mikudagur 19. september 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 181 - 19. september 2007
barnaansing
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Dagstovnurin í Hoyvík hev
ur hevur júst skipað fyri ein
ari temaviku, har tey hava
havt rørslu sum evni. Nógv
verður í dag tosað um,
hvussu týdningarmikið tað
er, at børn røra seg, og kann
ingar vísa, at rørsla ávirkar
bæði menning og trivnað
hjá børnum. Og starvsfólkini
í Dagstovninum í Hoyvík
valdu tí ikki bara at tosa um
rørslu, men at nýta allar teir
møguleikar, sum eru, hjá
børnum at rokast og stutt
leika sær í rørslu og livandi
spæli.
Børnini
á
stovninum
vórðu býtt í fýra aldursbólk
ar og fingu síðani uppgávur,
sum passaðu til teirra. Tey
klintraðu í trøunum í Viðar
lundini, spældu rørsluspøl í
Gundadali og Hoyvíkshøll
ini, vitjaðu spælipláss og
sparkivallir og fóru túrar í
hagan. Starvsfólkini lata
væl at og halda, at hetta var
ein sera góð og avbjóðandi
vika bæði fyri børnini og
starvsfólkini.
Hallur, Brandur og Helena royna seg á liggjandi træi í Viðarlundini
Rebekka kláraði at
klintra rættiliga høgt upp
Tað er gott fyri matarhugin at spæla úti í frískari luft. Rasm
us, Jákup, Guðrun og Guðrun hava sett seg at fáa sær at eta
Dagstovnur setir
fokus á rørslu