mikudagur 19. september 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 181 - 19. september 2007
Sosialurin
Hornasteinurin
í PISA
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Spurningurin um undirvísingartilfar er
nú aftur reistur. Og hóast lítið nýtt er
at síggja í taltilfarinum, so er úrslitið
framvegis eins skelkandi.
Tí hóast játtanin til Skúlabókagrunnin er
økt nakað, so munar hetta so ógvuliga
lítið, um grunnurin ikki megnar at
avseta útgávur sínar til fólkaskúlan.
Útgávur, sum teljast millum allar
týdningarmestu liðirnar, tá um ræður
at fremja lesiførleikan hjá føroyskum
skúlanæmingum.
Og júst lesiførleikin er væl ein tann
týdningarmesti parturin av lemjandi PISA-
úrslitinum, sum var føroyska fólkaskúla-
num fyri. Ein førleiki, sum er kanska
týdningarmesta fortreytin, tá næmingar
skulu nema sær aðrar førleikar enn teir,
sum kunnu røkkast í fólkaskúlanum.
Og so hjálpir tað lítið at tosa um,
at føroyskt undirvísingartilfar er
ótíðarhóskandi og keðiligt. Føroyskar
bókaútgávur eru seinastu nógvu árini
vorðnar alt fleiri í tali, men megna
skúlarnir við avmarkaðu fíggjarorku
síni ikki at bera hesar inn um skúlagátt,
so er stórur partur av nyttuvirðinum
í hesum farin fyri skeyti. Nyttuvirði,
tí júst ein góður og sterkur bólkur av
føroyskum rithøvundum og týðarum
í eins stóran mun sum ein sterkur
skúlabókagrunnur er fortreytin fyri
góðum undirvísingaramboðum til
fólkaskúlan.
Tí er tað ein áhugaverdur tanki, sum
leiðarin á Skúlabókagrunninum enn
einaferð kom við í sjónvarpskjaki í
gjárkvøldi. Uttan at tað á nakran hátt
skal merkja eina lækkan í játtanini til
læraralønir, so eigur samsvar at vera
millum hesar og ta upphædd, sum verður
nýtt til tey amboð, ið somu lærarar skulu
nýta. So kann ágangurin móti lærarum
okkara vera nóg so harður til tíðir, men
fáa hesir ikki neyðugu amboðini, stríða
teir í mangar mátar eitt nyttuleyst stríð.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydnaskaale@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Vit hava lyndi til at hugsa,
at Fólkakirkjan í Føroyum
einans er prestarnir, men
meginparturin av kirkjuliga
arbeiðinum í Føroyum
verður gjørdur av sjálv
bodnum. Her hugsi eg um
kirkjutænarar, kirkjuráðs
limir og kirkjuligu felags
skapirnar.
Kirkjan eigur at varða
sera væl um hesi sjálv
bodnu, sum hvørja viku
gera eitt ómetaliga stórt
kirkjuligt arbeiði. Uttan
hesi hevði kirkjan verið
fátæk.
Eg vil arbeiða fyri, at vit
framhaldandi hava nógv
sjálvboðin í kirkjuliga
arbeiðinum. Vit skulu ikki
einans hava lønt fólk at
gera tænastu, men fram
haldandi kalla fólk at gera
óløntar tænastur. Á størru
plássunum eru kirkjuligu
handlingarnar tó so mikið
mangar, at har eiga kirkju
tænarar at fáa samsýning
fyri sítt arbeiði í kirkjuni.
Veri eg valdur biskupur, vil
eg ganga á odda fyri at
stuðla kirkjutænarum og
kirkjuráðslimum í tænast
uni, og vera teirra við
spælari. Skipað útbúgving/
eftirútbúgving eigur at vera
skipað til ymisku tænast
urnar.
Eg vil eisini arbeiða fyri
at styrkja samstarvið við
kirkjuligu felagsskapirnar.
Heimamissiónin, Kirkju
liga Missiónsfelagið,
KFUM, KFUK, Skótarnir
og Blái Krossur gera á
hvør sín hátt eitt sera gott,
fjølbroytt og týðandi
arbeiði í kirkjuni, serliga
millum børn og ung. Hesir
felagsskapir eiga mína
stóru virðing. Eitt skipa
samstarvsráð fyri leiðsluna
í kirkjuni og leiðslurnar í
kirkjuligu felagsskapunum
eigur at vera sett á stovn.
Nei góði harra Guttesen,
eingin orøk er til at vera
hátíðarligur í hesum máli,
men øll orsøk til at vera
firtin. Og tað er ikki bara
eg, sum eri firtin, men
helst øll 1500 fólkini í
Sandoyar sýslu og hartil
ein fittur partur av føroya
fólki. Og tað er væl grund
að.
Og tað er tí, at lands
stýrismaðurin hjá Sam
bandsflokkinum ímóti sam
gonguskjalinum sigur seg
virka fyri, at Sandoyar
tunnilin ikki verður bygdur
nú. Og hettar sigst vera
orsøkin til, at verklagslógin
herum ikki er løgd fyri
Føroya Løgting. Og eingin
saklig orsøk er fyri tí.
Meira ítøkiligur er eingin
orsøk til at vera, tí okkara
fólk føroya fólk evnar at
hugsa sjálvt. Og tey, sum
fylgja við, vita, at undan
førslurnar, sum fyrst vóru
góði búskapurin eru bert
lótir, tí nú skulu peningurin
nýtast til bleyt virðir í Tórs
havnar økinum har fíggj
armálaráðharrin stillar upp.
Hví ikki steðga onkrari
íløgu í miðøkinum???
At Sambandsflokkurin
einaferð enn steðgar
útviklinginum við at binda
oyggjarnar saman er ein
vánaligur og skeivur poli
tikkur. Vit minnast øll, tá
sambands løgmaðurin seint
í nítiárunum koyrdi lands
stýrismannin hjá sjálv
stýrisflokkinum frá, tí hann
vildi virka fyri Vágatunli
num? Men hesin kom
atlíkavæl tí vit sluppu av
við sambandsløgmannin.
Tá var grundgevingin hjá
sambandinum: ringar
fíggjarligar tíðir, nú er tað
ov góðar fíggjarligar tíðir?
Nær fer sambandi at
tora? Og hví vil sambandi
einki uttanfyri Streym og
Eysturoy?
Tá so sambandstingfor
maðurin nú vil sentralisera
alla valskipanina og harvið
spreingja samgonguna av
egnum áhugamálum við
ivasomum heimildum, ja
so er hettar aftur boð um at
styrkja ta frammanundan
sterka miðøkið í Føroyum!
Og útjaðarin verður enn
veikari.
Og tosið um ikki at
útbyggja vágaflogvøllin,
men ístaðin byrja á Glyv
urnsnesi, ber boð um tað
sama. Veit ikki, um Sam
bandsflokkurin eisini er
fyri hesum?
Teir einfaldu spurningar
nir, sum tú setur fram,
kanst tú biðja ein skúla
flokk í Tórshavn um at
svara tær upp á. Í politikki
sum í so mongum øðrum
av lívsins viðurskiftum
ræður um at kunna hugsa
og vera frammanfyri, áðr
enn tær skeivu avgerðirnar
vera tiknar. Hettar manst tú
helst eisini skilja, Trygve
Guttesen um ikki, so
gerst ikki við.
Men at billa okkum inn,
at vit fíggjarliga og búskap
arliga noyðast at lata vera
við at útbyggja samanbind
ingina av Føroyum við tunl
um, tað eru tær beru lótir
sambandslótir, tí Sambands
flokkurin eftir øllum at
døma heldur vil útbyggja í
miðføroyum, enn tann í
samgonguskjalinum
avtalaða tunnilin til eina
útoyggj Sandoynna og
harvið hálvan vegin til eina
aðra útoyggj, Suðuroynna.
Og hettast hóast øll síggja,
at menningin og útvikl
ingurin av samfelagnum er
steðgaður upp um
Skopunarfjørð.
Sandur
BIRgIR
MoHR
Sandoyartunnilin einaferð enn
Øll orsøk til at vera firtin, Trygve!
Kirkjan og tey sjálvbodnu
biskupsvalevni
UNI
NæS