mikudagur 9. mai 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2001
15
gult15 cyan15 magenta15 svart15
14
Nr. 88 - 9. mai 2001
gult14 cyan14 magenta14 svart14
C
M
Y
K
Uppskriftin
hesa vikuna
Vakur dúkur
Uml. 160cm.
í diametur
Tlf. 312727
TÍÐINDASKRIV
FRÁ IRF
Í føroyskum lógarteksti er
ikki beinleiðis lýst, hvat
burturkast er. Í donskum
lógarteksti er burturkast
tað, sum ánarin koyrir burt-
ur, ætlar at koyra burtur ella
eigur at koyra burtur.
Í hesi greinini skilja vit
millum rusk og burturkast
soleiðis, at rusk er tað sum
verður koyrt burtur í dagl-
iga húsarhaldinum og sum
fer í vanligu ruskposarnar,
meðan burturkast eru størri
lutir bæði frá húsarhaldum
og virkjum ella avlop av
framleiðsluni ella rakstrin-
um á virkjum í breiðari
merking.
Ábyrgd av burturkasti
Kommunan skal hava inn-
savningarskipan fyri húsar-
haldsburturkast, innsavn-
ingarskipan ella avhending-
arskipan fyri serliga dálk-
andi burturkast, innsavn-
ingarskipan ella avhending-
arskipan fyri annað burtur-
kast og móttøkustøð (t.d.
bingjupláss) til burturkast
frá borgarunum
Tað er skylda hjá øllum
at nýta tær skipanir, sum
kommunustýrið vísir á.
Kommunustýrið
kann
krevja allar upplýsningar
um burturkast frá virkjum
og stovnum. Virki og stovn-
ar skulu til eina og hvørja
tíð kunna skjalprógva, at
burturkastið er innsavnað,
goymt, handfarið og burtur-
beint á góðkendan hátt.
Allar kommunur í Føroy-
um, undantikið kommun-
urnar í Suðurstreymoy og
Hests kommuna, hava skip-
að seg í Interkommunala
Renovatiónsfelagsskapin-
um L/F, vanliga nevnt IRF.
Endamálið hjá hesum fel-
agsskapi er at taka sær av
øllum burturkasti, sum
kemur fyri í limakommun-
unum.
Burturkast til
endurnýtslu
Endurnýtsla kann býtast
upp í trý. Beinleiðis endur-
nýtsla er at nýta ein lut aft-
ur, sum hann er. Tilfarsend-
urnýtsla er at nýta tilfarið
umaftur, sum t.d. jarn ella
pappír. Til seinast er at
nevna at orkan, sum fæst
burtur úr at brenna rusk og
burturkast, kann brúkast til
upphiting
ella
elfram-
leiðslu.
Út frá hesum sæst, at ein
stórur partur av tí vit dagl-
iga kalla burturkast, í stór-
an mun ikki er burturkast,
men ein rávøra. Uppgávan
er at finna útvegir til at
gagnnýta hesa rávøruna.
Besti háttur at koma longur
við endurnýtslu, er at skilja
burturkastið sundur í hósk-
andi bólkar á staðnum, har
tað verður til.
Kostnaðurin fyri burtur-
kastið verður settur eftir,
hvat tað er, um burturkastið
kann roknast fyri at vera
skilt ella ikki og um tað er
komið á rætta stað.
Pappír og papp
IRF fer nú at savna pappír
og papp inn fyri seg bæði
frá húsarhaldum og virkj-
um. Grundirnar til hetta eru
tvær: Reint pappír og papp
er ikki burturkast, men eitt
tilfeingi, sum kann brúkast
aftur. Harafturat hevur IRF
ikki nóg stóra orku til at
brenna alt burturkast, og tá
turt og reint pappír hevur
gott brennivirðið, hevur tað
stóran týdning at fáa papp-
írið burtur úr brenningini.
Góð skiljing á virkjum
hevur sera stóran týdning
fyri, hvat pappírið kann
brúkast til. Dálkað pappír
og papp kann ikki brúkast
aftur.
Bilar frá IRF koma at
heintað pappír og papp inn
frá virkjum eftir avtalu.
Innsavningin byrjar fyrst í
juni mánaða.
Jarn og metal
Í 1998 kom avmarking í
nýtslu av góðkendu tyrv-
ingarplássunum hjá IRF.
Ikki er longur loyvt at
tyrva tilfar, sum kann end-
urnýtast. IRF skipar fyri at
savna jarn og metal saman
á Gjánoyri og sendir tað av
landinum til endurnýtslu. Í
hesum bólkinum eru jarn,
aluminium og aðrir metal-
lutir, kulda- og frystiútbún-
aður, bilar og aðrar maskin-
ur, húsatekjur og líknandi.
Stórir tangar og bingjur
skulu vera skorðin sundur,
áðrenn tær koma til IRF á
Gjánoyri, soleiðis at lutirnir
kunnu flytast í vanligum
flutningslastum.
Neyðugt er at siga frá hjá
IRF, tá virki vilja sleppa av
við jarn og metal. IRF leig-
ar bingjur til flutning av til-
fari.
Elektronikkur
Í útvørpum, sjónvørpum,
sjónbandaspælarum
og
telduútgerð v.m. eru nógv
tungmetalir, sum hópa seg
upp í umhvørvinum. Í hes-
um sambandi kunnu vit eis-
ini nevna, at og smærri
køksbúnyttur, borimaskinur
o.t. innihalda serliga dálk-
andi evni, sum t. d. í inn-
bygdum battaríum, sum
kunnu endurløðast. Umráð-
andi er tí, at hesir lutir ikki
verða brendir, men sendir
til endurnýtslu.
Elektroniski útbúnaðurin
verður sendur til serútgjørd
endurvinningarvirki, har
ávísir lutir verða tiknir úr
og brúktir aftur og ávís
metalir verða endurvunnin.
Glas
IRF tekur ímóti glaskrukk-
um og glasfløskum, heilum
sum brotnaðum. Íløtini
skulu vera rímuliga rein.
Metallok og —proppar
svarandi til nøgdina av
glasi kunnu vera uppi í.
Alt annað glas verður
tyrvt. Leir-, keramiklutir
o.t. skulu ikki í glasbingj-
urnar, men verða brendir.
Dekk, trolleivdir og stór-
sekkir
Tilfar av oljuuppruna
sum trol og storsekkir hev-
ur høgt brennivirðið. Dekk,
trolleivdir og stórsekkir
skulu tí ikki sendast til
brenningar, men heldur
endurnýtast. Veirur, flot og
grunnur skulu vera skorin
av trolleivdunum. Stór-
sekkirnir skulu vera reinir.
Kostnaður
Væl flokkað burturkast til
endurnýtslu hevur tann
lægsta kostnaðin. Tað kann
tí loysa seg at lata eitt av
starvsfólkunum hava áb-
yrgdina av, at burturkastið
verður rætt skilt. Hetta vil
eisini virka fyri eini hug-
burðsbroyting, sum ger, at
hini starvsfólkini fara at
hugsa um, hvat verður
koyrt burtur og hvussu tað
verður koyrt burtur.
Virkisburturkast til IRF