mikudagur 19. september 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 181 - 19. september 2007
Stríðið um portør
arnar á teimum
trimum sjúkra
húsunum er nú við
at koma í hæddina.
Fleiri portørar hótta
nú við at leggja
arbeiðið niður á
staðnum fáa teir
ikki sín vilja frá
Fíggjarmálaráðnum
Verkfalshóttan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Vandi er nú aftur fyri verk
falli á teimum trimum
sjúkrahúsunum.
Hesuferð eru tað portørar
sum hótta við at leggja
arbeiðið niður og at leggja
bæði
sjúkraflutning
og
annars alla portørtænastu,
lamna.
Tað fara teir at gera upp á
standandi fót og uttan áðra
ávaring, verða teirra krøv
ikki eftirlíkað.
Og tað kann vera nær
sum helst, at tað hendir.
Stríð um portørar
Tað eru nú nakrir mánaðir
síðani, at stríð tók seg upp
um,
hvørjum
fakfelag
portørarnir skuldu vera í.
Hesi síðstu 40 árini hava
portørarnir í øllum landin
um verið limir í Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Men
fyri nøkrum mánaðum síð
ani gjørdu nakrir portørar
av at melda seg inn í Starvs
mannafelagið.
Í løtuni eru umleið tveir
triðingar av portørunum
limir
í
Starvsmannafel
agnum og ein triðingur er
eftir í Havnar Arbeiðs
mannafelag.
Tí hevur Starvsmannafel
agið nú kravt at sleppa at
samráðast við Fíggjarmála
ráðið um sáttmála fyri allar
portørarnar.
Sáttmálin millum Fíggjar
málaráðið
og
Havnar
Arbeiðsmannafelag
um
portørarnar, gongur út nú 1.
oktobur og sostatt áttu sam
ráðingar av røttum at byrja
nú.
Og Starvsmannafelagið
hevur nú um dagarnar
boðað Fíggjarmálaráðnum
púra greitt frá, at verða
samráðingar
aftur
við
Havnar Arbeiðsmannafelag
um nýggjan sáttmála fyri
portørarnar, fara portørarn
ir, sum eru limir í Starvs
mannafelagnum, at leggja
arbeiðið niður upp á stand
andi fót og uttan aðra
ávaring.
Kann forða fyri
betri sáttmála
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel
ag, sigur, at hóast sáttmála
skeiðið er úti 1. oktober, er
sáttmálin ikki sagdur upp.
Men hann sigur, at alt
talar fyri, at hann verður
sagdur upp til at fara úr
gildi 1. januar.
Fyrsta dagin er ætlanin
at fara undir samráðingar
við fíggjarmálaráðið um
ein nýggjan sáttmála.
Og Hans Joensen letur
ongan iva vera um, at
Havnar Arbeiðsmannafelag
fer ikki at siga samráðingar
rættin frá sær.
Vit hava havt samráðing
arrættin í 40 ár og tann rætt
in fara vit ikki at sleppa,
leggur hann dent á.
Tað stendur fast, at tað
vera vit, sum fara at sam
ráðast um nýggjan sáttmála
fyri
portørarnar,
leggur
hann afturat.
Sostatt er hóttanin frá
Starvsmannafelagnum um
arbeiðssteðg
so
aktuell,
sum hon fær verið.
Og formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
dylir
ikki fyri, hvussu misnøgdur
hann er við framferðina hjá
Starvsmannafelagnum.
Tað er langt úti hjá
einum fakfelagi at leggjast
á eitt øki, sum eitt annað
fakfelag hevur havt í 40 ár.
Hann heldur eisini, at
framferðin
hjá
Starvs
mannafelagnum kann forða
fyri, at portørarnir fáa ein
nøktandi sáttmála.
Hóast tað eru vit, sum
hava
samráðingarrættin,
kann støðan gera, at vit fara
at himprast við at fara undir
samráðingar um nýggjan
sáttmála, fyri ikki at seta lív
og heilsu í vága í einum
verkfalli.
Hann sigur, at leggja
portørar í Starvsmannafel
agnum arbeiðið niður, er
tað ikki ein trupulleiki hjá
Havnar Arbeiðsmannafel
ag, men eitt mál ímillum
Fíggjarmálaráðið og Starvs
mannafelagið, sum eisini
má loysast teirra millum.
Vánaligt samskifti
Men nú er tað ein meiriluti
av portørunum, sum heldur
vil vera í Starvsmanna
felagnum. Hevði tað so ikki
verið meiri demokratiskt av
Havnar Arbeiðsmannafelag
at latið meirilutan rátt og
givið Starvsmannafelagn
um samráðingarrættin?
Tað haldi eg ikki.
Portørarnir kunnu gjarna
vera limir í tí felagi, teir
vilja, men vit eiga samráð
ingarættin og honum sleppa
vit ikki.
Skuldu vit slept einum
heilum
samráðingarøki,
kann tað ikki henda bara tí
at nakrir portørar fáa aðrar
við sær yvir í eitt annað
felag.
Skulu
broytingar
gerast, eigur tað at verða
gjørt í góðum samskifti
millum partarnar. Í hesum
føri hevur verið arbeitt í tí
dulda fyri okkum og tað er
ódámlig framferð av einum
fakfelag
ímóti
einum
øðrum.
Hans
Joensen
leggur
afturat, at honum vitandi,
er tað ikki hent, at eitt fak
felag sigur eitt sáttmálaøki
frá sær.
Hvat hendir so, skuldi tað
hent, at Fíggjarmálaráðið
eftirlíkar
kravinum
frá
Starvsmannafelagnum?
Tað fáa vit neyvan gjørt
nakað við, sigur Hans
Joensen.
Í Fíggjarmálaráðnum
hava tey ikki tikið
støðu til, hvussu tey
fara at loysa stríðið
um portørarnar
Verkfalshóttan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í fíggjarmálaráðnum vilja
tey ikki siga, hvussu tey
ætla at loysa kreppuna, sum
hevur tikið seg upp um
sáttmálaviðurskiftini
hjá
portørunum.
Í aðrari grein her á síðuni
fortelja
vit,
at
Starvs
mannafelagið hevur hótt
við verkfalli upp á staðið,
sleppur felagið ikki at
samráðast um portørarnar.
Snorri Fjalsbak, leiðari á
lønardeildini í Fíggjarmála
ráðnum, váttar, at hesi
greiði boðini eru komin frá
Starvsmannafelagnum
og
at tey nú hugsa tey um, hvat
er at gera.
Samstundis sigur hann,
at ongin avgerð er tikin
enn.
Men tú hevur fyrr boðað
frá, at Fíggjarmálaráðið
fer ikki at samráðast við
tvey fakfeløg um sama sátt
málaøki.
Ja, vit tað er ivaleyst at
hava ein sáttmála fyri hvørt
øki og tann støðan er ikki
broytt, svarar Snorri Fjals
bak stutt.
Men, hvussu verður tað
uppfatað, skuldi tað hent,
at tit fara at samráðast við
Havnar Arbeiðsmannafelag
og portørarnir í Starvs
mannafelagnum av tí sama
leggja arbeiðið niður?
Tað fer at verða uppfatað
sum eitt »óheimilað stríðs
stig«, sigur leiðarin á lønar
deildini.
Hvørjar eru avleiðing
arnar av tí?
Tað havi eg onga
viðmerking til í løtuni,
leggur hann afturat.
Dement í Miðlahúsinum
Mánakvøldið 24. septembur kl. 19.30 skipar Alzheimerfelagið fyri evnis
kvøldi í Miðlahúsium um samspælið millum avvarðandi hjá demens
sjúkum og starvsfólk innan heilsuverkið. Evnið er »Tá ið demens gerst
partur av gerandisdegnum«. Fyrilesturin fer millum annað at snúgva seg
um, at tá ein av teimum næstu verða rakt av demens, rakar sjúkan øll.
Og um týdningurin av samstarvi millum avvarðandi og starvsfólk.
Fyrilestrarhaldari er Birgitte Vølund, ið er sjálvstøðugur sjúkrarøktar
frøðingur og hevu master í gerontologi. Fyrilesturin byggir á eina trý ára
langa verkætlan um avvarðandi at veikum eldri. Tey seinastu 25 árini
hevur hon arbeitt innan eldrarøkt og verið við til at menna demensøkið.
Landsverk kannar brúgvar
Seinastu tíðina hevur Landsverk saman við ráðgevum frá
donsku fyritøkuni Rambøll í Danmark, verið kring landið og
kannað og gjørt støðumetingar av øllum brúm á
landsvegunum í Føroyum. Samanlagt eru 300 brúgvar bara á
landsvegunum í Føroyum, so talan er um eitt
rættuliga víttfevnandi arbeiði. Brúgvarnar eru úr 1,2 metrum
upp í 220 metrar. Eftirlitsarbeiðið, sum fer fram eftir
donskum standardi, byrjaði í fjør, tá tann longsta brúgvin upp
á 220 metrar, sum er um Streymin, var kannað. Nú er so
restin av eftirlitsarbeiðnum skjótt liðugt.
(kelda: landsverk.fo)
Hótta við verkfalli á sjúkrahúsunum
Umhugsa støðuna í Fíggjarmálaráðnum
Taka portørar
í størsta álvara
Gunnleivur
Dalsgarð sigur, at
tað eru portørarnir
sjálvir, sum
vilja sleppa í
Starvsmannafelagið
og tað tekur felagið í
fullum álvara
Verkfalshóttan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki Starvsmanna
felagið, sum vil ræna
portørarnir frá Havnar
Arbeiðsmannafelag. Tað
eru portørarnir sjálvir,
sum hava boðað frá, at
teir vilja hava Starvs
mannafelagið at gera sátt
mála fyri teirra øki.
Tað sigur Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður
í
Starvsmannafelagnum.
Og hann leggur afturat,
at tað er ein áheitan,
Starvsmannafelagið sjálv
andi
tekur
í
fullum
álvara.
Hann sigur at nógv teir
flestu
portørarnir
eru
limir í Starvsmannafel
agnum og hann heldur, at
tað er ódemokratiskt at
Havnar Arbeiðsmannafel
ag at tvíhalda um samráð
ingarrættin og sostatt lata
ein minniluta hava ræðið
á einum meiriluta.
Fyri okkum er hetta
ikki eitt stríð við Havnar
Arbeiðsmannafelag, men
hetta er ein spurningur
um at ganga áheitanini frá
einum meiriluta til eftir
tektar.
Hann heldur eisini, at
tað er natúrligt, at portør
arnir eru limir í Starvs
mannafelagnum, tí felagið
umboðar eisini sama slag
starvsbólkar í heilsuverk
inum.
Tað er meiri løgið, at
eitt fakfelag tvíheldur um
nakrar limir, sum ikki
vilja vera har, leggur hann
afturat.
Ósemjan um portørarnir eru
nú við at kóka yvir, og fleiri
av portørunum hótta við at
leggja arbeiðið niður fyri at
tvinga Fíggjarmálaráðið í
knøini