Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 180 - 18. september 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Tórálvur Skaalum í Sørvági andaðist í heiminum leygarkvøldið 47 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju mikudagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Tórálv, kunnu lata Kristnastovu í Keyp­ mannahavn eina peningagávu. Henny Elisabeth Vágsheyg Valkvæ, fødd í Klaks­ vík, búsitandi á Godoy í Noreg, andaðist sunnu­ dagin 72 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggja­ dagin klokkan 13. Tove Petersen á Argjum, andaðist sunnudagin, 77 ára gomul. Bønarhald verður í Vesturkirkjuni miku­ kvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Tove, kunna lata lata Sambýli­ num á Mýrini í Hoyvík eina gávu. Konta í peninga­ stovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum mongu, sum sýndu samkenslu og sera stórt hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, abbi og verfaðir okkara Virgar Frýdal Tórshavn doyði og varð jarðaður. Familjunnar vegna Hilda Frýdal Tøkk Eg takki tykkum hjartaliga sum sýndu samkenslu, tá kæri elskaði drongur mín Ragnar Anthoniussen Fuglafjørður andaðist og varð jarðaður. Takk fyri kransar og blómur. Og stóra tøkk til sjúkrahúsprestin, læknar, sjúkrasystrar og ambulansafólkið fyri alla ta troyst tey góvu okkum, tá ið eg og Marita vóru um hann, tá ið hann var í Esbjerg. Eg takki hjartaliga. Vegna tey avvarðandi Joan, Birgit, Marita, Kris, Bjørk og Mariah Dagurin 19. september. Constantia. Kom upp í álmanakkan frá árinum 1700, men vit vita ikki, hvønn sipað verður til. Í døgunum 20. ­ 23. septem­ ber 2007 kemur norska horn­ orkestið OSLO 3. korps á føroyavitjan. Talan er um eitt av mongu hornorkest­ unum hjá Frelsunarherinum í Noregi. Orkestrið vitjar Hornorkestur Frelsunarher­ ins í Tórshavn. Samstarvið kom í lag, eftir at horn­ orkestrini spældu saman í Íslandi á sumri 2004. Í ferðalagnum verða 33 fólk, herav 25 hornspælarar. Leiðari og dirigentur hjá Oslo 3. korps hornorkestri er Mattias Wallin. Hornork­ estrið hevur eitt spennandi program, ið fevnir um mar­ chir, solo’ir og eisini einum manskóri. Við á ferðini eru fleiri leiðarar í Frelsunarherinum í Noreg, og her millum eis­ ini kommandør Thorleif Gulliksen, ið áður hevur verið leiðari fyri Frelsunar­ herin í Europa. Herumframt er ein svenskur euphonium­ spælari, Michael Ljung­ holm, ið fer at spæla solo á konsertunum. Ferðin til Føroyar er stuðlað av Nord­ isk Ministerråd. Konsertir Í sambandi við vitjanina verður skipað fyri felagsvenj­ ing og felagskonsert. Fríggja­ dagin 21. september kl. 19.30 verður konsert í Christ­ ianskirkjuni í Klaksvík. Umframt Oslo 3. korps horn­ orkestur luttaka hornspæl­ arar og sangarar úr Frelsunar­ herinum í Tórshavn. Horn­ orkestrini fara eisini at spæla tvey felagsløg. Leygardagin kl. 13.30 spælir Oslo 3. korps á torg­ inum í SMS. Um viðrar verð­ ur gingið í skrúðgongu niðan á trapputrøðna. Leygar­ kvøldið kl. 19.30 er konsert í Frelsunarherinum, Tórsgøta 19. Sunnumorgunin kl. 11 luttekur orkestrið á møtinum hjá Frelsunarherinum í Tórs­ havn, tá sang og musik guðs­ tænasta er á skránni. Ferðalagið fer avstað aft­ ur seinapartin sunnudagin. Tiltøkini eru ókeypis og øll eru vælkomin at lurta. Hornorkestur á vitjan Tað var ikki bert Bellamy Brothers, ið borðreiddu við nostalgi á kovboy­ tiltøkunum á Hálsi og á Tvøroyri um vikuskiftið, eftir sjey ár í útlegd traðkaði fyrrverandi Mr. Show­ business, Páll Arge á føroyskan pall NøvN Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Páll Arge var í 80’árunum og 90’árunum, Mr. Show­ business í Føroyum. Hann stóð fyri flest øllum størri tónleikatiltøkum í hesum tíðarskeiði, men knappiliga hvarv henda býarmyndin. Ein av konsertunum, ið Páll Arge skipaði fyri, var kon­ sertin við Bellamy Brothers fyrru ferð bólkurin vitjaði. Í sambandi við, at bólkurin nú aftur kom til landið, høvdu fyrireikararnir fingið Páll Arge aftur til Føroya at virka sum frásøgumann. So líka knappiliga sum hann hvarv, stóð Páll Arge aftur á føroyskari grund, sjey ár síðan hann seinast var á klettunum. Ílatin svarta t­troyggju utt­ an ermur og ikki eldur ein dag, traðkaði Páll Arge á pallin í Høllini á Hálsi, sum hann hevur gjørt so ofta áður. Tað fór eitt suð gjøgn­ um fjøldina, og á onkran hátt tyktist, sum at verða kastaður tíggju ár aftur í tíð­ ina. Men tað tyktist so sera hóskandi, nú talan var um nostalgi tónleik, sum tann hjá Bellamy Brothers. Hann var ikki eldur ein dag, og enn í t-troyggju við avkubbaðum ermum Mynd: Jens Kr. Vang Páll Arge aftur í Føroyum Í vikuni kemur hornorkestið OSLO 3. korps á vitjan í Føroyum