týsdagur 18. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 180 - 18. september 2007
Sosialurin
Setið brúkara
umboðsmann
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
»Arbeiðið at gera eina nýggja kappingarlóg
heldur fram. Eisini verður farið undir at gera
eina nýggja marknaðarføringslóg«.
»Nevnd verður sett at lýsa øll viðurskifti
brúkaranna í brúkaramálum, við tí endamáli
at fáa betur skipað viðurskifti á økinum«.
Hesi føgru orð eru at lesa í samgonguskjali-
num hjá sitandi landsstýri.
Men tað er fallið mongum fyri bróstið, at
landsstýrismaðurin í vinnumálum nú kortini
ikki fer at seta ein brúkaraumboðsmann.
Tað hevur annars ligið í kortini í fleiri ár, at
slíkur umboðsmaður skuldi setast, og tí var
tað eitt rættiligt skot fyri bógvin, at hendan
samgongan nú jarðar hesa ætlan. Fakfeløgini
siga, at landsstýrismaðrun við vinnumálum
og aðrir samgonguflokkar hava á fundi við
feløgini lovað, at nú skal føroyski brúkarin
tryggjast. Breið semja hevur verið um henda
týdningarmikla stovn, sum var ein nátúrligur
partur av marknaðarføringslógini, sum júst
hevur verið til hoyringar.
Tí tykist tað løgið, at brúkaraumboðsmaðurin
nú er horvin, men sum fakfeløgini siga, so
hevur løgtingið heimild at fáa brúkaraumboðs-
stovnin á dagsskránna aftur.
Tí mugu vit bara heita á løgtingið - og á
tingfólk sum heild, at viðgera hetta uppskotið
við serligum nærlagni, og um neyðugt, taka
tey stigini, ið skulu takast fyri at tryggja
brúkaranum sum best.
Serliga tá tað nú er Javnaðarflokkurin, sum
stjórnar landsstýrinum – og tá hugsað verður
um, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður,
var ein av grundstuðlunum undir brúk-
arasamtakinum, so kann talan ikki vera um
eitt samt landsstýrið, sum stendur aftan fyri
hesa ætlanina hjá Vinnumálaráðnum.
Okkara samfelag kann ikki bara hava áhuga
í at hava skipað viðurskifti, tá tað snýr seg
um vinnuna. Vanligi borgarin og brúkarin
skal eisini tryggjast - og tað eru so mong
skríggjandi dømi um, at stórur tørvur er
á einum slíkum stovni - ella í øllum førum
onkrum, sum brúkarin kann venda sær til at
tryggja síni áhugamál.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Hoyrdi um dagarnar at
formaðurin í lærarafelag
num úttalaði seg um fólka
skúlan, einki løgið er í tí,
at Magnus Tausen er
frammi og arbeiðir fyri at
Føroyar eiga tann besta
fólkaskúlan, tí Pisakann
ingin skelkaði okkum øll.
Nú er tað so, at flest fólk
eru knýtt at okkara fólka
skúla. Sum limur í skúla
stýrinum so sær tú
broytingar til tað betra.
Eg sjálvur og fleiri við
mær hava júst havt tað
frammi, at tað vóru ov fáir
tímar til næmingarnar og
ikki minst til tey sum hava
serligum tørv, her síggja
vit stórar batar.
Her vil eg siga, at sam
gongan og landsstýris
maðurin hava tikið eitt tak
fyri fólkaskúlan og er tað
sjón fyri søgn, at skúlanir
hava sett fleiri lærarakreftir
og ikki minst fyri tey við
serligum tørvi.
Hví sigur formaður lær
arafelags at landsstýris
maðurin og har við sam
gongan er dumpa í skúla
álum.
Eg er so avgjørt ósamdur
í at einki er gjørt, men man
kann so altíð siga, at man
kundi gjørt meira. Men
munandi meira pengingur
er nýttur til skúlan, øll eiga
at gleðast um tað.
Skúlin er eitt fløkt mál,
kommunurnar hava ábyrgd
av bygningunum, meðan
landi hevur lærararnar.
Hetta er kanska ein trupul
leiki, serliga tá kommunur
nar ikki hava fíggjarliga
orku at útbyggja skúlan
ella rammurnar um skúlan.
Lati okkum heldur setast
saman allir partur, sum
vara av fólkaskúlanum, tí
skúlin hevur so ómetaliga
stórt tíðning í okkara sam
felag. Børn okkara eiga at
fáa tað bestu undirvísing.
Tað verður ikki gjørt uttan
at seta penging til, tað meti
eg samgongan hevur gjørt
ella er byrja at gera.
Men til síðst, hetta er
ikki eitt álop á formannin í
lærarafelagnum, tí hann
ger eitt gott arbeiði, men
samgongan hevur eisini
gjørt eitt gott arbeiði
skúlanaum til frama.
Nú veit eg ikki, hvussu
Atlantic Airways er skrá
sett hjá Amadeus – altjóða
flogdatabasuni – ella hvørji
skipan felagið er við í, men
skalt tú bíleggja tær ein
ferðaseðil úr Sørvági og til
eitt nú Manila, so er kostn
aðurin 51.671 krónur.
Skalt tú út at ferðast og
fert inn á onkra bíleggingar
síðu – www.kilroy.dk –
www.travelstart.dk – hetta
eru bert tvær av teimum
mongu síðunum á alneti
num, sum eru, ja, so er
ferðaseðilin millum Føroy
ar og útheimin ikki smá
vegis dýrur!
Eg veit ikki, hvussu
Atlantic Airways er skrá
sett í hesum ymisku data
basum – kenni ikki mekan
ismunarnar aftanfyri og á
hesum ymisku heimasíð
um, har gjørligt er at
bíleggja sær ferðaseðil,
men sambært mínum
dømi, so kostar ferðaseðil
in millum Sørvág og
Billund 43.966 krónur.
Travelstart
Mítt dømi er á heimasíðuni
hjá ww.travelstart.dk, sum
er ein sera góð heimasíða.
Eg skal bíleggja mær ein
ferðaseðil – aftur og fram
– úr Sørvági og til Manila.
Hetta er bert eitt dømi, og
eg skal siga beinanvegin, at
við hesum kostnaðinum, so
fari eg ongan veg!
Eg velji tveir dagar í
november 2007 úr Sørvági
og til Manila, og undir
ferðafrágreiðingini verður
ferðin soleiðis: Sørvágur
Billund, BillundFrankfurt,
FrankfurtManila – og
kostnaðurin kemur so út –
51.408 krónur. Báðar
vegir!
So geri eg eina nýggja
roynd, tí eg veit, at prísurin
er nógvar ferðir lægri,
brúki somu dagar, men
skrivi BillundManila
ístaðin fyri Føroyar
Manila, og nú er kostnað
urin 7442 krónur, tvs at
ferðaseðlaprísurin millum
SørvágBillund er 43.966
krónur.
Nú veit eg heldur ikki,
hvat hendir, um eg bíleggi
ferðaseðilin á heimasíðuni
hjá Travelstart, um maskin
an góðtekur hetta ella ikki.
Og eg veit heldur ikki, um
so er at tað riggar, um
Atlantic Airways fær hesa
risa upphædd fyri ferða
seðilin, og eg veit heldur
ikki, um nakar hevur bílagt
ferðseðil á hesi bíleggingar
síðu, og at tað so er av
roknað við Atlantic Air
ways aftaná.
Men, hvat hendir, um tú
bíleggur ein ferðaseðil úr
Føroyum og eitt nú til
Manila – tað hevði verið
áhugavert at vitað!
Og eg havi heldur ikki
roynt at bílagt mær ein
ferðaseðil úr Manila til
Sørvágs. Og um so er at
kostnaðurin er tann sami,
so er einki at siga um, at
fólk setast aftur, tá ið tey
síggja sovorðin tøl.
Kilroy
Gjørdi eisini somu roynd á
www.kilroy.dk, og har var
kostnaðurin nakað tann
sami, men tá bílegði eg
mær túrin í oktober 2007,
og tá var farið um Aber
deen. Hetta var sjálvandi
eisini bert ein roynd at vita
um hetta nú var eitt ein
dømi, at ferðaseðilin er so
óhuganliga kostnaðarmikil.
Tað hevði verið gott, um
Atlantic Airways var skrá
sett rætt á hesum ymisku
heimasíðunum, tí so hevði
alt verið so mikið lættari,
og so slapst tú frá fyrst at
kanna á www.atlantic.fo/”
www.atlantic.fo og síðan á
hinum heimasíðunum, so
var alt á einum stað!
Ein fyrimunur at hava
hesar heimasíðurnar á
alnetinum, har tú kanst
bíleggja tær tín ferðaseðil,
er júst tann, at tú hevur
hesar maskinur at gera alt
arbeiðið fyri teg, at fáa alt
at hanga saman! Og her
fær tú so eisini bílagt tær
gisting og bil, og alt verður
roknað út um somu tíð, og
tú rindar ein kostnað og
veitst júst, hvat ferðin
kostar!
Og tað hevði verið
hugaligt at fingið bílagt
sær sín ferðaseðil á hesum
ymisku alnetssíðum –
hesum meira og minni
altjóða síðum!
43.966 kr. aftur og fram til Billund!
rithøvundur
ÓLAvUR
Í BEItI
Samgongan sum mál at menna fólkaskúlan
Løgtingsmaður
GERHARd
LoGNBERG