Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 181 - 19. september 2007 Málið um djóra­ pínsluna hjá Georg L. Petersen, tá ið hann át ein livandi hummara, varð viðgjørt í Føroya Rætti í dag. Verji og ákæri eru ósamd um, hvørt danskir ella føroyskir serfrøðingar skulu takast við uppá ráð RættaRmál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Er munur á føroyskari og danskari djórapínslu? Hetta tykist vera stríðsmálið mill­ um ákæruvald og verjar í rættarmálinum um ein hummara, sum varð etin livandi av einum djørvum, ella svongum, føroyskum blaðmanni fyri tveimum árum síðani. Blaðmaðurin Georg L. Petersen og makk­ arin, Kalmar Lindenskov, sum tók myndir, eru nú báð­ ir ákærdir fyri djórapínslu, eftir at hava greitt frá hend­ ingini í Dimmalætting aft­ aná. Hetta var í sambandi við fiskivinnustevnuna Atlantic Fish Fair í 2005, har tað millum annað varð borðreitt við forkunnugum mati úr sjónum. Fekk hummarin ilt? Nú er tað soleiðis, at tað ber ikki so væl til at spyrja hummaran um hann fekk ilt, tá blaðmaðurin át hann. Ella, sum hann málbar seg í reportaguni: Flusti skalið av halanum, stroyddi salt og sitróndropar yvir, fyri til endans at læsa tenninar í spraklandi livandi hummar­ an. Og tað er júst hetta við at staðfesta um talan var um djórapínslu, sum nú skilur ákæran og verjarnar. Á fyri­ reikandi rættarfundinum í dag var ósemja millum verj­ arnar Jógvan Elias Winther Poulsen og Jógvan Páll Lassen, og ákæran, Lindu Hesselberg, um hvørt tað skulu vera danskir ella før­ oyskir serfrøðingar, sum skulu gera av, um hummari er djór á lágum støði, sum sniglar og onnur skriðdjór. Ógegnig serfrøði Ákæruvaldið hevði fingið ummæli frá Det Veterinære Sundhedsråd, sum staðfest­ ir, at hummari hevur sáran stert og fær nógva pínu, tá ið bitið verður í hann eftir at salt og sitrón eru stroydd á. Eisini vildi Det Veterinære Sundhedsråd vera við, at djóraverndarlógin var brot­ in, umframt at talan var um grova og ábyrgdarleysa við­ ferð. Tað var júst hetta síðsta, at Det Veterinære Sundhedsråd tekur støðu til skuldar­ spurningin, sum fekk verjar­ nar at ressast við. Jógvan Elias Winther Poulsen metti tí ikki, at Det Veterinær Sund­ hedsråd var óheft í málinum. Harumframt mettu verjarnir, at vit hava skikkaða serfrøði her á landi, sum kann takast við uppá ráð, og sum eisini kennir til føroysk viðurskifti, mentan og matarvanar. Ákærin, harafturímóti, metti tað als ongan týdning hava, um føroyingar hava hesa ella hasa mentanina, tí, sum hon segði, talan er um brot á djóraverndarlóg­ ina, sum hummari eisini er fevndur um. ­ Hetta hevur onki sum helst við føroysk viðurskifti at gera, segði hon. Samanbar við ál Linda Hesselberg byrjaði annars rættarfundin við at vísa til ársfrágreiðingar frá Det Veterinære Sundheds­ råd, har úrskurðir eru frá øðrum líknandi málum. Eitt nú hevur ráðið tikið støðu í einum máli um, hvørs tað er djórapínsla at taka burtur slímið av einum áli. Ella um tað er djórapínsla at frysta ein livandi ál í einum kummufrystara. ­ Hesar niðurstøður fara at verða nýttar í dómsvið­ gerðina framyvir, staðfesti Linda Hesselberg. Prinsippmál ­ Hetta er eitt prinsipielt mál. Bæði tá hugsað verður um, hvussu vit handfara djór sum heild her á landi. Eitt nú í sambandi við at brúka livandi agn og at fiska við húki, segði verjin, Jógvan Páll Lassen, aftaná rættarfundin. Hann segði eisini, at verða teir ákærdu dømdir í málinum, so endar tað í landsrættinum. ­ Hetta er ikki bara eitt prinsipielt mál í mun til djórapínslu og føroyska mentan, men sanniliga eis­ ini eitt prinsipielt mál sæð frá einum journalistiskum sjónarhorni, segði Georg L. Petersen, aftaná rættarfund­ in. Inn við fullari last Norðborg kom í dag á Klaksvík av sildaleiðini í norskum sjógvi. Hendan túrin fóru teir avstað tann 31. august. Ta fyrstu tíðina samtrolaðu teir við Carlton og seinni saman við Christiani í Grótinum, men ta seinastu tíðina royndu teir við lemmum. Umborð á Norðborg verður sildin skorin til flak og fryst, og teir hava fulla last. Sildaskipini eru nógv í tali. Á heimasíðuni hjá Norðborg stendur, at teir sóu 50 skip innan fyri 30 fjórðingar, nú teir fóru at sigla. Norðborg hevur fulla last av frystum sildafløkum (Mynd: Reiðaríið) Sangbók til børn og ung Føroya Sanglærarafelag arbeiðir í løtuni við eini nýggjari sangbók. Í hesum sambandi er heimasíða gjørd, ið gevur áhugaðum møguleika at siga sína hugsan og koma við uppskotum. Bókin, ið fer at hýsa umleið 400 sangum, skal eftir ætlan verða klár við skúlaársbyrjan í 2010 og er ætlað børnum og ungum innan skúlaverkið. Ein tilhoyrandi nótabók við løgum, talsetingum og teksti verður eisini gjørd. Endamálið við heimasíðuni er at skapa eitt rúm, ið gevur almenninginum møguleika at luttaka í verkætlanini. Felagið vónar, at fólk fara at taka væl ímóti hesum tiltaki. Heimasíðan verður almannakunngjørd tann 24. september. Hummaramálið í rættin Brot úr greinini í Dimma­ lætting hjá Georg L. Petersen 25. mai 2005: Ein spraklandi hummari millum tenninar Útflutningur: Fyrst skal skalið flisast av hummarahalanum, salt stroyðast á og citróndropar dryppast oman yvir. Og so skulu tenninar setast í ein spraklandi livandi hummara. Við løgmanni á odda smakkaðu fleiri hundrað fólk henda rætt á fiskivinnutevnuni herfyri. Italienar elska hetta ­ blaðmaðurin og myndamaðurin hjá Dimmalætting gera tað neyvan aftur ... Georg L. Petersen, sum skrivaði um hummaran í Dimmalætting fyri tveimum árum síðani, er nú í starvi í Kringvarpinum. Her saman við Kalmar Lindenskov myndamanni, sum tók myndina til greinina hjá Georg, á veg í rættin mikumorgunin Mynd: Jens K. Vang Tekning: Óli P.