mikudagur 19. september 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 181 - 19. september 2007
Íslendingar keypa
kekkiskt flogfelag
Íslendska flogfelagið Icelandair hevur nú skrivað undir sáttmála
um at keypa kekkiska flogfelagið Travel Service, sum er tað
størsta privata flogfelagið í Kekkia. Icelandair keypir 50 prosent
av partabrøvunum nú og 30 prosent næsta ár. Travel Service fæst
við leiguflogferðir millum Prag og Budapest og eigur eisini
lágprísfelagið Smart Wings. Travel Service hevur tólv flogfør av
sløgunum Boeing 737-800 og 737-500 og flutti 1,8 mió.
ferðafólk í fjør.
Mynd: Morgunblaðið
Madeleine hevði kolikk
Sum nýføðingur hevði Madelina kolikk, og tí noyddist mamman
at bera hana upp í einar 18 tímar um døgnið. Tá tvíburðasystkini,
Sean og Amelie, komu, gjørdist gentan sera krevjandi.
Madelaine-málið, sum byrjaði í Praia da Luz í Portugál 3. mai, tá
knapt 4 ára gamla smágentan hvarv sporleyst úr hotell
kamarinum. Í eini samrøðu, sum portugisiskt magasin gjørdi við
mammuna, Kate McCann, áðrenn hon formelt varð løgd undir
illgruna, fortelur hon, hvussu hon bar gentuna grátandi upp í
einar 18 tímar um døgnið, tí Madelina hevði kolikk. Í samrøðuni
fortelir mamman eisini, tá Madelina sum 20 mánaðir gomul
gjørdist stórasystir. Tá fór hon at krevja nógv av foreldrum sínum.
høvi at fingið undirvísing
ella komið saman í lestrar-
bólkum
t.d.
sunnudag
seinnapart ella mánakvøld í
hugtøkum sum náði ella
trúarjáttan.
Prest til heilsuverkið
og vinnulívið
Hvørjar verða høvuðsupp
gávurnar hjá bispi?
- Tað er týdningarmikið,
nú vit hava yvirtikið kirkj-
una, at vit ikki fara fíggjar-
liga út av eggini. Tað krevst
neyv stýring, so kirkjuskatt-
urin ikki eksploderar, sigur
Jógvan Fríðriksson.
Presturin á Gjaranesi met-
ir, at neyðugt verður at seta
ein prest í Hoyvík sum
skjótast og møguliga ein
barna- og ungdómsprest
Suðurstreymoyar
vestara
prestagjaldi.
Jógvan Fríðriksson hevur
nógvar hugsanir um, hvussu
kirkjan kann skipa síni
tilboð í framtíðini og ikki
minst, hvussu kirkjan kann
fíggja tey. Hann vísir á, at í
allari speki í hesum árum
verður víst á, at átrúnaður
hevur nógv at siga fyri,
hvussu fólk liva, og hvussu
heilsustøðan hjá teimum
er.
Hann heldur tí, at ein
andalig dimensión átti at
verið í heilsuarbeiðnum, og
at Almanna- og heilsumála-
ráðið átti at endurrindað
fyri tað arbeiðið, ið prestur
ger á Ríkissjúkrahúsinum.
Í Danmark hevur seinastu
árini verið gjørdar royndir
við sokallaðum vinnulívs-
prestum, og hetta er eisini
nakað, ið Jógvan Fríðriksson
heldur, at Føroyar áttu at
roynt.
-
Arbeiðsmarknaðurin
átti at havt sín prest t.d. tá
hóttafall og uppsagnir vóru
upp á tal, sigur Jógvan Fríð-
riksson, ið skemtiliga, men
við einum broddi av álvara,
leggur afturat, at fyritøkur í
Danmark flúgva til Afrika
fyri at sita við krossaðum
beinum og hyggja upp í
himmalinum.
Sjálvur
metir
Jógvan
Fríðriksson, at vinnulívið
skuldi verið til at goldið
fyri ein slíkan prest, og
hetta hevði verið »peanuts«
hjá teimum, sum hann tekur
til.
Mentamálaráðið
keypa serkunnleika
frá prestum
Jógvan Fríðriksson leggur
stóran dent, at kirkjan eigur
at hava eina jaliga sjálvs-
fatan, ein positivan tóna, so
fólk skulu kenna seg væl, tá
tey hava verið í samband
við hana.
- Vit mugu sjálv út at
skapa trivnað skapa positivt
afturljóð og vera positivt
andlit í okkara fólki.
- Kirkjan skal ikki vera
alt, men hon skal hava rúm
fyri øllum menniskjum.
Hon skal vera skjól í einum
turbulentum og rokmiklum
gerandisdegi.
- Tað er ikki bara bispur,
sum skal vera sjónligur,
men øll kirkjan, sigur Jógv-
an Fríðriksson, og nevnir
eitt nú blaðið Kirkjutíðindi,
har hann sjálvur hevur verið
blaðstjóri seinastu árini.
Jógvan Fríðriksson nevnir
eisini tað stóra fyrisitingar-
liga arbeiðið, sum skal ger-
ast í sambandi við arbeiðið,
og í hesum sambandi metir
hann tað hava týdning, at
kirkjan ikki kemur ov seint,
men hevur eitt miðvíst sam-
starv við Mentamálaráðið.
- Um eg verði bispur,
vildi eg mælt til, at Menta-
málaráðið átti at keypt
ekspertisu frá prestum, so
ein ella tveir prestar vórðu
keyptir leysir. Tað tekur ov
langa tíð, um fólk skulu
hava hetta arbeiðið við síð-
una av, sigur Jógvan Fríð-
riksson.
Varðveita ritual
og liturgi
Hvørjar verða tær størstu
avbjóðingarnar hjá før
oysku fólkakirkjuni næstu
árini?
- At varðveita breiddina.
Eg vil alvorliga siga við all-
ar prestar, eisini meg sjálv-
an, eisini rørslurnar, at
næsta árið skulu vit finna
hóvliga saman, leggja vápn-
ini og virða hvønn annan.
- Vit skulu í felag sita
saman og gera kirkjuna til
eitt trivnaðarpláss.
- Vit eiga at finna fram
og byggja upp í sátt. Vit
halda ofta, at fimm milliónir
skulu á borðið fyri at gera
okkurt. Men trivnaður kem-
ur av at analysera ein sjálv-
an. Kynstrið er at vera
saman í ymiskleikanum, og
at vera ósamdur saman.
- Kirkjan skal varðveita
tey gomlu eyðkennini, sálm-
ar og traditiónir. Nógv fólk
t.d. rithøvundar og tónleik-
arar arbeiða saman við
sálmabókanevndini. Sálama-
bókin er góð, men tað ger
einki, um eitt nú okkurt
anglikanst kemur uppí.
Kirkjan hevur ein bygnað,
sum ikki skal kappast við
alt annað og fáa ein møti-
form, vit skulu við smáveg-
is dagføringum - t.d. máls-
ligum - varðveita liturgi og
ritual, sigur Jógvan Fríðriks-
son.
Um
ritualini
fortelur
sjóvarprestur um eina ferð
hann sum ungur prestur á
Viðareiði hevði eina brúðar-
vígslu í Christianskrikjuni.
Sjálvur helt Jógvan Fríðriks-
son, at ritualið var ov drúgt,
men tá segði deknurin við
hann:
- Um nakað er ov langt,
so er tað tín prædika, tí
ritualið sigur alt.
- Vit skulu halda fast við
tað, vit hava, tað dygdargóða
arvagóðsið, sum er slitstyrk-
in í Fólkakirkjuni, sigur
Jógvan Fríðriksson.
Sosialurin prentar í
hesi vikuni samrøður
við øll valevnini til
biskupsvalið. Í dag
verður prátað við
Jógvan Fríðriksson,
prest
iddina
Endaði í grøvini
Hóast hitastigini hava verið lækkandi seinastu dagnarnar, og vegurin sær spegilsblankur út á
myndini, var tað ikki hálka, sum gjørdi, at hesin bilurin fór út av í morgun omanfyri Syðrugøtu.
Tí hevur helst verið talan um ósketni.
Mynd: Jonhard Hammer
Kvinnan
í Norður
londum
»Kvinnan í Norður
londum« verður evnið
á norðurlendsku bóka
savnsvikuni 2007,
sum verður hildin í
Norðurlondum og
Baltalondum sam
stundis í døgunum
1218. november.
Bøkur
Arnbjørn Ólavsson
Dalsgarð
Longu mánadagin 12. no-
vember fara fólk í túsunda-
tali at savnast á bókasøvnum,
skúlum og í ymiskum øðr-
um felagshølum - í fleiri
enn 2.000 plássum - at
hoyra søgur. Um morgunin
fara skúlabørn at taka lut í
tiltakinum
»Dimmalætt-
ing«, har tey fara at hoyra
brot úr tveimum søgum
eftir Astrid Lindgren, Ronja
ránsmannsdóttir og Pippi
fer umborð. Út móti kvøldi,
klokkan 19, byrjar tiltakið
”Skýmingarløtan”, og tá
verður lisið upp brot úr
skaldsøguni Kristin Lavrans-
datter eftir Sigrid Undset.
Øll vikan verður síðan á
tremur við upplestri, fyri-
lestrum, orðaskifti og øðr-
um mentanarligum tiltøk-
um. Úr Føroyum hevur bara
Bókadeild Føroya lærara-
felags teknað seg higartil,
men væntandi fara mong
onnur bókasøvn, skúlar,
forløg og feløg at tekna seg.
Tað kunnu tey gera á heima-
síðuni www.bibliotek.org/,
har annað tilfar um bóka-
savnsvikuna eisini er at
finna.
Hóast sjálv bókasavns-
vikan ikki verður fyrr enn í
november, fer tiltakið í
roynd og veru av bakka-
stokki við einum námsskeiði
longu á bóka- og bókasavns-
stevnuni Bok & Bibliotek í
Göteborg, sum byrjar 27.
september. Tá fara tær
tríggjar Anne B. Ragde úr
Norra, Astrid Saalbach úr
Danmark og Auður Jóns-
dóttir úr Íslandi, sum allar
júst hava givið út skaldsøgur,
við støði í áður nevndu
skaldsøgu, Kristin Lavrans-
dotter eftir Sigrid Undset,
at skifta orð um sterkar,
sjálvstøðugar
kvinnur
í
norðurlendskum bókment-
um, og um hvussu tað stend-
ur til við javnstøðuni hjá
norðurlendsku kvinnuni.
Tað eru Föreningarna
Nordens Förbund, Bok &
Bibliotek og PR-foreningen
for nordiske biblioteker,
sum í felag skipa fyri hesum
námsskeiði. Sosialurin fer
at hava fólk á staðnum, og
ein samandráttur av orða-
skiftinum verður at lesa á
Portalinum seinni.
Anne B. Ragde, Astrid Saalbach og Auður Jónsdóttir