mikudagur 19. september 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 - 19. september 2007
3
tíðindi
Lógaruppskotið um
samanlegging av
Fróðskaparsetrinum,
Læraraskúlanum og
Sjúkrarøktarfrøðis
kúlanum hevur verið
á landsstýrisfundi í
morgun og fer nú til
hoyringar
SKÚLAMÁL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nú er fyrireikandi arbeiðið
at leggja saman Fróð
skaparsetur Føroya, Føroya
Læraraskúla og Sjúkrarøkt
arfrøðiskúla Føroya komið
so mikið langt, at uppskot
um lóg fyri nýggja stovnin
er liðugt. Lógaruppskotið
hevur í morgun verið á
landsstýrisborði, og í gjár
varð tað sent til hoyringar
hjá avvarðandi stovnum og
feløgum.
Ætlanin er, at nýggi
stovnurin skal vera sjálvs
ognarstovnur, sum verður
stýrdur av stýri, sum verður
mannað við umboðum fyri
starvsfólk og lesandi, og
har meirilutin verða uttan
hýsis limir, sum landsstýris
maðurin
í
mentamálum
velur. Ein av uppgávunum
hjá stýrinum verður at seta
rektara, sum fær víðar
heimildir, sigur Mentamála
ráðið í tíndaskrivi.
Ætlanin er, at nýggi
stovnurin í gransking og
undirvísing skal verða ein
týðandi drívmegi í føroyska
samfelagnum og harvið
eisini vera debatskapandi.
Hartil skal nýskipaði stovn
urin samstarva við samfelag
og vinnu og tryggja, at tann
vitan, ið verður savnað og
skapað á stovinum, kemur
øllum
samfelagnum
til
góðar.
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í mentamálum,
fegnast um, at arbeiðið nú
er komið so mikið langt, at
allar orsøkir eru at rokna
við, at lógin kann verða lýst
í hesum árinum. Hann
heldur tað eisini vera
týdningarmikið,
at
Løgtingið fær góða tíð og
góðar umstøður at viðgera
lógaruppskotið.
Hetta uppskotið er í
tráð við samgonguskjalið
og eisini Visjón 2015. Tað
ber eitt nú við sær, at allar
útbúgvingarnar verða skip
aðar sambært Bologna
yvirlýsingini. Hetta fer at
lætta munandi um í sam
skiftinum millum føroyska
undirvísingar og gransk
ingarumhvørvið og stovnar
og skúlar uttan fyri Føroy
ar, har tað verður granskað
og undirvíst, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Landsstýrismaðurin iv
ast ikki í, at samanleggingin
fer at gagna øllum trimum
stovnum og teimum les
andi við tað, at vit fáa ein
nýggjan sera sterkan stovn
við tí besta frá øllum trim
um stovnum við gransking
argrundaðari undirvísing á
hægsta altjóða stigi og høgt
raðfestari gransking. Hetta
fer at gagna teimum økjum,
ið skulu taka ímóti teimum,
sum taka prógv, og hetta fer
at gagna samfelagnum í
eini framtíð, har eftirspurn
ingurin eftir vælútbúnari
arbeiðsmegi verður stórur.
Tey, sum hava fyrireikað
lógaruppskotið, eru Jóannes
Dalsgaard, deildarstjóri í
Mentamálaráðnum,
for
maður, Jóan Pauli Joensen,
rektari á Fróðskaparsetri
Føroya, Jóannes Hansen,
rektari á Føroya Lærara
skúla, og Súsanna Morten
sen, rektari á Sjúkrarøkt
arfrøðiskúla Føroya. Skriv
arar hava verið Annika
Sølvará, setursskrivari á
Fróðskaparsetri Føroya, og
Kristianna Sjóvará Jacob
sen, fulltrúi, sum Jørgen
Meitilberg, fulltrúi, loysti
av fyrr í ár.
Nýggi lærdi háskúlin til hoyringar
Jóannes Dalsgaard, formaður í bókinum, sum hevur fyrireikað lógaruppskotið, handar Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra, uppskotið
Kundi tú hugsað tær at arbeitt sum
vikarur? Ella komið í eitt fast starv?
Vilt tú verða fleksibul og ráða yvir
tíðini sjálv/ur?
Vit hava eisini brúk fyri pensionist-
um og lesandi.
Vit røkka um alt landið.
Far inn á heimasíðu okkara www.temp-team.fo
TEMP-TEAM, Niels Finsensgøta 37, FO-100 Tórshavn Tel.: +298 61 61 00
TEMP-TEAM er eitt
vikarbureau.
TEMP-TEAM Føroyar
er ein partur av
fleiri deildum runt
um í Europa og úti
í heimi.
Okkara uppgáva er
at finna starvsfólk,
ið kunnu arbeiða
sum vikarar og tey
sum vilja koma í
eitt fast starv, bæði
á sjógvi og landi.
Kom og skráset teg
Vinnumálaráðið skipar fyri almennari ráðstevnu í Norður
landahúsinum fríggjadagin 21. september kl. 14.00 til
16.30, har ljós verður varpað á spurningin:
Hvussu fáa vit betri javnvág millum arbeiðs-
og familjulívið, nú traditionella lívsmynstrið
er í broyting, ja kanska hótt?
Á ráðstevnuni fara Linda Nielsen, professor dr. jur. í
familju og arvarætti á Københavns Universiteti og for
maður í donsku Familie og Arbejdslivskommissionen,
Kristine Stricker Hestbech, sóknarprestur, fyrilestrahaldari
og limur í donsku kommissiónini, og Hege Storhaug,
journalistur, rithøvundur og kunningarleiðari hjá Human
Rigths Service, Noreg, at luttaka við framløgum og
fyrilestrum.
Hege Storhaug gav í 2006 út bókina »Men størst av alt
er friheten«, sum viðger ringu støðuna hjá mongum
innflytarakvinnum í Noreg. Bókin var mest selda bók í
Noreg í 2006.
Tiltakið er ókeypis
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Ráðstevna