týsdagur 18. september 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 180 - 18. september 2007
19
tíðindi
okkum týðulig mál, heldur
Hedvig Høgnesen
Teir seinastu fjúrtan dag
arnar hava starvsfólk og
leiðari saman útgreina eitt
meira ítøkiligt virðisgrund
arlag og sett orð á, hvussu
hetta skal síggjast aftur í
gerandisdegnum.
Hugsjónin at hava sunn
og trygg børn er til dømis
útgreina í reinføringspoli
tikki, roykibanni, frukttil
boði
og
rørslupolitikki.
Royking er fullkomiliga
bannað á stovninum, børn
ini fáa frukt hvønn dag, og
foreldrini hava fingið greið
boð um, at børnini skulu
hava sunnan og mettandi
mat í matpakkanum, og at
tað er ikki loyvt at hava góð
gæti og kakur við. Hvønn
morgun er so eisini ætlanin
at hava fimleik á skránni.
Hedvig Høgnesen ynskti
eisini, at stovnurin hevði
ein greiðan alkoholpolitik.
Klaksvíkar Kommuna hev
ur ikki fyrr havt ein orðaðan
alkoholpolitik, men nú eru
fyribils reglur gjørdar fyri
Barnahúsið Margit, og ætl
anin er, at hesar eisini skulu
fáa gildið í hinum stovnu
num.
Alt skal hava
eina meining
Barnahúsi Margit hevur eis
ini námsfrøðiligt umhugsni
sum eitt aðalmál. Hetta skal
sambært leiðaranum síggj
ast aftur í, at børn ikki bara
verða passaði, men stuðlað
í teirra menning og búning.
Alt skal hava eina mein
ing. Vit hava ongin sjón
vørp, tí børnini skulu ikki
bara setast til at hyggja eftir
filmum fyri at binda frið.
Men vit hava keypt ein upp
varpara og góðar rullugar
dinur, so onkran dag fara
vit at spæla biograf við góð
um filmi og poppkorn aftur
við, sigur Hedvig Høgne
sen.
Hon ætlar heldur ikki, at
húsið bara skal fyllast við
leikum, men at leikurnar
verða keyptar og brúktar, tí
tær kunnu vera við til at
stimbra barnið. Í túninum
stendur eitt stórt krabba
akvarium, og skjótt fer eitt
stórt kaninbúður at standa
við síðuna av, tí djór skulu
hava sín leiklut í námsfrøði
ligu menningini.
Eitt annað námsfrøðiligt
amboð, sum tey fara at
brúka í barnahúsinum, eru
smiley talvur.
Tá eg arbeiddi á frítíðar
skúla, uppdagaði eg, hvussu
ofta børnini endaðu í fast
lastum støðum, tí tey heilt
einfalt ikki dugdu at avlesa
anlitsbrøgdini hjá hvørjum
øðrum. Tey dugdu ikki at
síggja, um hini vóru bangin,
kedd ella óð. Smiley talvur
nar skulu læra tey at skilja
hvønn annan, greiðir Hed
vig Høgnesen frá.
Stovnurin skal eftir ætlan
vera páppírsfríur við teldum
og interneti á hvørjari stovu.
Men skrivstovan hjá leiðar
anum hevur enn hvørki
skrivaraborð ella teldu.
Vit eru ikki fullkomin
enn, sigur Hedvig Høgnesen
smílandi.
Men eg haldi tað er
betur, at vit seta okkum mál
um bæði teldur, frukt og
fimleik og arbeiða fyri at
málini verða nádd í staðin
fyri bara at seta okkum
niður og bíða eftir tí
perfekta, sigur hon at enda.
Eitt ára gamla Erla
spælir dukkustell
saman við Evu
Joensen, ein av teim
16 starvsfólkunum
í Barnahúsinum
Margit
Dánjal, Mortan,
George og Jacob
hugna sær saman við
Niels Juel Arge, sum
arbeiddi á Bedingini,
áðrenn hann kom til
Barnahúsið.
perlum
Nógv er at takast við í nýggja
barnagarðinum. Her hevur Páll
sett seg at spæla við ein flottan bil