Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 181 - 19. september 2007 Stutt Sagt Russiskt ráðharra- skifti Nú Viktor Subkov er vorðin russiskur forsætis­ ráðharri, noyðist verju­ málaráðharrin, Anatolij Serdjukov, at leggja frá sær, tí sum versonur for­ sætisráðharrans kann hann ikki vera ráðharri. Viktor Subkov segði í gjár, at hann hevði tosað við versonin, og at hesin skilti støðuna og hevði biðið um at verða loystur úr embætinum alt fyri eitt. Men verjumálaráðharrin verður neyvan tann ein­ asti, sum fer frá. Nýggi forsætisráðharrin sigur, at hann hevur handað Vla­ dimir Putin, forseta ein ráðharralista, sum ætlandi verður almannakunn­ gjørdur fríggjadagin. Dýrur stongsul Í februar í 1962 gjørdi John F. Kennedy, forseti, av at nokta Kuba at keypa nakrar vørur í USA. Nú hevur kubanska stýrið roknað seg fram til, at hesin stongsulin hevur kostað kubanska sam­ felagnum næstan 500 mia. krónur hesi 45 árini. Bara í fjør kostaði hann næstan 15 mia. krónur. Altsamt fleiri ameri­ kanskir politikarar eru fyri at seta stongsulin úr gildi. Eitt nú hevur demo­ kratiski senatorurin Barr­ ack Obama sagt, at vinnur hann forsetavalið næsta ár, fer hann at taka stong­ sulin upp til nýggja við­ gerð. Løgreglan tikin Í Brasil eru 56 løgreglu­ menn tiknir og skuldsettir at hava arbeitt saman við harkaliðum, sum selja rús­ evni. Sambært brasilsku bløðunum hava løgreglu­ menninir fingið millum 22.500 og 45.000 krónur um mánaðin frá rúsevna­ harkaliðum í Rio de Jan­ eiro. Aftur fyri pengarnar hava løgreglumenninir varskógvað rúsevnahar­ kaliðini um átøk hjá løgregluni. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Vit gera ongan film, fyrr enn gátan um Madeleine er loyst, ella málið verður lagt til viks sum óloyst (filmdfelag) útlond Tók lívið av 1,7 mió. fólkum Nuon Chea, sum var ein av teimum ovastu leiðarunum í tí illa gitna Khmer Rouge- stýrinum í Kambodia, varð tikin í morgun Sambært kambodisku myndugleikunum kom løgreglan fram á Nuon Chea í býnum Pailin har norðuri í landinum tætt við teilendska markið. Tann nú 82 ára gamli Nuon Chea er skuldsettur fyri at hava samábyrgd av, at minst 1,7 mió. fólk doyðu í sjeytiárunum, tá Khmer Rouge hevði valdið í Kambodia. Noun Chea var ein av teimum næstu medarbeiðarunum hjá ova­ sta leiðaranum, Pol Pot, sum doyði í 1998. Nuon Chea hevur ofta verið umrøddur sum næst­ ovasti og tann hugsjónarligi leiðarin í Khmer Rouge­ stýrinum og sum maðurin, sum skipaði fyri áganginum ímóti kambodiska sivilfólk­ inum í árunum frá 1975 til 1979. Hildið verður, at næstan tvær mió. fólk doyðu av hungri, sjúku og ómenniskjaligari viðferð hesi árini. Nuon Chea er tann ovasti Khmer­leiðarin, sum kemur fyri tann serliga ST­dómstól­ in, sum viðger mál um ræðu­ stýrið í Kambodia. Har verð­ ur hann ákærdur fyri brots­ verk ímóti mannaættini. Nuon Chea Ódnin Wipha, sum kom inn yvir kinesisku strondina í gjárkvøldið, gjørdist ikki so ring, sum veðurmenninir stúrdu fyri, so í morgun varð hon skrásett sum ein tropiskur stormur. Kinesisku myndugleikarnir siga, at minst eitt fólk doyði í illveðrinum, men at Wipha hevur eisini gjørt annan skaða Wipha misti luftina Fyrireikararnir vilja hava Russel Crowe og Cate Blanchett at spæla høvuðsleiklutirnar sum Gerry og Kate McCann Minst tvey filmsfeløg hava longu lagt ætlanir um at gera ein film um Madeleine McCann og foreldur hennara. Ein talsmaður fyri annað filmsfelagið sigur við avstralska blaðið The Sidney Morning Herald, at felagið vil ikki almannakunngera sínar ætlanir, fyrr enn gátan um Madeleine McCann er loyst, ella til myndugleikarnir velja at leggja málið til viks sum óloyst. ­ Høvdu vit farið í gongd nú, høvdu vit fingið nógvar atfinningar, sigur talsmað­ urin hjá øðrum films­ felagnum. Hann viðgongur kortini, at felagið hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvør skal ella kann spæla høvuðsleiklutirnar í tí ætl­ aða filminum. Tað er ikki hvør sum helst, tí gongst eftir ætlan ætlar felagið at fáa Russel Crowe at spæla leiklutin sum Gerry Mc­ Cann, meðan Cate Blanchett skal spæla leiklutin sum Kate McCann. Ætla at gera film um Madeleine-málið Ætlanin er at fáa Russel Crowe og Cate Blanchett at spæla Gerry og Kate McCann