týsdagur 18. september 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 18. september 2007
13
viðmerkingar
Í Sosialinum 28. august
hevur Guttormur Djurhuus
eina viðmerking hann
kallar “Bíblian – ikki
lesnaður fyri børn”.
Guttormur, gløggur sum
hann er, kemur í bløðunum
av og á við sínum mein
ingum og metingum og satt
at siga lesi eg vanliga altíð
tað hann skrivar, hann
sigur sína meining opið og
óinnballað. Stundum eru
vit samdir og til aðrar tíðir
ósamdir.
Í hesum føri eri eg staði
liga ósamdur við hann.
Hetta málið snýr seg um
ein trúarspruning.
Hann er ikki tann fyrsti
og verður heldur ikki sein
asti maður, ið ger álop á
bíbliuna, sum hevur veitt
so mongum frið, og vit eru
mong um allan heim, sum
frá barni av, hava lisið
bíbliuna uttan at kenna tað
aftur, sum Guttormur so
ramliga niðurger.
Karen Blixen
Uttan at fara inn í viðferð
ina, Guttormur í greinini
gevur bíbliuni, kom eg at
hugsa um heimskendu
donsku kvinnuna Karen
Blixen, sum hevur skrivað
so nógv og lisið fleiri ferð
ir, tað hon hevur skrivað.
Vit vita, at tað hon skriv
aði um tað andaliga lívið
og tey trúgvandi kristnu,
var ikki júst tað mest diplo
matiska.
Í bókini “Notater om
Karen Blixen” skrivar høv
undurin Clara Selborn,
sum kendi hana betur enn
nakar annar, at ein tíð var,
tá Tanne (Karen Blixen)
ikki ynskti hjáveru av
nøkrum presti við jarðar
ferðina. Men hon broytti
meining.
Við grøvina niðan fyri
Ewalds Høj las prósturin
Dickmeiss frá Hørsholm
eftir hennara egna ynski
Dávids sálm, “Eg lyfti upp
eygu míni móti fjøllunum;
hvaðani skal hjálp mín
koma? Hjálp mín kemur
frá Harranum, sum hevur
skapt himmal og jørð....”
Anna Ancher
Eg havi hug at vísa til eina
aðra í mínum eygum gríp
andi mynd, har ummælari
skrivaði um frálíka máln
ingin hjá Skagenmálara
num, Onnu Ancher. Um
mælarin tekur soleiðis til:
“Kristnar møður biðja
kvøldbøn við børnunum.
Anna Ancher hevur ein
frálíkan málning av eini
smágentu, sum nú er vorð
in so mikið vaksin, at hon
sjálv í sínum hvíta nátt
kjóla boyggir seg niður við
songina fyri at biðja sína
kvøldbøn”.
“Hesi koma at verða tætt
knýtt at bíbliuni” sigur
ummælarin víðari.
Fyri okkum sum trúgva
bíbliunnar boðskapi og at
tað er orð Guds, harmar
tað altíð, tá ið hon verður
álopin, men hetta hevur ætt
eftir ætt lært seg at liva
við, og framtíðin verður
einki undantak.
Jógvn við
Keldu
Bíblian hevur veitt mongum frið
Lítil ivi er um at Jústinus
Leivsson Eidesgaard í
Sosialinum frá 14. septemb
er umboðar eina smalri
kirkju, enn eg sjálvur.
Eg havi somu støðu til
prestaembætið, eg havi
havt. Eg standi við báðum
beinum á Bíbliunnar og
játtaninar grund. Og eg
haldi meg til tann rætt, eg
havi sum prestur sambært
teimum lógum og reglum,
sum er galdandi fyri okk
ara kirkju.
Einki er broytt við mær
uttan tað, at fólk nú kanska
hoyra fyri fyrstu ferð, at
kirkjuliga lóggávan tekur
hædd fyri samvitskufrælsi
fyri allar prestar og
biskupin í kirkju okkara.
Eg vil halda meg til lóg
ina, sum bæði loyvir kvinn
um og uppafturgiftum at
vera prestar, men eisini
teimum at vera prestar,
sum kundu hildið nakað
annað. Slíkum sum mær.
Lógin heimilar presti at
hava rætt til ta støðu, kirkj
an altíð hevur havt, at
ábygdin fyri læru kirkjunn
ar hoyrir manni til, sum er
skikkaður til tess. Lógin
heimilar eisini presti rættin
til ikki at gifta aftur, har
annar ella bæði eru sundur
lisin.
Tað nýggja fyri fólki er
nú bara hetta, at allir
fólkakirkjunnar prestar
kunnu sambært lógina
verða stillaðir upp til bispa
embæti. Marjum Bæk eins
væl og Bergur Debes Joen
sen. Og tað nýggja er, at
bæði Marjun og Bergur
hava eina lóg, vit skulu
halda okkum til, vera vit
biskupar, at tann verður
vígdur og innsettur prestur,
sum kirkjuráðini hava
innstillað.
Eg haldi at kirkjuliga lóg
gávan er skilagóð, og tekur
væl hædd fyri frælsinum
hjá einum presti at gera
eftir síni sannføring og
samvitsku. Lógin sigur, at
kvinnur og menn kunnu
gerast prestur eins væl og
biskupur, og tað uttan at
nakar skal gera nakað
ímóti tí, nakar stendur fyri.
Í lógina er hugsað júst
hetta, sum er so avgerandi
fyri ein orðsins tænara, at
hann kann roynast sannur
og trúgvur.
Eg havi boðað frá, hvat
eg geri, veri eg valdur
biskupur. Og eg haldi, at
loysnin í lógini viðvíkjandi
rættindum og skildum
biskups frá 1948 hevur
eina góða loysn, sum skap
ar tiltrongdan arbeiðsfrið,
og sum heldur saman uppá
kirkjuna. Eg haldi, at
føroysk orðaða lógin, skal
ganga báðar vegir, eisini
um tað er onkur prestur,
sum av samvitskugrundum
heldur vil fáa umsjón frá
øðrum enn sitandi biskupi.
Kvinnur eins og upp
afturgift gerast prestar sum
áður. Kvinnur eins og
uppafturgift kunnu kenna
seg tryggan í hesi kirkju.
Og tað hava tey alla orsøk
til, tí lógin verjir tey. Eins
og lógin verjir hini.
Jústines Leivsson Eides
gaard tykist avmarka tað
kirkjuskipan, vit hava. Í
Sosialinum kallar hann at
gifta uppaftur fyri at gera
”skitna arbeiðið”. Skiljið
hvør, sum skilja vil.
Eg havi ongantíð hvørki
privat ella alment kallað
uppafturgiftu fyri skitið
arbeiði, og eg havi einki
gjørt fyri at noktað sundur
lisnum rættin tey hava, at
lata seg gifta uppaftur í
kirkju.
Eg havi heldur ikki
privat ella alment kallað
tænastuna hjá kvinnuligum
prestum nakað líknandi.
Eg eri heldur sannførdur
um, og havi manga sagt
tað, at vit hava tørv á kvinn
uni í kirkju okkara. Tað
kundi verið kirkjuni til
gagns at helvtin av lønta
starvsfólkunum kirkjunnar
var kvinnur. Tær gera eitt
minst líka gott arbeiði sum
menn eisini í boðandi
arbeiði, men ábygdin fyri
læruni og sjálvur lærar
gerningurin hoyrir eftir
míni sannføring manni
num til.
Í eini kirkju har bara
menn eru, hevur kirkjan
læru men kann mangla
umsorgan, og í eíni kirkju,
har bara kvinnur eru, hevur
kirkjan lív men kann tørva
umsorgan. Vit menn og
kvinnur eru ikki bara líka
sum skapt hvør til annan,
vit eru skapt hvør til annan
– í hjúnalagnum, í
samfelagnum og í kirkjuni.
Eingin er meiri ella minni
ein nakar annar, men
kynini eru líka í virði og
evnum. Men, og hetta er
tað, sum skilir partarnar,
læruni hevur maðurin
ábygd fyri. Soleiðs lærir
Skiftin, soleiðis hevur
verði lært upp gjøgnum
kirkjusøgun, soleiðis lærdi
Luther, og soleiðis læra
flestu kristnu i heiminum í
dag.
Eg havi ta sannføring, at
kirkjan skal taka sær væl
av øllum sínum limum. Øll
skulu kenna seg vælkomin
í kirkjuna, hvørji tey so
eru, og hvør støða teirra so
er. Um ein prestur ikki
fevnir øll menniskju og alt
slag av menniskjum, ger
hann ikki eftir tí, honum er
álagt í prestalyftinum eins
og Kristi sjálvum. Men
fevnir ein prestur øll, so
góðtekur hann ikki alt.
Eingin góðtekur alt.
Eg góðtaki at vera í eini
kirkju, har onnur sjónar
mið eru, enn mítt egna,
meðan Jústinus og mong
við honum ikki tykjast
góðtaka hesa kirkju, men
vilja í kærleikans navni
smalka hesa kirkju. Nú
skal ikki vera loyvt ávísum
prestum rætt til embæti í
kirkju okkara, sum teimum
við lóg er givið, og tað
vegna sjónarmið, sum teir
fingið frá tí orði, sum
kirkjunnar harri, Jesusi
Kristi, sjálvur hevur talað.
Tann breidd, tann javn
støða, tann toleransa, sum
er innbygd í okkara kirkju
skipan, standi eg fyri, og
vil eg stríðast fyri. Eg vil
av sonnum hava eina
rúmliga kirkju. Eina kirkja,
har kvinnur eins og upp
afturgift kunnu gerast
prestar og biskupur, men
eisini eini kirkju, har
prestar og biskup kunnu
meina nakað annað hesum
viðvíkjandi. Ein kirkja har
rættur hins einstaka prests
og biskup verður vardur at
hava ”trúfrælsi” í egnari
kirkju.
Tað, Jústinus sigur, at
teir prestar gera so lítið til
nyttu, sum ikki gifta
uppaftur, í mun til hinar
sum gifta uppaftur, er
óneyðgt at viðmerkja. Eg
vil heldur ikki koma inn á,
hvørji prestar elska
menniskju mest, og hevur
tekur sær best av tí tørvi,
menniskju hava í lívi og í
samlívi.
Hevur Jústinus kanska
atgongd til kalendarar hjá
prestum okkara, hvat teir
gera til nyttu? Ella hevur
Jústinus gjørt kanningar
arbeiði, hvør sýnir
umsorgan og kærleika, og
hvør ikki.
Hevði ikki torað at dømt
í hesum málum. Dómurin
hoyrir Gudi til. Nei, heldur
eru slíkir tankar, Jústinesus
orðar, tankar hjá teimum,
sum hava ilt av teirri
breidd, kirkjan hevur fing
ið, og tað við lóg! Sanni
liga í rættindum presta og
biskups ganga politikkara
og dómarar á odda. Hesir
kunnu hava betri vit og skil
enn hann og hon, sum fær
eitt innskot nú og annað tá,
sum letur seg draga við
einum stemningi nú, og
øðrum tá.
Verður breiddin varðveitt
á grundarlagnum í okkara
fólkakirkju, og verður
rættur presta og bikups
tryggjaður at boða og virka
samsvarandi Skriftini og
játtanini, hevur kirkja
okkara eina góða framtíð.
Eg vil standa við báðum
beinum á Bíbliuni og á
játtanini, og eg veit, at
okkara kirkja eina og allar
tær protestantisku sóu
dagsins ljós, júst tí ein
munkur segði seg í síni
samvitsku vera bundan til
Skriftin og Skriftina eina.
Eg skilji sára væl tey
menniskju, sum ikki eru so
breið, sum eg omanfyri
havi orðað. Men vit eiga
øll at hugsa okkum sera
væl um, tá ið vit um
okkum siga tolerant, men
um onnur intolerant; um
okkum demokratisk, men
um onnur ódemokratisk,
og um okkum góð, men
onnur ónd. Tí í djúpt í
okkum sjálvum eru vit
sambært Guds orði øll líka
intolerant, ódemokratisk
og ónd og tørva Guds náði.
Tí er okkum tørvur á
gleðiboðskapinum um
Jesus Krist og eini væl
gjøgnumhugsaðari lóggávu
– eisini á kirkjuliga
økinum!
Segði nakar valflesk??
Tað er bert at fegnast
um, at flestu flokkar
gera sítt allarbesta til
tess at bøta um støðuna
hjá støku uppi
haldarunum....... í
hesum døgum. Ljóðar væl bæði við uppskotinum frá
Tjóðveldi og frá landsstýrismanninum í almanna –og
heilsumálum.
Men mín sannmín sann, nú vil Jørgen Niclasen
hava, at allar lágløntu familjurnar fáa betri umstøður
og ikki bert tey støku. Støku uppihaldararnir kunnu
jú hava eina góða inntøku og harvið ongan serligan
tørv, meinar Jørgen. Rætt er tað, men um vit tosa um
eina familju við tveimum uppihaldarum fáa tey
botnfrádrátt x 2, meðan staki uppihaldarin bert fær
botnfrádrátt x 1. So har ein stórur munur. Frádrátturin
er jú 26.000 kr um árið.
Og so eitt afturat. Tað er jú verandi samgonga, sum
trumfaði verandi skattastiga ígjøgnum – hóast
millum annað fleiri yrkisfeløg talaðu at og royndu at
gera samgonguna varuga við mismunin, sum tey
lágløntu vóru fyri. Veit ikki, um eg haldi tað vera
rørandi, stoytandi ella pínligt, at tú nú vilt bøta um
korini hjá teim lágløntu.
Sjálv haldi eg, at tað væl kann vera, at tað er rætt at
gera nakað við støðuna hjá teim lágløntu, men blanda
ikki alt saman í ein ellubita. Annað nýtist undir
ongum umstøðum at útiloka hitt, og eingin ivi er um,
at staki uppihaldarin hevur verið við sviðusoð alt ov
leingi.
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Viðmerking til Jústinus Leivsson Eidesgaard:
Vil hava sanna javstøða í fólkakirkjuni
sóknarprestur
Bergur deBes
Joensen