Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 180 - 18. september 2007 17 tíðindi rið buldraligt - Er hann høgur í ættini, slep­p­a vit ikki norður um Svínoy­nna, soleiðis sum vit slup­p­u tað í dag. - Tá fara vit suðurum og leggja tá at á víkini í Svínoy­. Tað er í fínasta slag, sigur Sigvard. Í Fugloy­ verður vanliga lagt at í báðum by­gdunum, á Kirkju og í Hattarvík. Men heldur ikki her ber altíð til at leggja at á báðum støðum. Skip­anin er hon, at teir hava ein umboðsmann í oy­nni. Hann veit sum regul um, í hvørji by­gd fólk skulu við Másanum. - Hann fær tí skip­að alt á bestan hátt, sigur hann. Buldraligir túrar Sambært ferðaætlanini sigl- ir Másin til Svínoy­ar og Fugloy­ar hvønn dag í viku. Ein ferðaætlan er fy­ri sum- marið og ein onnur fy­ri vet- urin. Hóast Másin er eitt gott skip­ í sjónum, er tað als ikki dagført til krøvini í dag, millum annað tí at hann gongur nakað seint. Serliga á vetrartíð veit manningin at siga frá nógv- um ringum túrum um Fugl- oy­arfjørð, har tað hevur brotið í bæði borð, um ein so kann siga. Sigvard minnist onkran serliga ringan túr, har tunn- ur hava rikist á dekkinum og ferðafólk í hóp­atali hava sp­ýð sum havhestar. - Jú, slíkir túrar eru rætti- liga buldraligir, greiðir Sig- vard frá. Vit sigla jú til brimpláss, og tí kunnu fólk ikki bara leypa avstað, tá tey halda tað vera best (Sigvard Johannesen, stýrimaður á Másanum) Uppgávan hjá Sigvardi er millum annað at syrgja fyri at farmurin kemur rætt fram til rætta stað. Her verður mjólk borin í land. Teir funnu tó skjótt út av, at henda mjólkakartongin skuldi til Fugloyar Mynd: Høgni Thomsen Av tí at báðir skipararnir umborð á Smyrli gevast vegna aldur, verður hervið søkt eftir tveimum skipsstjórum til Smyril at byrja fyrst í novembur ella eftir nærri avtalu Starvið Skipsstjórin hevur leiðsluna og ábyrgdina av øllum virkseminum, sum fer fram umborð á Smyrli, herundir eisini starvsfólkamál. Høvuðsuppgávur • At tryggja at allar formligar ásetingar verða hildnar, herundir allar trygdarfyriskipanir • At virka fyri mennandi arbeiðsumhvørvi og at tryggja, at trivnaðurin umborð er í hásæti • At skipa fyri vikuligum fundum við manning og leiðslu umborð • At virka sum bindilið millum høvuðsskrivstovu og skip • At hava fíggjarligu ábyrgdina fyri rakstrinum og gera fíggjarætlan • At tryggja eitt høgt, støðugt og mennandi tænastustøði • At gera mánaðarligar rapporteringar um fólkafl utningsviðurskifti, virksemi og ætlanir • At arbeiðssetningurin hjá fyritøkuni verður fylgdur Talan er um eitt leiðarastarv innan føroyskan ferðafólkafl utning við spennandi avbjóðingum, har skipsstjórin fær ábyrgdina av størstu innanhýsis farleiðini í Føroyum. Viðkomandi kemur at seta sítt fi ngramerkið á tænastustøði umborð, og kemur sostatt at viðvirka til, at Strandfaraskip Landsins sum heild fær eitt positivt viðmæli, tá talan er um tænastu. Starvið gevur góðan møguleika fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv • Vinnubræv sum skipsførari • Búskaparlig og analytisk evnir • Góð leiðslu- og samstarvsevnir • Skal kunna arbeiða málrættað • Góðan telduførleika • Væl fyri málsliga í føroyskum og enskum Harafturat leita vit eftir einum persóni, ið hevur drúgvar royndir, er kreativur, nýhugsandi, róligur, upplýsandi og sum dugir væl við starvsfólki og ferðafólki. Lønarviðurskiftir- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Mánaðarlønin (Endaløn) er í løtuni 32.687,- + eina viðbót á 8.214,- umframt ein eftirløn á 1634,- Arbeiðstíðin er eitt til eitt, umframt feria. Umsóknir Umsókn við avritum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins Att: Stjóraskrivstovan Postboks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi hósdagin 4. oktober 2007. Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Regin Vágadal, stjóra, á tlf. 343012 Skipsstjórar til Smyril Strandfaraskip Landins (SSL) eru landsfyritøka undir Innlendismálaráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innan- lands fólka- og farmafl utningi. Fyritøkan umsitur 29 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 7 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2006 var 1,1 millión: 620 túsund við bussunum og 480 túsund við ferjunum. Talið av fl utningsanleggum er 40 bussar, 8 ferjur og farmafl utningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 170 í tali, svarandi til 120 ársverk. Fyrisitingin á SSL er skipað í fi mm deildir: Samferðslu-, Sjó-, Fíggjar-, Starvsfólka-, Farma- og cateringdeild. Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum vikarur? Ella komið í eitt fast starv? Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir tíðini sjálv/ur? Vit hava eisini brúk fyri pensionist- um og lesandi. Vit røkka um alt landið. Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00 TEMP-TEAM er eitt vikarbureau. TEMP-TEAM Føroyar er ein partur av fleiri deildum runt um í Europa og úti í heimi. Okkara uppgáva er at finna starvsfólk, ið kunnu arbeiða sum vikarar og tey sum vilja koma í eitt fast starv, bæði á sjógvi og landi. Kom og skráset teg Farleið í opnum havi Másin by­rjar túrar sínar í Hvannasundi og røkir rutusam- bandið hjá svínoy­ingum og fugloy­ingum. Ein túrur til Svínoy­ar tekur 40 minuttir, síðani 20 minuttir til Kirkju og haðani 10 minuttir til hina by­gdina í Fugloy­, Hattarvík. Frá 1. sep­tember verður siglt eftir vetrarskránni. Úr Hvannasundi verður farið dagliga kl. 8:45 og 14:45 tó við ávísum broy­tingum. Undir skiftandi umstøðunum í Fugloy­arfirði kunnu frá- faringartíðirnar vera skiftandi, alt eftir hvussu líkindini eru.