Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 181 - 19. september 2007 Royna semju um ráevni Danska-grønlendska sjálvsstýrisnevndin hevur biðið sín búskapararbeiðsbólk hava eina eyka fund fyri at vita, um tað ikki ber til at finna eina loysn á trætuni um møguligar inntøkur frá ráevnisvinnu í Grønlandi. Fundurin verður í Keypmannahavn fyrst í oktober. Herfyri kom fram, at donsku og grønlendsku limirnir í sjálvsstýrisnevndini eru ósamdir um, hvussu møguligar ráevnisinntøkur í Grønlandi skulu býtast, og um tær yvirhøvur skulu býtast. Frank Jensen er formaður í sjálvsstýris- nevndini (Mynd: Fólkatingið) Átak um javnstøðu Nevndin fyri øktum kvinnuleikluti í politikki, Demokratia, hevur í eina tíð arbeitt við at fyrireika eina stóra kampanju, ella átak, um alt landið. Ætlanin er at vekja ans og skapa kjak um, hví so fáar kvinnur eru í føroyskum politikki, og hvussu bøtast kann um støðuna. Í hesum sambandi skipar felagsskapurin fyri tíðindafundi í Løgtingshúsinum í morgin klokkan níggju. Evnini eru: javnstøða innanfloks, kynsbýtið í floksskipanini, javnstøðuátøk, Gallup-kanning um hugburðin hjá føroyingum til javnstøðu í politikki, nýggj heimasíða, økisfundir kring landið og tiltøk í Miðlahúsinum - Vit skulu halda fast við tað, vit hava, tað dygdargóða arvagóðsið, sum er slitstyrkin í Fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupsvalevni. Hann hevur tó nógv ynski fyri kirkjuna framyvir, um hann verður bispur. M.a. er hann talsmaður fyri at heilsuverkið átti at rindað fyri prest, og at vinnulívið fekk sín prest BISKUPSVAL Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Umframt at vera prestur er Jógvan Fríðriksson væl kendur sum fyrilestrahaldari í Føroyum. Nógvir eystur- oyingar hann eisini sum studentaskúlalalærara, og hann hevur leingi verið ein av fremstu kreftunum í Fe- lagnum fyri kirkjuráðslim- ir. Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur? - Síðani eg var smádrong- ur havi eg gingið í kirkju, og eg kenni hana sum mítt andaliga heim og eksistens, sigur Jógvan Fríðriksson, sum leggur dent á, at sam- bært honum er Fólkakirkjan ein eind, hóast fólkini eru ymisk. - Hetta er fyrstu ferð, at eg havi skulað marknaðar- ført meg sjálvan, flennir prestur, sum tó undirstrikar, at tað týdningarmiklasta er, øll í kirkjuni hava tað gott tann 26. november – tvs. dagin eftir, at nýggi bispurin er vígdur. - Biskupsstarvið er eitt spennandi starv, sigur Jógv- an Fríðriksson, ið rósar núverandi bispi, Hans Jacob Joensen, fyri at hava bygt upp eitt sekretariat skriv- stovu, professionella umsit- ing og lagt eitt stórt arbeiði í at gera nýggjar kirkjulóg- ir. Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna ann­ ars í Føroyum? - Høvuðsuppgávan verður at fáa sekretariatið út til fólkið. - Eg ætli mær at vitja øll kirkjuráðini áðrenn 2008 er úti, og taka pulsin av lokal- økjunum, sigur Jógvan Fríð- riksson, ið heldur hetta vera meira nærverandi enn at hittast við skrivstovuborð- ið. - Hetta ber til hjá komandi bispi, tí basan er løgd av núverandi bispi. Familjan stuðlar Jógvan Fríðriksson viðgong- ur, at hetta fer at krevja nógva ferðing. Men um hann verður valdur, er ætlan- in at kombinera ta nógvu ferðingina við tað heimliga, sum hann tekur til. Prestur greiðir frá, at børnini nú eru vaksin, og konan verður helst heima og hjálpir hon- um ta fyrstu tíðina, um hann verður bispur. - Men hava kirkjuráðini heldur hug at vitja í Bispa- garðinum, so eru tey eisini vælkomin til tað, sigur Jógv- an Fríðriksson. Hann greiðir frá, at við- urskiftini sum kunnugt hava verið spent í Fólkakirkjuni, men um hann verður bispur, fáa allir prestarnir eitt blað, har spurt verður, hvat hann kann gera fyri tey. - Fái eg einki svar, gangi eg út frá, at alt er í ordan. Trívist tú ikki, so sig frá. Sigur tú einki, so hevur tú sjálvur ábyrgdina, sigur Jógvan Fríðriksson, ið sigur seg vilja vera opnan og vilja samstarva. - Ein góður stjóri er ikki altíð tann klókasti, men ein, sum klárar at fáa sítt arbeiðsfólk at arbeiða best kvalitativt. - Ætli eg mær at vera biskupur í Føroyum, so ætli eg sjálvandi at luttaka á onkrum fundi her og har av og á. Men eg ætli eisini at fáa prestarnar meira uttan- lands, sigur Jógvan Fríðriks- son. - Vit skulu gera hvat vit kunnu, fyri at fáa kirkjuna meira vitjaða, sigur Jógvan Fríðriksson, ið somuleiðis heldur, at fyri at hetta skal røkkast, so skulu prestarnir fáa meira íblástur. - Hetta nýtist ikki at kosta so nógv, men kann vera ein annar máti at vera saman uppá. Prestarnir kundu t.d. hildið totalt frí 2-3 dagar um árið á t.d. Ørkini í Reykjavík ella Hotel Norð á Viðareiði. So kundu einir tveir-tríggir verið á vakt, og restin kundi verið saman til andakt, fundarvirksemi, fyrilestur og hugna. Tað er ein fortreyt fyri innanhýsis trivnaði, at prestarnir onk- untíð eru í sama rúmi sam- stundis. Starvsfólkadagar við keyptum fyrilestrum. Nútíðar leiðsla raðfestir starvsfólkarøkt ovast, tí nøgd starvsfólk geva við- skiftafólkinum væl meira, og nøgd viðskiftafólk geva eitt jaligt afturljóð, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann metir eisini, at leik- fólkið endiliga ikki skal gloymast, og minnir á, at viðhvørt verður føroyska kirkjan kallað ein leikmanna- kirkja. Í hesum viðfangi nevnir hann týdningin av, at hava gott samstarv, tá talan er um alternativar guðstæn- astur, aftankvirru, matiné, ungdómsguðstænastu o.s. fr. - Vit skulu aftur til tað objektiva í Kristusi, sigur Jógvan Fríðriksson og sipar til rákini í dag, ið hann met- ir bera brá av tí individuella, har ov nógv eftir hansara tykki snýr seg um tann ein- staka. Prestur kallar hetta eina kollektiva, sakramentala veking, har tað ikki er tað persónliga, men Kristus, ið dentur aftur skal leggjast á. - Dópurin og altarborðið eru lykilin, sigur Jógvan Fríðriksson, ið heldur, at kirkjufólk skuldu fingið Varðveita og virða bre - Eg vil alvorliga siga við allar prestar, eisini meg sjálvan, eisini rørslurnar, at næsta árið skulu vit finna hóvliga saman, leggja vápnini og virða hvønn annan, sigur Jógvan Fríðriksson Mynd: Høgni Thomsen