eitt nú Mentamálaráðið, Landsbóka- savnið og Føroya Gjaldstovu. Talan er um størv í fulla tíð. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið. Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, starvs- royndir v.m. skulu vera Landsmiðstøðini í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Umsókn Umsókn við prógvum, c.v., o.ø. skulu sendast til: Landsmiðstøðin Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3084 FO-110 Tórshavn ella t-post: lms@lms.fo Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. oktober 2007. Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Petur Simonsen, stjóra í Landsmiðstøðini, tlf. 356850 ella 220414. Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum vikarur? Ella komið í eitt fast starv? Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir tíðini sjálv/ur? Vit hava eisini brúk fyri pensionist- um og lesandi. Vit røkka um alt landið. Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00 TEMP-TEAM er eitt vikarbureau. TEMP-TEAM Føroyar er ein partur av fleiri deildum runt um í Europa og úti í heimi. Okkara uppgáva er at finna starvsfólk, ið kunnu arbeiða sum vikarar og tey sum vilja koma í eitt fast starv, bæði á sjógvi og landi. Kom og skráset teg Lesið Sosialin - so eru tit við