Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 180 - 18. september 2007 Fyrireikingarnar at byggja nýggjan barnagarð í Vági eru kom­nar væl áleiðis, m­en Vágs kom­m­una ætlar ikki at gevast við kom­m­unalu dag­ røktini, um­ fólk fram­­ haldandi ynskja at hava børn síni í hesi skip­an Dagrøkt Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Síðsta fríggjadag hátíðarhelt Dagrøktin í Vágs kommunu 20 ára føðingardag. Hesi árini, borgararnir í komm­ ununi hava fingið børn síni ansað í dagrøkt, hava fleiri enn 500 børn tilsamans ver­ ið inni í skipanini Dagrøktarleiðarin, Irdi Bjarkhamar, byrjaði sjálv sum dagrøktari í 1989 og hevur verið leiðari av skip­ anini seinastu 12 árini. Væleydnað tiltak Hon sigur, at hátíðarhaldið fríggjadagin eydnaðist sera væl. ­ Starvsfólkini í dagrøkti­ ni skipaðu fyri stórari myn­ daframsýing, har myndir av hvørjum barni vóru við. Eisini vóru myndir, sum tik­ nar eru á ymiskum útferðum og ymiskum tiltøkum, eitt nú føstulávintshaldi, jóla­ haldi og legum. Irdi Bjarkhamar sigur, at teir mongu gestirnir hendan dagin eisini sluppu at síggja ymiskar lutir, sum børn í ansingini hava evnað hesi 20 árini. ­ Hetta var sera áhugavert og forvitnisligt, leggur hon aftrat. Stór undirtøka Fleiri enn 300 fólk vóru við til hátíðarhaldið, sum varð hildið í VB­húsinum. Formaðurin í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, Ásgerð Sten­ berg, segði nøkur orð við høvið. Hon takkaði bæði dagrøktarum og dagrøktar­ leiðara fyri fram úr gott arbeiði á ansingarøkinum. ­ Ásgerð vísti eisini á, at samstarvið millum skipan­ ina og kommunala myndugleikan hevur riggað fyrimyndarliga væl, sigur Irdi. Nýggjur barnagarður Í Vági arbeiðir kommunan við fyrireikingum til bygg­ ing av nýggjum barna­ garði. ­ Formaðurin í mentanar­ nevndini segði, at býráðið á seinasta fundi hevði tikið avgerð um, at fólk eisini í framtíðini skulu hava møgu­ leikan at fáa børn síni ans­ aði í dagrøkt, um tey ynskja tað. Hesin møguleiki verður eisini, eftir at nýggjur barna­ garður er bygdur, sigur dag­ røktarleiðarin. Hugskotskapping Í samband við føðingardagin hevði dagrøktin eisini skipa fyri hugskotskapping, har navn til spælistovuna hjá dagrøktini skuldi finnast. 25 uppskot komu um navnið. ­ Tað var fyrsta barnið, sum fyri 20 árum síðan varð skrivað til dagrøkt, Hjørdis Hjaltadóttir, sum fekk heiðurin at kunngera, hvat spælistovan hereftir fer at eita. Navnið verður nevniliga Skálalund, sigur Irdi Bjarkhamar. 57 í dagrøkt Í kommunalu dagrøktini hjá Vágs kommunu eru í dag 57 børn, 11 dagrøktarar og eitt hjálparfólk. Í Vági er eisini barnagarð­ ur og frítíðaransing. Í skipanini starvast 11 dagrøktarar og eitt hjálpar­ fólk. Fleiri enn 300 fólk vóru til hátíðarhaldið í VB-húsinum seinasta fríggjadag, tá dagrøktin helt 20 ára dagin Í sambandi við hátíðarhaldið, varð eisini skipað fyri kapping um navn til spælistovuna, sum nú eitur Skálalund langan dálk. Hann vísir á, at ein slíkur døglingaknívur leingi hevur verið í Sandvík hjá Kristiani Jacobsen. Hetta var mær kunnugt ein knívur, sum for­ fedrarnir hjá konu hansara áttu. ­ Eg veit ikki við vissu, um hesin knívur er til enn, sigur Jákup. Tvøstið ljósari Jákup Kjærbo sigur, at tvøst­ ið hevur ikki sama lit nú sum áður. ­ Tað eru nógv ár, síðan eg legði hetta til merkis. Áður var tvøstið kolsvart, men nú er tað meira reydligt og brúnligt. Eg havi spurt Doretu Bloch, hvussu hetta man hanga saman, og hon heldur, at er tað so, sum vit siga, er orsøkin hon, at døg­ lingurin í dag livir av aðrari føði enn áður. Hann vísur á, at fyri nøkr­ um árum síðan vóru døg­ lingar, sum svumu upp á land har suðuri, fullir av rossamakreli. ­ Nú verður alt sent norð­ ur til Havnar, og ivaleyst hava tey har eina meting av, hvørt døglingur í dag livir av øðrum enn áður. Turkað tvøst Jákup Kjærbo sigur, at hon­ um dámdi betri tvøstið, tá tað var kolsvart, men leggur aftrat, at tvøstið úr døglingi er framvegis gott og væl­ smakkandi. ­ Tvøstið er eitt sindur turt, men okkum dámar ógvuliga væl at hanga tað upp at turka. Sum skilst úr Hvalba og Sandvík eru tað mong, sum dáma væl at skera búffar burtur úr døglingatvøsti og steikja teir á pannuni. Hetta skal smakka sera væl aftur við sós. Jákup sigur, at tað er ein góður dagur í Hvalba og Sandvík, tá døglingur doyr. ­ Jú, vit eru sera fegin um tvøstið, men spikið er ikki etandi, men tað er gott sum lýsi, sigur hann. Tað var fjarandi sjógvur, tá døglingarnir hesaferð endaðu uppi á sandinum í Sandvík. ­ Í fyrstu syfti royndu menn at fáa teir útaftur, men tað læt seg ikki gera. Jákup Kjærbo sigur, at vinstra eygað á døglingi liggur líka sum afturlatið, og haðani kann søgnin koma um, at døglingur bara hevur eitt eyga. ­ Men kanningar eru gjørdar, har bæði eyguni eru tikin úr hvalinum og eru vigaði. Tað vísir seg nevniliga, at bæði eyguni er júst líka stór, sigur hann. eitt eyga - Vinstra eygað á døglingi liggur líka sum afturlatið, og haðani kann søgnin koma um, at døglingur bara hevur eitt eyga, heldur Jákup Kjærbo Mynd: Dagfinn Olsen Sølurás á Skála Fyrst í november skipa fýra ítróttarfeløg á vestara armi á Skálafjørðinum fyri afturvendandi sølustevnuni, SøluRásin 2007. Hetta er 10. ferð, at Skála Ítróttarfelag, Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri sølustevnuni, sum altíð er fyrsta vikuskiftið aftan á Allahalgannadag. Umframt sølutilboð, er ymiskt undirhald á pallinum hesar dagnarnar bæði fyri børn og vaksin. Eisini eru vinningar á skránni, skriva feløgini í tíðindaskrivi. 500 í dagrøkt í 20 ár