týsdagur 18. september 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 180 - 18. september 2007
tíðindi
- Másin er eitt gott
skip, men er ikki
hóskandi til krøvini
í dag. Tað hevði ikki
verið verri við einum
nýggjum skipi, sigur
stýrimaðurin umborð
á Másanum, Sigvard
Johannesen
StrandferðSla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Másin: Á vetrartíð er far
leiðin um Fugloyarfjørð
ikki tann besta, tí her er
opið hav til nógvar síður.
Vil heilt illa til, kann sjálvt
ein stuttur túrur til Svínoyar
gerast eitt serstakt upplivil
si.
Henda vakra mánadagin í
farna mánaði – mánadagin
27. august, tá fólkaatkvøða
var í bygdini – vístu veður
gudarnir seg kortini frá síni
allarbestu síðu.
Sólin skein oman og nið
an, og tað var at kalla slætt
á sjónum. Hóast hesar góðu
umstøðurnar,
vóru
ikki
nógv ferðafólk við henda
túrin.
Útlendsku
ferðafólkini
eru fækkað í tali, og nú eru
tað bert tey sum hava eini
hvørji ørindi til Svínoyar
ella Fugloyar sum leggja
leiðina higar.
Í summar hava verið rætti
liga nógv ferðafólk við, ser
liga úr Danmark, Týsklandi
og Spanien. Tey flestu fara
ikki í land, men taka bert
vøkru rundferðina kring
eystastu oyggjar okkara.
Tey fara uppá at standa
og fáa her nógvar vakrar
myndir av oyggjunum. Sig
la vit framvið Selnesi (norð
ast á Svínoynni, blðm.) og
síggja kóp har, plaga vit at
siga teimum frá.
Hetta eru tey sera fegin
um, tí so fáa tey eina eyka
uppliving á ferðini, sigur
Sigvard Johannesen, sum
er ættaður úr Klaksvík.
Hann hevur siglt við
Másanum síðani á ólavsøku
í fjør.
Brimpláss
Umborð á einum strandfara
skipið sum Másin eru settar
upp mannagongdir fyri,
hvat hvør einstakur av
manningini skal gera undir
einum túri.
Sigvard hevur eisini sína
skipan at halda seg til:
Hansara uppgáva er í fyrs
tu syftu at kasta endan í
land, tá lagt verður at landi.
Tá tað er so gjørt, skal hann
syrgja fyri at allur farmurin
verður kemur í land á røtt
um plássi.
Eg eisini syrgja fyri at
ferðafólkini koma trygt í
land og umborð.
Vit sigla jú til brimpláss,
og tí kunnu fólk ikki bara
leypa avstað, tá tey halda
tað vera best, sigur Sig
vard.
Henda túrin, sum umboð
fyri Sosialin vóru við, var
ikki so nógvur farmur við:
Postur, nøkur kartong av
mjólk og okkurt annað sum
fólk høvdu bílagt sær úr
Klaksvík.
Vita teir, at nógvur farmur
er til tær báðar eystastu
oyggjar okkara tann næsta
túrin, verður farið undir at
fáa henda til høldar umborð
so skjótt, sum lagt er aftur
at landi í Hvannasundi.
Á henda hátt kunnu vit
verða klárir við hesum í
góðari tíð, greiðir Sigvard
frá.
Norður um ella
suður um oynna
Strandfaraskipið Másin byr
jar túrin á Hvannasundi og
leggur síðani leiðina til
Svínoyar og Fugloyar og
síðani aftur til Svínoyar á
heimleiðini.
Hetta er jú opin farleið
og setur tí síni krøv til ætt,
streymviðurskifti og mann
erering. Tað gongur nevnili
ga ikki altíð soleiðis sum
ferðaætlanin sigur.
Tað hevur mangan ver
Onkur serliga ringur túrur hevur verið,
har tunnur hava rikist á dekkinum
og ferðafólk í hópatali hava spýð sum
havhestar
Við Másanum í sløk 50 ár
Strandfaraskipið Másin varð smíðaður í 1959 úr eik, furu
og bók í Havn.
Hann kann taka 63 ferðandi um summarið og 46 um
veturin.
Longdin er 15,9 metrar, breiddin 5 og dýpdin 2,2 metrar,
og er sløk 39 BRT.
Høvuðsmotorurin er frá 1985 og gevur eina arbeiðsferð
uppá 7,5 míl.
FAKTA
Ein av uppgávunum hjá
Sigvardi er at krevja inn
ferðapeningin frá teimum
ferðandi. Ingi er altíð við
uppá eitt prát
Mynd: Høgni Thomsen