Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 180 - 18. september 2007 Lóg fer at savna kvotur Grønlendska fiski- og veiðimannafelagið KNAPK vil ikki vita av einum uppskoti hjá landsstýrinum um broytingar í fiskivinnulóggávuni. Sum er kunnu einstaklingar og feløg í Grønlandi keypa og selja rækjukvotur, men landsstýrið ætlar, at tað skal eisini bera til at keypa og selja aðrar kvotur. Tað vil KNAPK ikki gíðtaka. Felagið vísir á, at handil við øðrum kvotum fer at savna kvoturnar á fáum hondum, soleiðis sum støðan er í Íslandi. Lógaruppskot fer at savna kvoturnar í Grønlandi, heldur KNAPK (Mynd: KNAPK) Vil hava ísbjarnabann Bretski umhvørvismálaráðharrin, Hilary Benn, heldur, at altjóða samfelagið eigur at gera reglur at forða fyri, at stuttleikaveiðimenn sleppa at selja úrdráttir av ísbjarnum. Fyri nøkrum døgum síaðni vistu bretsk bløð at siga, at bretskir stuttleikaveiðimenn eru til reiðar at gjalda næstan 185.000 krónur fyri at sleppa at skjóta eina ísbjørn. Hilary Benn sigur, at altjóða samfelagið má venda sær ímóti slíkum, serliga tí at íabjørnin nú er hótt. Rætting til yvirskrift Óneyðugt er at greiða lesarunum frá, at tað við jøvnum millumbilum koma skrivi- og stavifeilir í blaðið. Serliga óheppið er tað, tá hetta kemur fyri í yvirskrifum. Soleið- is var í gjár, tá ein grein hevði yvirskriftina »Stúgstappa trapputing«. Her skuldi sjálvandi staðið »Stúvstappað Trapputing«. Viðmerkjast skal, at greinskrivarin er ein av okkara góðu »málmonnum«, og tað var heldur ikki hann, ið átti feilin. Við biðja lesaran halda okkum til góðar. - redaktiónsleiðslan Sangbólkurin SALT kemur við nýggjari fløgu í hesi vikuni. Nú verður lættari hjá teimum, eftir at søluavtala er gjørd við sølufelagið Gjamma SALT skal bert hugsa um sangin Vandi er fyri, at eingin íbinding verður til Norðoyatunnilin á nýggjárinum GJAMMA.com og SALT hava gjørt avtalu um distribu- tión og sølu av nýggju fløguni “Try Again” hjá bólki- num SALT sum kemur út í vikuni. Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsbyrðuna hjá lim- unum í sangbólkinum, sum annars skuldu farið runt land og ríkið fleiri ferðir til tess at hildið marknaðin við líka. - Vit hava frammanundan eina skipan har vit fara runt til fleiri handlar í landinum við fløgum einaferð um mánaðin, so hetta passar væl inn í okkara arbeiði, sigur Andrew Djurhuus frá GJAMMA. Fleiri og fleiri av teimum sum geva út tónleik síggja at tað loysir seg at fáa onnur at taka sær av arbeiðinum rundan um útgávuna. So kunnu tey hugsa meira um at gera eina góða fram- leiðslu og minni um baksið sum stendst av tí praktiska arbeiðinum. Hetta er avgjørt eisini ein fyrimunur hjá handlunum sum ikki nýtast at fara runt til so nógv ymisk fólk til tess at fáa fatur á ymiskum fløgum, men heldur kunnu handla við ein. GJAMMA.com læt annars fyri stuttum upp eina heimasíðu, har til ber at leita eftir og keypa tónleik og filmar við kristiligum innihaldi. - So vítt vit duga at síggja, er eingin onnur heimasíða í Føroyum innan tónleik sum hevur so nógvar titlar inni. Vit leggja støðugt afturat, bæði nýtt og gamalt, siga tey frá GJAMMA.com. sb. Norðoyatunnilin kann missa íbindingina í Leirvík Vandi er fyri, at eingin íbinding verður til Norðoyatunnilin á nýggjárinum SAMFERÐSLA Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tá ið tú kemur koyrandi úr Norðoyatunlinum til Leir- víkar, er tunnilsvegurin bundin í kommunala vegin á vegamótinum út á Vík. Tað er gjørt sambært sátt- mála millum P/f Norðoya- tunnilin og Leirvíkar komm- unu. Hesin sáttmáli fer úr gildi tann 31. desember í ár, og sambært heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu kann tað henda, at einki samband verður á nýggjárinum. Sagt verður, at enn røkist einki fyri einari varðandi loysn av vegaføringini. Myndugleikarnir nokta at gera íbinding í Víkavegin í samband við vegin gjøgnum bygdina. Og higartil hava hvørki landsstýri ella løg- ting gingið áheitanini frá bygdarráðnum á møti um at leggja landsvegin uppi á Brekkum. Sum støðan er nú, verður tí ikki brúk fyri fyri íbindingini í Víkavegin, sum upprunaliga ætlað. - Fyri at hetta málið ikki skal koma óvart á nakran av pørtunum, hevur komm- unan kunnað myndugleik- arnar um, at neyðugt er at søkja kommununa um at longja íbindingarloyvið til tunnilsvegin. Verður einki gjørt rættiliga skjótt, er vandi fyri at eingin íbinding verður millum tunnilsvegin og kommunala vegin í Leir- vík aftan á nýggjár, skrivar kommunan á heimasíðuni.