mikudagur 19. september 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 181 - 19. september 2007
Tilmæli um ferðavinnu
Í morgin handar ein avbeiðsbólkur, sum Tórshavnar kommuna hevur sett, eitt
tilmæli um ferðavinnu. Bólkurin hevur arbeitt við tveimum evnum: »Tilmæli um
ferðavinnu í Tórshavnar kommunu« og »Støðulýsing av ferðavinnuni í Tórs
havnar kommunu 2006«. Úrslitið verður handað borgarstjóranum á tíðindafundi
fríggjamorgunin. Arbeiðsbólkurin hevur verið mannaður av Johs. Jensen, stjóra á
Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, Fríðun Hansen, Greengate, Niels Halm,
Norðurlandahúsið, Hendrik Egholm, Smyril Line, Magni Arge, Atlantsflog, Jan
Mortensen, Vinnuhúsið, og Bjørgfríð Ludvig, Tórshavnar kommuna. Skrivari
hevur verið Randi Frederiksberg, vinnusamskipari hjá Tórshavnar kommunu.
Stovnarnir, sum hava verið umboðaðir í arbeiðsbólkinum, hava eisini latið tøl til
støðulýsingina um ferðavinnu í Tórshavnar kommunu.
minkar um avlopið
Norðmenn arbeiða nú við
eini ætlan, har teir fara at
seta sensorar á havbotnin í
Barentshavinum.
Hesir
sensorar skulu hava eftirlit
við fiskastovnunum um
hesar leiðir. Vanligt er at
brúka sensorar í troli, har
hesir siga frá, hvussu
nógvur
fiskur
er
í
trolposanum. Ætlanin hjá
norðmonnum
við
hesi
skipan er betur at kunna
meta um fiskastovnarnar
og soleiðis eisini betur
kunna áseta kvotur. Tað er
felagið Sintef, ið arbeiðir
við hesi skipan, sum
ætlandi kann takast í
nýtslu um eini tvey ár.
Sensorar skulu
siga frá fiski
Nú ætla norðmenn at seta sensorar á havbotnin, sum kunnu
siga frá, hvussu fiskastovnar eru fyri
árinum, og hvussu nógv
fellir inn í komandi ár.
Tað er soleiðis, at Tavan
hevur leveringsavtalur við
gulllaksi yvir longri tíðar
skeið.
Spurdur, um felagið í
Leirvík hevur merkt nakað
til, at annað føroyskt felag
eisini er farið at virka mun
andi nøgdir av gulllaksi,
sigur hann.
Nei, eg vil siga, at hetta
hava vit ikki merkt nakað
serligt til úti á marknaðinum,
hóast hitt felagið lutvíst er
á sama marknaði sum vit.
Jóan Magnus vísir á, at
ein danskur bátur, sum í
fleiri ár hevur veitt gulllaks,
er givin av fiska vegna skerj
ingar, og somuleiðis hevur
hann skilt, at veiðitíðin hjá
norskum skipum, sum veiða
gulllaks, er stytt.
Søgan í stuttum
Tað var í 1992, at táverandi
Frost byrjaði at virka fars
úr gulllaksi.
Tað vóru Ingvar Joensen
og Jóan Magnus Rasmussen,
sum gingu á odda og slóð
aðu fyri hesi framleiðslu.
Eftir 1992 endaðu flestu
fiskavirki í landinum í tí tá
nógv umtalaða mølposan
um, og millum hesi var
eisini Frost í Leirvík.
Í 1994 sluppu vit at
leiga virkið til hesa fram
leiðslu, og í februar mánaði
1994 sá Tavan dagsins ljós.
Síðan tá hevur høvuðsfram
leiðslan á virkinum verið
fars úr gulllaksi, sigur Jóan
Magnus Rasmussen.
Ingvar Joensen hevur øll
árini verið ein avgerandi
primusmotorur í hesum
virksemi.
Stjórin væntar ikki, at
árið í ár verður eins gott og
2006.
Ráfiskaprísirnir á gull
laksi eru lutfalsliga øktir
meira
enn
marknaðar
prísurin, lønirnar eru øktar
og útreiðslurnar somuleiðis.
Umleggingar
av
virk
seminum hava eisini kostað
pening. Vit vænta tískil eitt
lakari ár í ár enn í fjør, men
vit vóna, at tølini á botn
linjuni vera í lagi, sigur
Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan telist millum tey
fiskavirki í landinum, sum
gjøgnum árið hevur flestu
tímarnar til arbeiðsfólkið,
og tað eru ikki so fáar lønir,
sum fara um tær 200.000
krónurnar, tá árið er liðið.
sum fara um tær 200.000 krónurnar, tá
Mynd: Vilmund Jacobsen
Stjørnan og Polarhav eru
høvuðsgrundarlagið undir
gulllaksinum hjá Tavuni. Í
ár hevur felagið eisini keypt
gulllaks frá Eysturbúgvanum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Drekkivatn reint
Nú er drekkivatnið í Kollafirði reint aftur, og
áheitanin um at kóka vatnið, áðrenn tað verður
drukkið, er tikin aftur, sigur Tórshavnar
kommuna. Fyri nøkrum døgum síðan kom
áheitan frá vatnverkinum í Kollafirði um at
kóka drekkivatnið, tí tekniskt brek var á
vatnverkinum, sum møguliga kundi hava við
sær, at vatnið ikki leyk allar ásettar treytir.
Brekið er nú rættað, og vatnið er reint. Tískil er
ikki neyðugt at kóka drekkivatnið í Kollafirði,
sigur kommunan.
- Framleiðslan hevur gingið væl í
vertíðini, men stundum hevur tað
verið ein ”bardagi” um at fáa nóg
mikið av fólki. Tað hevur so gingið,
sigur Jóan Magnus Rasmussen,
stjóri á Tavuni
Mynd: Vilmund Jacobsen