Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 181 - 19. september 2007 Ov fá útbúgva seg Tøl hjá ráðgevandi nevndini viðvíkjandi Grønlandi vísa, at tríggir fjórðingar av øllum grønlendingum gevast í skúlanum, tá tey eru liðug við fólkaskúlan, og at bara fimm prosent fáa sær eina framhaldsútbúgving. Tað er munandi minni enn í Føroyum, Danmark og Íslandi, har góð 30 prosent gevast aftan á fólkaskúlan, og meiri enn 20 prosent fáa sær eina framhaldsútbúgving. Sosialir trupulleikar eru ein orsøk til munin, sigur nevndin. Eivør enn einaferð Eivør Pálsdóttir fer nú í heyst at hava nakrar spennandi konsertir saman við norska William Hut og einum stórum nýggjum talenti, sum kallast Christel Alsos. Tónleikin aftanfyri tey trý stendur ongin minni enn ein hin best umtókti, danski backing-bólkurin, Boatman Love, ið millum annað hava staðið aftanfyr Michael Falch og onnur góð nøvn. Tey trý fara í venjingarlega eina viku undan fyrstu konsertini. fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í gulllaksavertíðini í ár hava tilsamans seks skip verið á hesi veiði. Skipini eru Stjørn- an og Polarhav, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og Vestmenningur og Fram. Skipini hava partrolað tvey og tvey. Tey fyrstu skipini byrjaðu at fiska í apríl, og sum heild byrjaðu hesi seks skipini nøkulunda í senn. Vestmenningur og Fram vóru tó styttri á gulllaksi enn hini fýra skipini. Annað skipið fekk nevniliga maskinskaða, og tað tók einar tríggjar vikur, áðrenn skipini kundu loysa aftur. Vestmenningur og Fram góvust eisini at fiska nakað eftir hálvan august, meðan hini bæði pørini júst eru givin á hesi veiði. Tavan í Leirvík, ið er pionerur innan gulllaksa- framleiðslu í Føroyum, keypti serliga fiskin hjá Pol- arhavi, Stjørnuni og Eystur- búgvanum. Gott ár í nøgd Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, sigur, at hetta árið hevur verið tað næst- besta í nøgd hjá virkinum, síðan farið varð undir hesa framleiðslu í 1992 undir táverandi Frost, sum fiska- virkið í Leirvík tá kallaðist. - Jú, hetta hevur verið ein góð vertíð í nøgd, og fisk- urin hevur bæði verið stórur og góður. Vit keyptu til- samans 7.365 tons í ár, og besta árið frammanundan var 8.250 tons. Stjórin sigur, at við tað, at skipini byrjaðu so tíðliga at fiska gulllaks í ár, hevur ikki so nógv trýst verið á framleiðsluni sum okkurt árið frammanundan, tá veiði- og framleiðslutíðin var styttri. - Og tó; tá mest hevur verið at gjørt, hava vit arbeitt seks dagar í vikuni í tveimum vaktum, og nú vertíðin er av á hesum sinni, er fólk troytt og hava brúk fyri einum lítlum andarholi. Ein bardagi Jóan Magnus vísir á, at alla gulllaksavertíðina hava tey arbeitt í tveimum vaktum – tann fyrra frá klokkan 06 á morgni til klokkan 16 seinnapartin og tann seinna frá klokkan 16 til 02. Umleið 25 fólk hava verið á hvørji vaktini. - Eg vil siga, at fram- leiðslan hevur gingið væl, men stundum hevur tað ver- ið ein ”bardagi” um at fáa nóg mikið av fólki. Tað hev- ur so gingið. Vit hava eina stammu av fólki á virkinum, men tey eru altíð fleiri, sum eru lutfalsliga nýggj, sigur hann. Færri enn 10 útlendingar hava arbeitt á Tavuni í summar, men stjórin væntar, at flestu teirra, sum nú eru í starvi hjá felagnum, fara at halda fram í vetrar- hálvuni eisini. - Vit hava havt fólk úr ymiskum londum, og ser- liga hava póllendingarnir verið teir talsterkastu. Í dag eru fleiri av Filipinunum. Vit hava verið væl nøgd við útlendsku arbeiðsmegina á virkinum, sigur hann. Einki rok Jóan Magnus sigur, at fiskiskapurin hjá skipunum, sum vóru á gulllaksi í ver- tíðini, ongantíð var serliga rokaligur, men hann heldur, at fiskiskapurin var rímiliga góður kortini. - Hetta hevur ikki verið tað besta árið hjá skipunum í nøgd, men fiskurin hevur verið heldur størri enn eitt miðalár. Sum heild, er gull- laksurin góður hesa tíðina av árinum. Hevur fiskiskapurin ikki vignast so ógvuliga væl hjá skipunum, hevur prísurin hinvegin verið rímiliga góður. - Vit hava í miðal goldið 3,45 krónur fyri kilo, og tað er meira, enn skipini fingu í vertíðini í fjør. Hesin prísur- in er av teimum frægu, sig- ur Jóan Magnus. Stjórin vísir á, at markn- aðarprísurin fyri lidnu vøruna ikki hevur verið líka góður lutfalsliga, sum prís- urin á ráfiski hevur verið. Størri kapping Spurdur, um kappingin um fiskin, nú virkið hjá Føroya Fiskavirking í Vestmanna eisini hevur arbeitt gulllaks, hevur kvinkað ráfiskaprísir- nar uppeftir, heldur hann, at lítil ivi man vera um tað. - Jú, sjálvandi hevur tað havt sína ávirkan, at tveir keyparar eru heldur enn ein, leggur hann aftrat. Jóan Magnus væntar ikki, at úrslitið av gulllaksaver- tíðini hjá Tavuni í ár verður líka so gott sum í fjør, men hann vónar kortini, at ver- tíðin hevur hingið saman, tá ið saman um kemur. Tavan hevði eitt sera gott ár í fjør – og sítt besta ár, síðan felagið keypti fiska- virkið í Leirvík og fór undir at virka gulllaks á vári í 1994. - Øll árini hava hingið saman, men okkurt árið vóru vit beint omanfyri ”botnlinjuna”. Onnur ár hevur gingið væl, og í fjør høvdu vit 7,5 miljónir krón- ur í avlopi eftir skatt, sigur hann. Tavan arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni. - Vit miðja eftir at byrja við upsanum 1. oktober, og málið hjá okkum er at virka 2.000 tons, til gulllaksaver- tíðin byrjar aftur í apríl. Høvuðsframleiðslan á virk- inum í vetrarhálvuni er portiónir úr upsa, sigur Jóan Magnus. Enn ov tíðliga Keyparalondini av gull- laksafarsinum hjá Tavuni eru serliga Noreg og skand- inavisku londini annars. Ein partur av framleiðsluni fer til Onglands. Hetta eru somu marknaðarlond, sum felagið hevur havt farnu árini. - Hetta veldst eisini um, hvussu leveringin av gull- laksavøruni verður – hvussu nógv fer avstað í hesum Kapping um gulllaks Tavan í Leirvík telist millum tey fiskavirki í landinum, sum gjøgnum árið hevur flestu tímarnar til arbeiðsfólki, og tað eru ikki so fáar lønir, árið er liðið - Vit hava í miðal goldið 3,45 krónur fyri kilo, og tað er meira, enn skip- ini fingu í vertíðini í fjør. Hesin prísurin er av teimum frægu – og er hægri, enn lutfalsligi vøksturin í marknaðarprísunum hevur verið, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, nú gulllaksavertíðin er av á hesum sinni