týsdagur 18. september 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 180 - 18. september 2007 ]
Jol fær ein mánað
Eftir laku byrjanina hjá Tottenham í ensku Premier League
ljóðar nú, at felagið er um at missa tolið við hollendska
venjaranum, Martin Jol. Í enskum miðlum verður sagt, at
venjarin nú fær ein mánað til at prógva, at hann framvegis er
rætti maðurin at stýra felagnum. Hendan komandi mánaðin
skal Tottenham spæla seks dystir. Tvær ferðir móti
Anorthosis Famagusta í UEFA-Cup kappingini. Móti
Middlesbrough í Carling Cup og móti Bolton, Aston Villa
og Liverpool í Premier League.
VB/Sumba-venjarin ákærdur
Predrag Prsic verður nú ákærdur av fútanum fyri harðskap. Hetta fyri
tilburðin, tá hann í dystinum millum VB/Sumba og EB/Streym langaði
til Hans Paula Samuelsen í løtunum eftir at gestirnir høvdu skorað
sigursmálið. Í 3-2 í gjárkvøldið varð staðfest, at fútin hevur gjørt av at
reisa ákæru í málinum. Hetta merkir samstundis, at passið verður tikið
frá venjaranum. Verður hann funnin sekur, kann Prsic verða vístur av
landinum.
Í toppin á formil 1
heimsmeistaraheiti
num eru nú einans
tvey stig millum
Hamilton og Alonso,
og eftir at Alonso
kroysti liðfelagan
av breytini í fyrsta
svingið, er forholdið
millum báðar
kappingarneytarnar
ísakalt
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Fernando Alonso er nú bert
tvey stig aftan fyri lið-
felagan Lewis Hamilton í
kappingini um heimsmeist-
araheitið í formil 1, við ein-
um triðja plássi og Hamilton
á fjórða plássi, át Alonso
enn eitt stig burturav mun-
inum teirra millum, og við
einans trimum koyringum
eftir, er heimsmeistaraheitið
óvanliga spennandi.
Sjálv formil 1 koyringin í
Belgia gjørdist annars rætti-
liga líti áhugaverd. Mest
spennandi løtan var byrj-
anin, tá Hamilton var um at
sleppa framvið liðfelaga
sínum, men Alonso vísti, at
hóast arbeiðsgevarin er tann
sami, so er talan ikki um
nakað vinarlag, og kroysti
Hamilton
av
breytini.
Hamilton megnaði tó at
koma á aftur breytina og
halda seg á fjórða plássi
restina av koyringini.
Ferrari heimsmeistari
Kimi Räikkönen í Ferrari
var á odda frá byrjan til
enda, og einasti maður, ið
ivaleyst kundi bjóða Räikk-
önen av, liðfelagin, Felipe
Massa, helt seg burtur, og
tað tykist sum Ferrari hevur
tikið avgerðina um, at í ár
er Räikkönen besta vónin
um
heimsmeistaraheitið
fyri koyrarar. Tað tykist tó
rættiliga
ósannlíkt,
at
Räikkönen, ið hevur 84 stig
megnar at fáa bæði Hamil-
ton við 97 stigum og Alonso
við 95 stigum aftur í kapp-
ingini, nú einans 30 stig eru
eftir at koyra um. Men við
úrslitinum í gjár og koll-
dømingini av McLaren í lið-
kappingini, kann Ferrari lið-
ið troysta seg við, at
heimsmeistaraheitið fyri lið
er teirra.
Turt og keðiligt
Belgiska formil 1 koyringin
á Spa Breytini plagar at
bjóða ársins formil 1 koyr-
ing á nærum hvørjum ári.
Við eini spennandi breyt,
har rættiliga lætt er at yvir-
hála og nógvum avbjóðandi
støðum, og veðrið, ið nær-
um altíð er svikaligt, er
hetta yndisbreytin hjá flestu
formil 1 koyrarum og somu-
leiðis áskoðarum. Men í tey
44 umførini, ið koyringin
vardi hendi nærum einki.
Nakrir smáir nærdystir vóru
aftarliga í feltinum, men
ikki nakað at tala um, ja
sjálvt veðrið helt sær hamp-
iligt alla koyringina.
Frá byrjan til enda vóru tað Ferrari bilarnir, ið drógu frá McLaren bilunum
Mynd: Polfoto
Keðilig koyring –
spennandi úrslit
Úrslit fyri belgisku formil 1 koyringina
Úrslit Koyrari
Lið
Tíð
Stig
1
Kimi Räikkönen
Ferrari
1:20:39.066
10
2
Felipe Massa
Ferrari
+4.6 sekund
8
3
Fernando Alonso
McLaren-Mercedes
+14.3 sekund
6
4
Lewis Hamilton
McLaren-Mercedes
+23.6 sekund
5
5
Nick Heidfeld
BMW
+51.8 sekund
4
6
Nico Rosberg
Williams-Toyota
+76.8 sekund
3
7
Mark Webber
Red Bull-Renault
+80.6 sekund
2
8
Heikki Kovalainen
Renault
+85.1 sekund
1
9
Robert Kubica
BMW
+85.6 sekund
10
Ralf Schumacher
Toyota
+88.5 sekund
11
Jarno Trulli
Toyota
+103.653 sekund
12
Vitantonio Liuzzi
STR-Ferrari
+1 umfar
13
Rubens Barrichello
Honda
+1 umfar
14
Adrian Sutil
Spyker-Ferrari
+1 umfar
15
Takuma Sato
Super Aguri-Honda
+1 umfar
16
Anthony Davidson
Super Aguri-Honda
+1 umfar
17
Sakon Yamamoto
Spyker-Ferrari
+1 umfar
-
Jenson Button
Honda
Tøkniligur trupulleiki
-
Alexander Wurz
Williams-Toyota Tøkniligur trupulleiki
-
David Coulthard
Red Bull-Renault Tøkniligur trupulleiki
-
Sebastian Vettel
STR-Ferrari
Tøkniligur trupulleiki
-
Giancarlo Fisichella
Renault
Tøkniligur trupulleiki
HM fyri bilførarar
1
Lewis Hamilton
Ongland
McLaren-Mercedes
97 stig
2
Fernando Alonso
Spania
McLaren-Mercedes
95 stig
3
Kimi Räikkönen
Finland
Ferrari
84 stig
4
Felipe Massa
Brasilia
Ferrari
77 stig
5
Nick Heidfeld
Týskland
BMW
56 stig
6
Robert Kubica
Póland
BMW
33 stig
7
Heikki Kovalainen
Finland
Renault
22 stig
8
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
17 stig
9
Nico Rosberg
Týskland
Williams-Toyota
15 stig
10
Alexander Wurz
Eysturríki
Williams-Toyota
13 stig
11
Mark Webber
Avstralia
Red Bull-Renault
10 stig
-
David Coulthard
Skotland
Red Bull-Renault
8 stig
13
Jarno Trulli
Italian
Toyota
7 stig
14
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
5 stig
15
Takuma Sato
Japan
Super Aguri-Honda
4 stig
16
Jenson Button
Ongland
Honda
2 stig
17
Sebastian Vettel
Týstkland
STR-Ferrari
1 stig
HM fyri lið
2
Ferrari
161 stig
3
BMW
90 stig
4
Renault
39 stig
5
Williams-Toyota
28 stig
6
Red Bull-Renault
18 stig
7
Toyota
12 stig
8
Super Aguri-Honda
4 stig
9
Honda
2 stig
-
STR-Ferrari
0 stig
-
Spyker-Ferrari
0 stig
-
McLaren-Mercedes *
* McLaren-Mercedes eru kolldømdir úr kappingini fyri lið, tí liðið hevur njósnast. Liðið
tekur stig í kappingini um HM frá kappingarneytunum, men tey telja ikki við fyri McLaren.