Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 180 - 18. september 2007 Kirkjan eigur at undirvísa mini­ konfirmantum í 4.­5. flokki, og bispur skal tryggja, at kirkjan er rúmlig, og at tey smærru plássini verða styrkt. ­ Vit mugu fylgja við og vera kirkja av tíðini, vit liva í í dag, heldur Jákup Reinert Hansen, biskupsvalevni BISKUPSVAL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Googlar tú eftir Jákupi Rein­ ert Hansen á internetinum, koma fleiri áhugaverd leinki fram. Umframt at hava skrivað eina Ph.D.­rit­ gerð um Jákup Dahl, hevur hann eitt stórt netverk við vísindafólk og granskarar í okkara grannalondum, og tað er ikki so sjáldan, hann verður biðin at skriva grein­ ir í bæði ensk, týsk og norð­ urlendsk tíðarrit og bøkur. Hann las guðfrøði í Århus og las eitt skifti í Rom. Umframt at granska nógv sum guðfrøðingur, roynir hann seg eisini av og á sum ferðaleiðari í Føroyum fyri at halda málsligu førleikar­ nar við líka, og hann man vera ein av teimum fáu prestunum í Føroyum, sum tú kanst síggja spæla guitar í prestakjóla. Hetta ger hann serliga fyri konfir­ mantum. Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur? ­ Fyri tað fyrsta havi eg fingið áheitanir, og fólk hava sagt, at tey biðja fyri mær. Fyri tað næsta haldi eg meg hava nakrar førleik­ ar, bæði viðvíkjandi útbúgv­ ing og starvsroyndum. Eg havi verið prestur í 25 ár í november. Tað, sum eg havi arbeitt við vísindaliga, er tað praktiska: sálmar, præ­ dikur og ritual, sum hevur samband við tað, kirkjan er í gerandisdegnum, sigur Jákup Reinert Hansen, prestur á Sandi. ­ Harafturat havi eg verið formaður í Prestafelagnum seinastu 11 árini, har eg havi fingið innlit í lógar­ verkið og nógvar av teimum trupulleikum, sum kunnu standast innan kirkjuna, og havi eg verið til at loyst hes­ ar trupulleikar. ­ Eg siti í kirkjuliga fylgi­ bólkinum í sambandi við yvirtøkuna, og beint eftir páskir var eg ráðgevi hjá Mentamálaráðnum, áðrenn tær fyrstu kirkjulógirnar vórðu lagdar fyri Tingið. Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna ann­ ars í Føroyum? ­ Tað, sum hevur týdning, er, at viðkomandi skal kenna tað, hann er leiðari fyri. Eg ætli mær at vitja hvørt einasta kirkjuráð í Føroyum og læra at kenna hesi fólk persónliga, sigur Jákup Reinert Hansen. Loysa organists­ purningin ­ Eg havi varhugan av, at trupulleikar finnast í smærru støðunum í landi­ num, sum illa kunnu loysast lokalt, t.d. organistspurning­ urin, sigur prestur, sum heldur, at kreftirnar eiga at savnast og brúkast betur. ­ Kirkjan má fáa í lag útbúgving á ymiskum stig­ um, so fólk fáa førleika og kunnleika til kirkjutónleik, sigur Jákup Reinert Hansen, ið tekur undir við kirkju­ ráðslimi, ið hevur skotið upp, at minst eitt lønt urgu­ leikarastarv átti at verið í hvørjum prestagjaldi. Jákup Reinert Hansen ásannar, at hetta krevur pening, eins og samstarv millum kirkjuráð. Men hann minnir tó á, at hetta kann koma í lógina um kirkjuráð, sum er áveg­ is. ­ Eg hevði vitjað allar prestarnar og spurt um embætið, sigur Jákup Rein­ ert Hansen, um hann verður valdur bispur. Hann metir, at nógvir dugnaligir prestar eru í Føroyum, og at vit áttu at savnað og brúkt kreftirnar, av tí, at tað kann vera eins­ ligt at arbeiða sum prestur, og tí tað ikki ber til hjá prestum at tosa við øll um tað, teir uppliva í gerandis­ degnum. Fleiri prestar í Føroyum ­ Vit mangla prestar í Før­ oyum. Eitt nú í Hoyvík áttu tveir prestar at verið settir beinanvegin og bygt hetta upp. Gott hevði verið, um ein prestur, sum var knýttur til stiftið, kundi traðkað til, tá ið á stóð. Hesin skuldi so eisini gjørt tilfar til undir­ vísing og gransking, sigur Jákup Reinert Hansen, ið tó ikki sigur seg vilja koma út við øllum møguligum ætl­ anum undan valinum, av tí, at hann heldur sigur seg vilja byggja á veruligar ana­ lysur. Ella sum Jákup Reinert Hansen sjálvur orðar tað: ­ Ein leiðari kann ikki ganga einsamallur! Floyalshandskar og diplomatfrakki Hvørjar verða høvuðsupp­ gávurnar hjá bispi? ­ Hetta havi eg lýst við myndini av arbeiðsklæðu­ num hjá bispi, sigur Jákup Reinert Hansen og sipar til tað, hann hevur sagt á kjak­ fundunum higartil, har hann hann eitt nú hevur nevnt tann svarta kjólan. Bispur skal fyrst og fremst vera prestur og ein góður teologur, tí tað stendur í biskupsritualinum, at bispur skal hava umsjón og umsorgan fyri prestunum, sigur Jákup Reinert Hansen. Somuleiðis heldur hann, at bispur skal hava vanlig hampaklæði, tí nógv umsit­ ing og skrivstovuarbeiði fylgir við starvinum. ­ Harafturat skal hann hava floyalshandskar og diplomatfrakka, sigur Jákup Reinert Hansen og heldur fram í sínum myndamáli, har hann leggur dent á, at biskupskápan er ein ferða­ kápa, tí bispur skal eisini umboða ta føroysku kirkj­ una uttanlands. ­ Bispur skal vera máls­ liga væl fyri, okkara umboð uttanlands, so vit ikki verða avbyrgd her í Norðuratlants­ havi, sigur Jákup Reinert Hansen. ­ Sjálvur seti eg tað ógvu­ liga høgt at prædika. Bispur er vígdur til orðsins tænastu, sigur prestur og leggur aft­ urat, at bispur kann prædika í øllum teimum 60 kirkj­ unum í Føroyum, og tað ætl­ ar hann sær eisini at gera, verður hann valdur. Tryggja rúmligu kirkjuna Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini? ­ Fólkakirkjan líkist sam­ felagnum, Tað er stórur munur á teimum stóru og smærru plássunum, men vit eru eitt land, so hvussu styrkja vit tey smærru plássini? spyr Jákup Reinert Hansen. Hann nevnir eisini ta sonevndu polariseringina, sum hann heldur, at fjølmiðlarnir hava havt stóran áhuga fyri. Serliga tað, sum hevur ljóðað uttast av høgra­ og vinstraveingi­ num í kirkjuni. ­ Kirkjan er rúmlig í dag, og hvussu tryggja vit hetta, sigur Jákup Reinert Hansen um eina av størstu avbjóð­ ingunum í framtíðini. ­ Vit skulu styrkja tann lutherska profilin. Í okkara lutherdómi er eitt veldugt potentiali, men vit hava ikki dugað nógv væl at gagnnýta hetta, heldur Jákup Reinert Hansen. Hann nevnir til dømis barnadópin og spyr, um vit eru nøgd við tað, okkara børn læra eitt nú í skúlanum. Her heldur hann, at tað ikki er nóg mikið hjá kirkjuni at sita hendur í favn, men held­ ur sjálv at gera okkurt við tað. ­ Vit kunnu ikki bara halda, at onkur annar tekur sær av lærdóminum. Jákup Reinert Hansen nevnir eitt av nýggjastu til­ tøkunum í tí donsku kirkj­ uni. Í Danmark hevur nevni­ liga verið vanligt at undir­ víst sonevndum minikon­ firmantum seinastu árini, og hetta hevur verið sera vælumtókt. ­ Hetta kundi millum ann­ að verið kombinerað við, at vit fluttu konfirmatiónina til áttanda flokk, nú skúla­ skylda er til níggjunda flokk. ­ Vit mugu fylgja við – vit mugu vera kirkja av tíðini, vit liva í í dag, heldur Jákup Reinert Hansen, sum ikki ivast í, at vit áttu at undirvíst minikonfirmantum í Føroy­ um. Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Jákup Reinert Hansen, prest Vit mugu ikki avbyrgja okkum í Norðuratlantshavi - Kirkjan er rúmlig í dag, og hvussu tryggja vit hetta, spyr Jákup Reinert Hansen um eina av størstu avbjóðingunum hjá Fólkakirkjuni í framtíðini.