Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 88 - 9. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 C M Y K gult17 cyan17 magenta17 svart17 Mold fæst í Tórshavn við at gjalda fyri koyringina. Tlf. 217452 e-mail: torship@post.olivant.fo www.torship.com • Skipamekling • Skipaumboðan • Skiparakstur Meira fæst at vita á: Tlf. 318531 • Fax 319369 Keyp og søla av skipum Mist koyrikortið ? Skipað verður fyri vikuskiftis- skeiði (ástøðisskeiði) 10.- 13.mai Teori til endurtøku & eftir- ansandi koyriroynd Koyrikortið SP/F Stoffalág 82 Tel 318821 • 315298 Fartel 218777 Tórshavnar Trafikkskúli (um nóg nógv tekna seg) Teori til endurtøku & eftir- ansandi koyriroynd Koyrt ov skjótt ? Við Miðnámsskúlan í Suðuroy eru eitt starv sum lektari/adjunktur/royndarsettur adjunktur frá 1.august 2001,leys at søkja í Evnafrøði Setan fer fram sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara (YF). Umsóknin á oyðublað frá YF verður stílað til Føroya Landsstýri,Mentamálastýrið,Tórshavn,men verður sent til Miðnámsskúlin Att.:Ole V.Laursen,FO 900 Vágur Tlf.373622 · fax 374026 · e-mail: midnam@midnam.fo Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 21.mai. Musikkskúlaskipanin Royndir verða í november 2001 Royndir í ljóðførisspæli, sangi og skrivligari teori verða í november 2001. Næmingar tekna seg sjálvbodnir, og støðutakan eigur at verða tikin í samráð við lærara fyri summarsteðgin. Próvdómari frá Associated Board of the Royal Schools of Music í London kemur higar. Føroyskur tulkur er til royndirnar. Endamál • Royndirnar geva næmingi møguleika at seta sær ávegis mál, og at fáa eina meting eftir altjóða støði. • Prógv verður givið tá ið royndin er staðin. Minsta krav er 100 av 150 møguligum stigum. Royndirnar Roynd fyri byrjarar har skrivligt ummæli verður givið beinanvegin. (Preparatory Test) Roynd fyri leikarar eldri enn 21 ár, byrjarar eins og yrkisleikarar, sum ynskja eitt óheft, professionelt skrivligt ummæli beinanvegin, og eina samrøðu við próvdómaran. (Performance Assessment). Stig 1, 2, 3, 4, og 5 royndirnar eru skipaðar soleiðis: • Næmingurin spælir trý sjálvvald stykkir av ABRSM lista, ið hann hevur lært seg frammanundan. • Næmingurin spælir teir tónastigar (skalair) og tríljómar (arpeggios), sum standa í ABRSM skránni. • Næmingurin spælir eitt stutt stykki, sum hann ikki hevur sæð frammanundan. • Næmingurin verður biðin at klappa antin pulsin ella lag-rútmuna meðan próvdómarin spælir á klaver. • Næmingurin skal siga um stykkið gongur í tveimum, trimum ella í fýra sløgum í taktini. • Próvdómarin spælir ein stuttan setning tvær ferðir. Næmingurin verður biðin at syngja ella murra tað sama beint eftir at dómarin er liðugur. • Á hægru stigunum verður næmingurin biðin at syngja nakrar tónar eftir nótum. Próvdómarin spælir fyrsta tónan og spælir eisini rættan tóna, um næmingurin fer skeivur. Royndirnar vara umleið 12-16 minuttir. Fyri at sleppa til roynd á ljóðføri ella í sangi í 6., 7., og 8. stigi, skal næmingurin hava staðið skrivligu teoriroyndina á 5. stigi. Skrivligar teoriroyndir eru tríggjar ferðir um árið. Próvtøkugjøld Í ljóðførisspæli ella sangi Í skrivligari teori Roynd fyri byrjarar (Preparatory Test) kr 260,- Stig 1 kr. 320,- Stig 1 kr. 180,- Stig 2 kr. 360,- Stig 2 kr. 180,- Stig 3 kr. 360,- Stig 3 kr. 180,- Stig 4 kr. 430,- Stig 4 kr. 240,- Stig 5 kr. 430,- Stig 5 kr. 240,- Stig 6 kr. 500,- Stig 6 kr. 310,- Stig 7 kr. 580,- Stig 7 kr. 310,- Stig 8 kr. 640,- Stig 8 kr. 310,- Roynd fyri tónleikarar eldri enn 21 ár (Performance Assessment) kr 430,- Prógv á konservatoriistøði (Advanced Certificate), úr kr. 1.140,- til kr. 6.090,- Tilmelding í seinasta lagi 21. september 2001 hjá Musikkskúlaskipanini, Hoyvíks- vegur 72, FO 100 Tórshavn, tlf. 316462, fax 316991, t-postur: martin@mms.fo Meira fæst at vita hjá leiðaranum Martin Mouritsen tlf. 216462. -tað loysir seg AGF sigurin á FCM hevði við sær, at FCK er uppaftur betri fyri í toppstríðnum, og at Herfølge nú bara kappast við AB um at sleppa undan niður- flyting SUPERLIGA Jóannes Hansen Tað var so gott fótbóltslag í Århus mánakvøldið, sum tað ikki hevur verið leingi. AGF hevur havt afturpartin í vatnskorpuni alt kapping- arárið. Áskoðararnir høvdu mist mótið um, at tað skuldi eydnast at varðveita sessin í bestu deildini, pen- ingaligu stuðlarnir hildu seg burtur, og tað tóktist sum um eingin vildi vita av gamla stórfelagnum. Nú er rættulig vend kom- in í. Knapt sjey túsund áskoðarar møttu mána- kvøldið. Liðið hevur rættu- liga havt undanvind, síðani gamli generalurin í verjuni, John Stampe, sum eina ferð áður hevur verið bjarging- armaður í venjarasessinum, tók ábyrgdina á seg, tá hin venjarin segði upp. Hesa ferð vitjaði FCM, sum við sigri hevði havt møguleika at leggja seg einsamalt á odda í superlig- uni. Tvær ferðir áður hava hesi liðini spælt í lands- kappingini í hesum kapp- ingarárinum. Báðu ferðirn- ar hevur AGF vunnið, og AGF vann eisini hesa ferð. 2–0 sigurin ber við sær, at teir rættuliga hava lagt sjógv ímillum seg og AB og Herfølge, sum stríðast um at sleppa undan øðrum nið- urflytingar plássinum. Herfølge fer í kvøld at spæla á útivølli í Lyngby. FCM var ágangandi ímóti AGF. Oddaliðið trýsti, og teir høvdu fleiri møguleikar, men teir fingu einki mál. Heimaliðið var væl skipað í verjuni, teir høvdu ein fínan málverja, og so dúvaðu teir upp á mál í snarálopum. Fimm minuttir eftir steðgin fekk Bo Nielsen mál. So styrknaðu fyritreyt- irnar hjá AGF at verja. FCM trýsti uppaftur meiri, men teir megnaðu ikki at skora, og í evstu løgu økti Bo Nielsen, sum nú hevur skorað átta mál í átta dyst- um, til 2–0. AGF sigurin hevði við sær, at tað er púra greitt, at FCK er næstfremst, nú tað resta seks umfør í hesum kappingarárinum. Brøndby er eitt stig frammanfyri FCK, Silkeborg og FCM, sum øll hava sama stigatal. Nr. 88 • mikudagur • 9. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast týdningurin av grundspælinum er lítil og eingin, so kann longu staðfest- ast, at KÍ kvinnurnar eru stórfavorittar at endurvinna FM-heit- ið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Hetta umfarið mundi størsti spenningurin vera um, hvussu alt fór at laga seg, tá føroyameistararnir úr KÍ fóru á vitjan í Gundadali. Roknað varð við, at HB fram um hini liðini kundi geva KÍ harða mótstøðu. Helt bert eina løtu Fyrstu løtuna av dystinum bendi eisini á, at HB verul- iga kundi gera KÍ fortreð. Tær á heimaliðnum royndu at leggja trýst á frá byrjan, men málmøguleikar komu tó einki serligt av. Hinvegin eydnaðist tað KÍ at koma betri við í dystin, og um miðjan hálvleikin kundi Elsa Maria Simonsen leggja bóltin í HB-málið. Eftir hetta hevði KÍ tak á tí mesta, sum fyrifórst, men hóast fleiri møguleikar, so kom einki mál undan steðg- inum. Í seinna hálvleiki tóktust tær á heimaliðnum at vera vorðnar heldur moyrar, og uttan stórvegis hóvasták kundi KÍ nú staðfesta sigur- in. Fyrst slapp Malena Josphsen einsamøll móti og fram við HB-málverjanum, áðrenn hon legði bóltin í netið, og fáa minuttir seinni legði Malena ein langan bólt til Vivan Bjartalíð, sum stútaði til 3-0. Seinasta málið í dystin- um fall eisini til KÍ, og var tað hesa ferð Bára Skaale, sum keyt helst vakrasta málið í dystinum, tá hon við vinstra beini langaði bóltin í kassan. Við sigrinum eru KÍ- kvinnurnar longu fimm stig undan VB og HB í grund- spælinum. Stigini her hava tó ikki tað stóra at siga, tí tey verða øll strikað undan endaspælinum, men hin- vegin hava úrslitini hjá KÍ higartil bent á eina sanna styrkisuppvísing. Bert í heimadystinum móti VB hava tær verið kroystar, men alt í alt er ilt at ímynda sær, at nakar fær gjørt nak- að við oddastøðu teirra hetta kappingarárið. Halldóra fekk hat-trick B36, sum annars í fleiri ár hevur havt sterkt kvinnulið, tykist als ikki at hava fingið fótin fyri seg higartil í ár. Um vikuskiftið vitjaðu tær í Vági, og her gjørdist talan um ein tryggan sigur til heimaliðið. Serliga í fyrra hálvleiki var stórur munur á liðun- um, og sagt verður, at B36 als ikki hótti VB-málið hesi trý korterini. Halldóra Joensen, ið eins og í fjør er sjálvskrivað í VB álopinum legði fyri við málskjóting- ini, og eftir at Marita Joens- en hevði økt til 2-0, skeyt Halldóra enn eitt mál, áðr- enn farið varð til hálvleiks. Eftir steðgin var munurin millum liðini als ikki eins sjónligur, men hóast hetta, so hevði VB fult tamarhald á støðuni alla tíðina. Burtur sæð frá einstøkum skot- royndum, hildu tær mót- støðukvinnunum burtur frá egnum máli, og tað var eis- ini VB, sum fekk einasta málið eftir steðgin, og var tað enn eina ferð Halldóra, sum stóð fyri hesum. VB er sostatt ájavnt á øðrum plássi, tó at tær í Vági hava betri málmun. Hinvegin er B36 niðast í deildini, og líkt er tí til, at tær skulu royna seg í einum upp- og niðurflytingardysti móti triðbesta liðnum í aðru deild. HB - KÍ 0 - 4 (0 - 1) 0 - 1 Elsa Maria Simonsen, 25. min. 0 - 2 Malena Josephsen, 53. min. 0 - 3 Vivian Bjartalíð, 55. min. 0 - 4 Bára Skaale, 90. min. VB-B36 4-0 (3-0) 1-0: Halldóra Joensen 2-0: Marita Joensen 3-0: Halldóra Joensen 4-0: Halldóra Joensen KÍ-kvinnurnar einaráðandi FCK styrkti sína støðu Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 3 3 - 0 - 0 12 2 10 9 2 VB 3 1 - 1 - 1 6 3 3 4 3 HB 3 1 - 1 - 1 6 8 -2 4 4 B36 3 0 - 0 - 3 4 15 -11 0 Máltindurin Malena Josephsen KÍ 5 Eyðfríð Kristiansen HB 3 Halldóra Joensen VB 3 sjálvmál 3 Súnfríð Simonsen B36 2 Rannvá Andreasen KÍ 2 Vivian Bjartalíð KÍ 2 Marita Joensen VB 2 Sólvá Joensen B36 1 Annika Godtfred HB 1 Kristina Eyðbjørnsdóttir HB 1 Lydia Vesturtún HB 1 Bára Skaale KÍ 1 Elsa Maria Simonsen KÍ 1 Føroyameistararnir úr KÍ vunnu tryggan sigur á HB, og eru longu nú fimm stig undan næsta liðnum Mynd: Álvur Haraldsen