týsdagur 18. september 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 180 - 18. september 2007
Gamalt er, at døgling
ur bara skal hava eitt
eyga, men hetta er
søgn, sum ikki hevur
hald í veruleikanum.
Og tó. Jákup Kjærbo
í Sandvík sigur,
at vinstra eygað á
døglingi liggur líka
sum afturlatið, og
haðani kann søgnin
koma um, at døgling
ur bara hevur eitt
eyga
Døglingur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn einaferð løgdu nakrir
døglingar beinini í Sandvík
og vórðu skornir upp í Hval
ba.
Flestu døglingar, sum eru
deyðir í Føroyum, er antin
deyðir í Hvalba ella Sand
vík.
Hvalurin hoyrir til nev
hvalirnar, ið hava sum
navnið sigur – nev. Teir
hava eisini tenn, men tenni
nar eru lítið at tosa um.
Fólk vita sum heild lítið
um nevhval, ið er lítið kend
ur millum manna.
Og kortini er “nevið” so
eyðkent.
Døglingur er betri kendur
í Hvalba og Sandvík enn
aðrastaðni í landinum, tí
tað er so ógvuliga sjáldan,
at hvalur av hesum slagi
endar uppi á landi aðrastaðni
enn júst í hesum bygdum.
Tað er serliga um heystar
nar, at døglingar kunnu
enda uppi á sandinum í
Hvalba og Sandvík. Við
hvørt eru ár ímillum, men
fara vit longur aftur í tíðina,
var hetta ikki nøkur sjáld
som sjón.
Nú tríggir døglingar aftur
løgdu beinini í Hvalba, fin
gu øll í sóknini ein bita at
koyra í pottin!
Gomul hagtøl
Sambært keldum, eiga vit
føroyingar veiðitøl fyri døg
ling heilt aftur til 1584, sum
er fimm ár fyri, at Magnus
Heinason varð tikin av døg
um í Keypmannahavn í
1589.
Hetta eru sostatt gomul
hagtøl.
Døglingur, sum deyður
er í Føroyum, hevur ligið úr
3,50 og upp í 11,30 metrar.
Døglingalýsi var tiltikið
til ymiskt grøðandi enda
mál, og spikið skal vera
ógvuliga feitt og ikki etan
di.
Í gomlum døgum hildu
fólk sum ikki høvdu sæð
henda nevhval at døglingur
bert hevði eitt eyga. Men
hetta er ikki so.
Slíkt livir bert í sagnum
– og tó, kunnu vit siga.
Søgn er um risa og myki
nesmann. Tá illa stóð til hjá
risanum, og tap var í hendi,
legði hann seg at biðja fyri
lívinum. Eitt av trimum lyft
um, sum risin gav mykines
manninum, var, at hvørt ár
um hoyna skuldi hin stóri
hvalurin koma í Hvala
gjógv.
Mykinesmenn gloymdu,
at teir ikki máttu siga nakað
ilt um hvalin. Teir spottaðu
døglingin, tí hann skuldi
bara hava eitt eyga.
Hvalurin hvarv úr Hvala
gjógv og kom ikki aftur hag
ar, men legði nú leiðina inn
á Hvalba og Sandvík.
Smáir døglingar
Jákup Kjærbo í Sandvík sig
ur, at døglingarnir, sum
hesaferð gjørdu landgongd
í Sandvík, vóru av teimum
smáu, sum teir plaga at
siga.
Eg haldi, at tann størsti
var einar 6 metrar langur.
Jákup sigur, at seinast
hann skar tríggjar døglingar
á háls í Nesi í Hvalba, var
tann størsti longri enn 9
metrar. Hinir báðir vóru ein
ar 6 og 7 metrar langir.
Hetta er eitt ógvuliga
sterkt kríatúr, og sveivurin
situr øvutur av tí, hann situr
á vanligum grindahvali. Tí
liggur døglingur á liðini, tá
hann kemur at landi og er
soleiðis ringur at skera á
háls. Tú skalt langt niður
við knívinum, áðrenn tú
kemur niður á mønina, og
tá hvalurin ger mønubrest,
kleimur hann tvøstið fast
tvørtur um arm á tær. Hetta
skaðar ikki, men tað kann
kennast eitt sindur óbehagi
ligt. Hinvegin søgdu teir
gomlu, at tú ikki mást koma
í klemmu millum geiðslar
nar við fingrunum, tá tú
skert á háls.
Jákup sigur, at teir gomlu
høvdu serligar døglingakní
var, sum vóru einar 6070
sentimetrar langir.
Tá eg havi skorið døgl
ing á háls, havi eg brúkt ein
Skrøna at døglingur hevur
Sambært keldum, eiga vit
føroyingar veiðitøl fyri døgling
heilt aftur til 1584, sum er
fimm ár fyri, at Magnus
Heinason varð tikin av døgum
í Keypmannahavn í 1589
Mynd: Dagfinn Olsen
Fiskalivur skal aftur á borðið
Tað økir ikki um vandan fyri krabbameini at eta livur. Hetta
staðfestir ein nýggj norsk frágreiðing, sum NILU (Norsk Institut
for luftforskning) hevur luttikið í. Fiskalivur hevur gjøgnum langar
tíðir verið ein vanligur partur av døgurðaborðinum, serliga í
smáum fiskivinnusamfeløgum. Livur úr fiski hevur verið ein
týdningarmikil kelda til Dvitaminur ikki minst í teimum økjum,
har vetrarmánaðirnir eru langir og myrkir, og lítið sólarljós er.
Fiskiveiðieftirlitið svíkur
Ein ESfrágreiðing sigur, at danskir fiskimenn fiska
meira tosk, enn teir hava loyvi at fiska. Frágreiðingin
sigur nevniliga, at meirveiðan hjá dønum er upp í heili
13%. Men formaðurin í Danmarks Fiskeriforening,
Flemming Kristensen, er ikki samdur við ES
frágreiðingini um, at fiskimenn einsamallir eiga at
ábyrgdast fyri hetta. Tað er fiskiveiðieftirlitið, sum
hevur skyldina í hesum, tí tað er ikki altíð so lætt hjá
fiskimonnum neyvt at staðfesta, hvussu nógvan fisk teir
hava inni, sigur Flemming Kristensen.