týsdagur 18. september 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 180 - 18. september 2007
Nú mugu áhaldandi
oljudálkingarnar
steðgast. Vit skulu
bara hava politiskan
vilja til at seta
neyðugu tiltøkini
í verk. Hetta sigur
tingmaður, sum
hevur reist dálkingina
av sjónum á Løgtingi
við fyrispurningi til
landsstýrismannin í
umhvørvismálum
Umhvørvi
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Nógvu
oljudálkingarnar
seinnu árini hevur fingið
javnaðartingamannin, John
Johannesen, at reisa málið
á Føroya Løgtingi við skriv
ligum
fyrispurningi
til
Jacob Vestergaard, lands
stýrismann í umhvørvismál
um.
John Johannesen sigur, at
ætlanin er, at fyrispurning
urin skal skunda undir eina
politiska loysn á hesum álv
arsama
umhvørvistrupul
leika,
Í fyrispurninginum spyr
tingmaðurin, hvørji stig
landsstýrismaðurin fer at
taka fyri at steðga áhaldandi
oljudálkingunum í føroysk
um havnum og firðum.
Hann vísir til grein i Sosial
inum fríggjadagin, har tað
kemur fram, at tað síðani
2001 hava verið staðfestar
62 oljudálkingar á Havnar
vág síðani 2001. Í 24 førum
eru dálkingarnar á Havnar
vág meldaðar til Fútan,
men sambært kommununi
eru bert sjey av málunum
avgreidd. Í tveimum førum
varð bót givin fyri dálking
ina. Onnur bótin var 500
krónur og hin 3.500 krónur.
Sostatt eru tað tilsamans
útskrivaðar
bøtur
uppá
4.000 krónur fyri 62 stað
festar oljudálkingar.
Fyrispurningurin
hjá
John Johannesen er býttur
upp í seks partar.
Hvørji stig ætlar lands
stýrismaðurin at taka fyri
at steðga áhaldandi olju
dálkingunum í føroyskum
havnum og firðum?
Er
landsstýrismaðurin
nøgdur við lógarverkið
viðvíkjandi oljudálking
um? Um ikki, hvørjar
dagføringar heldur hann
so vera neyðugar
Er
landsstýrismaðurin
sinnaður at virka fyri eini
nullloysn á hesum øki,
har vit seta okkum fyri,
at oljudálkingar als ikki
skulu koma fyri í Føroy
um? Og hvussu heldur
landsstýrismaðurin,
at
slík loysn kann røkkast
Heldur landsstýrismaður
in núverandi revsitiltøk
fyri oljudálking vera á
hædd við tey hjá øðrum
sjóvinnutjóðum, ið vit
samanbera okkum við?
Hvørji revsitiltøk heldur
landsstýrismaðurin vera
rímilig at seta í verk ímóti
teimum, ið av ósketni og
berum gáloysni dálka før
oyskar havnir og firðir
við olju?
Er
landsstýrismaðurin
kunnugur um, at mál um
oljudálkingar hava ilt við
at verða avgreidd hjá
Fútanum, og hvat ætlar
landsstýrismaðurin
sær
at gera við hetta?
Í viðmerkingunum til fyri
spurningin stendur, at olju
dálkingar eru vorðnar ein
alt ov vanligur trupulleiki í
Føroyum. Og tíverri tykist
politiska huglagið hesum
viðvíkjandi ikki vera fræg
ari enn at yppa øksl, suffa
og siga »aftur nú«.
Reykjavík sum
fyrimynd
John Johannesen staðfestir,
at hetta er ein álvarsamur
trupulleiki fyri føroyska
samfelagið, og enn meira
fyri umhvørvið. Somuleiðis
er atgerðarloysið á hesum
øki beinleiðis í andsøgn til
aðalmálið í Vijsón2015, um
at »umhvørvið skal vera
frítt fyri mannelvdari dálk
ing og náttúruinntrivum,
sum kunnu hótta heilsu
menniskjanna og fjølbroytni
og vakurleika náttúrunnar«.
Tingmaðurin hjá Javnað
arflokkinum heldur tað vera
vert at leggja til merkis, at
tað sambært somu grein í
Sosialinum eru 20 ár síðani
seinastu oljudálkingina í
Reykjavíkar Havn. Aftur
ímóti eru tær 62 ojudálk
ingarnar í Tórshavnar Havn
síðani 2001 ræðulig hagtøl,
heldur hann.
Oljudálking fyri tingið
Í Reykjavík hevur ongin oljudálking verið
seinastu 20 árini, meðan tað hava verið
heili 62 í Havn bara seinastu seks árini
Savnsmynd
Eftirlýsa brúkaraumboðsmann
Samtak heitir á løgtingið um at seta brúkaraumboðsmannin á stovn.
Landsstýrismaðurin við vinnumálum umframt aðrir samgonguflokkar hava
á fundi við fakfeløgini lovað, at nú skal føroyski brúkarin tryggjast. Breið
semja hevur verið um henda týdningarmikla stovn, sum var ein nattúrligur
partur av marknaðarføringslógini, sum júst hevur verið til hoyringar. Júst
hví brúkaraumboðsstovnurin hvarv, er tað ongin sum rættiliga kann siga,
men løgtingið hevur heimild at fáa brúkaraumboðsstovnin á dagsskránna
aftur. Fyri føroyska brúkaran er neyðugt við einum slíkum stovni og lógum
annars, sum tryggja rættin hjá brúkarum. Eisini undrast Samtak á ikki
hava fingið uppskotið um nýggja marknaðarføringslóg til hoyringar frá
Vinnumálaráðnum.
Guðrið útgávukonsert
í Gøtu
Leygardagin 21. septembur verður undanútgávukonsert í
Losjuni í Gøtu við songkvinnuni Guðrið Hansdóttir. Við
sær hevur hon Rannvu Jacobsen, sum skal seta hol á
kvøldið. Guðrið hevur júst útgivið sína fyrstu fløgu,
Love is Dead, og tó at Guðrið ofta evur spælt í Losjuni
fyrr, so verður hetta fyrstuferð hon hevur eina útgávu
við sær, og eisini fyrstuferð hon hevur bólk við.
Tónleikasamtakið GRÓT skipar fyri konsertini, og hon
byrjar klokkan 21 leygarkvøldið.