Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 180 - 18. september 2007 Fyrsti nýbygdi barnagarðurin hjá Klaksvíkar kommunu, Barna­ húsið Margit, lat upp í gjár. Leiðarin hevur, saman við starvsfólkunum, sett sær nøkur greið mál, sum skulu skapa trygd og trivna millum bæði børn og vaksin. barnaansing Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Mánamorgunin var Sosial­ urin og vitjaði nýgga barna­ garðin í Klaksvík. Hóast ikki øll børnini byrja bein­ anvegin, var húsið longu fult av børnum og lívi. Stovnurin liggur so høgt og frítt fyri, at ljósið streymar inn, og útsýni er til allar síðu. Tær fýra stovurnar, hava fingið heitini várperl­ an, summarperlan, heyst­ perlan og vetrarperlan, og leiðarin á nýggja stovninum, Hedvig Høgnesen, greiðir soleiðis frá stovuheitunum: ­ Vit umhugsaðu navnið Várperlan til stovnin, tí tað er eitt blómunavn, og stovn­ urin er ein perla, sum nú sær dagsins ljós, eftir at hava ligið sum hugskot á einum páppíri í nógv ár. Og so eru børnini jú sjálvandi bæði vár og perlur. Navnið endaði tó við at vera Dagstovnurin Margit, sum leiðarin eisini heldur, er eitt gott navn, tí Margit Joensen, sála, sum sat í sosialu nevnd hjá Klaks­ víkar býráð, tá barnagarð­ urin varð teknaður, hevur uppiborið at verða heiðra. Men fyri at halda fast í tankan um, at bæði hús og børn er perlur, fingu stovur­ nar perluheiti. Perlur eru dýrabærar og skulu handfarast við um­ hugsni, og sama er galdandi fyri børn, heldur Hedvig Høgnesen. Tí hevur hon sett sær fyri at hava eitt greitt virðisgrundarlag at byggja á og nakrar greiðar meginreglur at ganga eftir í gerandisdegnum. 80 umsøkjarar vóru til tey 16 størvini á stovninum, og tá Hedvig Høgnesen valdi sær fólk hugdi hon bæði eftir útbúgving, egin­ leikum, persónsmenskum og aldri. ­ Eg vildi hava eina góða blanding av fólki á øllum stovunum. Tað nyttar ikki at hava bara høgtflúgvandi ella bara jarðbundin fólk, starvsfólkini á stovninum eru tí ein mynd av tí ymisk­ leika, sum vit vilja leggja dent á. Her eru bæði stuttlig, umhugsin, uppfinnsom, kreativ og djúphugsin fólk í øllum aldri og av báðum kynum, sigur hon stolt. Sunn og trygg børn Áðrenn Hedvig Høgnesen yvirhøvur fór til samrøðu um starvið sum leiðari, hevði hon orðað sær trý aðalmál, sum skuldu vera partur av virðisgrundarlag­ num hjá stovninum. Hesi vóru sunn og trygg børn, nøgd starvsfólk og náms­ frøðilig umhugsni. ­ Tá vit hava ein nýggjan stovn, hava vit møguleika at finna okkara heilt egnu leið. Her er ongin sum sigur, at soleiðis plaga vit at gera. Men samstundis gevur tað tryggleika, at vit seta Adeel hevur sett seg at tekna. Hann er so heppin, at hann hevur tveir beiggjar sum eisini ganga í Barnahúsinum. Bjørg heldur, tað er óført at sleppa at spæla trummu Leiðarin í barnahúsinum Margit, Hedvig Høgnesen, hevði 80 umsøkjarar at velja í millum, tá tey 16 nýggju starvsfólkini skuldu setast. Av teim 16 eru seks námsfrøðingar, men Hedvig Høgnesen er eisini glað fyri hini, tí øll hava sínar serligu eginleikar, sigur hon Eileen Matras hjálpir Kristian Martin at súkla, meðan ein mamma prátar við Anniku Marknagil um nýggja barnagarðin, sum tey øll eru so errin um Børnini sóu út til at trívast væl longu fyrsta dagin, og matarlysturin var góður. Jósup Hendriksen, starvsfólk, fær sær at eta saman við Poul Jacob, Páll, Aron, Hanusi og Sigurd Barnahús fult av p