týsdagur 18. september 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 180 - 18. september 2007 ]
Russi vil hava Arsenal
Russiski ríkmaðurin Alisher Ushmanov er væl
ávegis til at keypa sær meirilutan í enska Arsenal.
Arsenal er helst seinasta stórfelagið í Onglandi,
sum enn ikki hevur skift eigara seinnu árini, men
tann støðan stendur neyvan við leingi, um Ushma
nov fær sín vilja. Saman við Farhad Moshiri hevur
Ushmanov nú tryggjað sær ræðisrættin á 21% av
partabrøvunum í felagnum. Størsti partaeigarin er
tó enn Danny Fizman, sum eigur 24% av
partabrøvunum.
Champions League verður broytt
Frá kappingarárinum 2009/2010 verður skipanin í Champions League
broytt nakað. Nýggi UEFAforsetin, Michel Platini, hevur støðugt talað
fyri, at rúm skal verða fyri fleiri meistarum í kappingini, sum soleiðis ikki
bert skal fevna um fremstu liðini í stóru kappingunum. Og líkt er nú til, at
ein semja er gjørd. Talan verður framvegis um undankappingardystir fyri
fleiri meistarar, men eitt nú verður nýggja skipanin til fyrimunar fyri
donsku meistaraliðini, sum ikki renna seg í heilt so sterk lið, sum tey áður
hava gjørt. Eitt nú tapti FCK hesa ferð fyri portugisiska Benfica í sínum
undankappingardysti.
Fleiri enn 500 fólk
tóku lut, tá stóra
fólkaheilsurenningin
varð runnin seinasta
vikuskifti
Renning
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Edith Johannesen
558 nøvn taldi luttakaralist
in, tá árliga fólkaheilsurenn
ingin varð skotin ígongd
leygardagin. Runnið varð
samstundis á fleiri støðum
kring landið. Nevnliga í
Vágum, Klaksvík, Eystur
oynni, Tvøroyri og í Havn.
At veðrið var heldur ófanta
ligt fekk kanska summi at
setast aftur. Men hóast regn
og vind, so vóru tó 558
børn, ung og vaksin, sum
vunnu á veðrinum.
Runnu móti veðrinum
Tá rennast skal, er einki sum eitur vánaligt veður. Tað ræður um at læta seg í eftir
umstøðunum
Talan var um breitt tiltak, sum fevndi um allar aldursbólkar
Umframt at luttakararnir
fingu møguleikan at
røra seg nakað, kundi
blóðtrýstmátingar eisini
gerast. Og tað vóru tað fleiri,
sum nýttu høvið til
Hóast tiltakið verður kallað renning, so var einki krav um, at rennast
skuldi allan vegin. At ganga bar eins væl til