Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 - 19. september 2007 13 Tá ið havhestasjúkan varð staðfest í tríatiárunum í farnu øld, góvust flest allir føroyingar við at taka havhestaungar, ið elvdu til hesa herviligu sótt. Umframt hetta eyðkenni fyri havhestin, er hann eisini heldur sjáldsamur í aðrar mátar millum okkara kendu fuglar. Hann verpur bara eittans egg um árið, og verpur ikki uppaftur um eggið verður rænt frá honum. Hann hevur eisini nærum dupult so langa tíð at klekja sítt egg samanborið við flest aðrar fuglar. Tí er hann helst eisini meira sárbarur fyri veiðu enn okkara vanligu bjargafuglar. Havhestur hevur ein livialdur um tríati ár. Um so hevði verið, at eggið ella ungin varð tikin frá sama havhesti í tríati ár, so doyði stovnurin út. Tað var stórur saknur og ikki minni missur fyri teir, ið máttu gevast við at taka havhestaungar, tá ið kunnleikin kom um sjúkuna. Hetta var dýrmettur og hollur matur. Men tá ið ringasti skelkurin hevði lagt seg, rann onkrum til hugs, at eggini mundu ikki smitta og soleiðis byrjaði skipað ræning eftir havhestaeggum eins og vanligt var at ræna lomvigaregg. Í Skúgvi varð soleiðis skipað fyri, at oyggin varð býtt í tríggjar partar: syðsta holdið, miðholdið og norðasta holdið. Húsini í bygdini vórðu eisini skipað í tríggjar partar soleiðis, at hvør visti hvar ið hann hoyrdi heima. Hesin leistur varð hildin við líka so leingi, sum manning var tøk, men tá ið fólkatalið tók at minka í stórum, kundi henda skipan ikki nýtast longur og síðan tá, hevur eingin reglulig skipan verið. Ein stuttur samandráttur við nøkrum tølum. Í tí holdinum, sum undirritaði hoyrdi til, varð tað so heppið, at vit høvdu sama sigmann - Jóannes Poulsen - líka frá fyrst í sjeyti árunum og tætt upp at nítiárunum. Hann hevur bókført eggjatalið av nærum hvørjari rók og av hvørjum sigi í øll hesi ár. Í bjørgunum vestanfyri á oynni er vanliga talan um tríggjar røkur: ovasta rók, miðrókin og niðasta rók. Vóru holdini fullmannað, varð rænt í øllum støðum. Nakað, ið tykist rættiliga áhugavert í hesum fyrr nevnda yvirliti er, hvussu eggjatalið minkaði á niðastu rók, tá ið rænt varð í fýra fylgjandi ár. Tann 22.5.1974=326 egg. Tann 24.5. 1975=305 egg. Tann 24.5.1976=276 egg og tann 23.5.1977=221 egg. Týðiliga sæst, at eggjatakið minkar á hvørjum ári, um regluliga varð rænt á hvørjum ári í sama stað. Í dag verða eingi havhestaegg rænd, men í staðin fyri verða ca. 100.000 ungar dripnir á hvørjum ári. Man stovnurin tola hesa veiðu? viðmerkingar Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Misskilt Tá vinurin Jógvan við Keldu, sum er ein gløggur maður, kann misskilja meg so púrasta, man eg hava verið óvanliga ógreiður í einum stubba, eg skrivaði herfyri, har eg royndi at siga, at Bíblian er óhóskandi sum barnabók. Annars hevur hann so sanniliga púra rætt í, at Bíblian og Koranin við vissu hava veitt mongum manni frið. Sandoyar – og Suðuroyartunnlanir hjá Birgir Mohr Góði Birgir, áhaldandi rópan og trampan í sama stað, framskundar ikki málið, tað kann bert grugga og seinka ætlanini. Men tú skal kortini hava tøkk fyri, at tú nú alment avdúkar, at tínar mongu skuldsetingar móti Magna Laksafoss og Sambandsflokkinum ikki kunnu prógvast ella svarast uppá. Spell at tú soleiðis ræðist viðkomandi spurningum, men tá er bert eftir at takka fyri dystin, sum tískil nú er endaliga lokin. Sjúrður PoulSen Dupultmoralur Setti meg týskvøldið at lurta eftir kjaki í sjónvarpi- num millum Bjarna Djurholm, landsstýrismann og Jørgen Niclasen, løgtingsmann og formaður fyri fólkaflokkin um flogvallir í Føroyum. Jørgen Niclasen vildi, sum vera mann, at flogvøllurin í Vágum skuldi útbyggjast. Tí, sum hann segði, tær 365 mió., sum hetta kom at kosta, var peningur, sum kom uttaneftir inn í samfelagið og kom soleiðis ikki at kosta føroyingum nakað. Hetta nevndi hann enntá fleiri ferðir. (Sum vit vita koma tær 365 mió. til útbygging av flogvøllinum úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar og er hetta danskir pengar). Hetta er sami tingmaður, sum fyri fáum árum síðani segði nei takk til 365 mió. árliga av donskum blokkstuðli, sum kom heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið í Føroyum til góðar og sostatt tí vanliga føroyinginum. Tá nú 365 mió. av donskum peningi standa honum í boði til flogvøllin, tekur hann glaðbeintur ímóti, tí hesir pengar geva honum góðan møguleika at tryggja sær tingsessin til eitt komandi løgtingsval. Av royndum vita vit at danskir pengar lukta ikki hjá hesum blokkfornoktarum, tá ágóðin av teimum fellur í egnan lumma. Nøkur hugarensl um havhest, nú ungaveiðan er av á hesum sinni Barnahúsið Margit tikin alment í nýtslu Orðatakið sigur, leingi er tað, ið væl skal vera. Beint nú mugu vit ásanna, at so er. Sjálvt um stovnurin er nýggjur, so hevur hann longu nú eina langa søgu, sum vísir, at tað serliga eru kvinnurnar, ið hava stríðst fyri at gera hetta til veru- leika, men nú kunnu vit siga, at hesin parturin hevur fingið ein góðan enda, happy end, og nú byrjar ein nýggjur partur. Góðir karmar, góð starvsfólk Í dag gleðast vit um hetta prýðiliga hús. Kommunan hevur hervið skapað sera góðar karmar. Góðir karm- ar eru neyðugir, men ikki nóg mikið í sær sjálvum. Starvsfólk og leiðsla eru tey, ið nú skulu fáa hendan stovnin at virka so væl, sum gjørligt, soleiðis at brúkarin – børn og foreldur – veruliga kenna, at tey hava fingið eitt gott tilboð í allar mátar. Hetta setir stór krøv til tykkum, men eg ivist ikki í, at tit fara at gera tykkara besta, tí at tit eru útvald til tykkara starv millum fleiri umsøkjarar. Samfelagsmynstrið broytt Mær nýtist ikki at fara so langt aftur í tíðina, har tað var heilt vanligt, at mamm- an ansaði sínum børnum heima, men í dag er øðr- vísi. Flest øllum familjum tørvar tvær inntøkur, og tí er tørvurin á ansingar- plássum vaksin sera skjótt seinastu árini. Samfelags- mynstrið er eisini broytt, og tað er nú eingin sjálv- fylgja, at annað foreldrið er heima, tí samfelagið hevur brúk fyri øllum arbeiðsførum hondum, í hvussu so er, sum gongdin er í dag. Lat meg eisini sláa fast, at dagsins barnafamiljur ikki bara hava krav upp á barnaansing, men eiga at krevja eitt gott alment tilboð, ið mennir barnið í góðum samstarvi við heimið. Eitt gott tilboð skal borga fyri sosialu og intellektuellu menning barnsins. Og tí mugu vit eisini stremba eftir at útbúgva so nógv fakfólk innan økið sum møguligt. Børnini eiga sín part av skattainntøkuni Peningarenslið í dagsins samfelag rullar skjótt. Land og kommunur fáa nógvan pening í kassan, og tí er tað ikki meir enn rímiligt, at børnini fáa sín part, men vit eiga at minnast til, at tað er eisini í verri tíðum, at sosialu skipanirnar skulu virka m.a. børnunum at frama. Fleiri nýbyggingar Vit hesum barnagarðinum er tað gleðiliga hent, at bíðilistin til ansingarpláss í Klaksvíkar Kommunu í løtuni stendur á 0, altso eingi børn og foreldur í bíðistøðu. Hetta kemst eisini av, at árgangurin, ið fór í 1. flokk í ár var serliga stórur og gav rúm fyri nógvum at koma inn í skipanina. Hóast tað eiga vit ikki at steðga við nýbyggingum nú, men fáa ein stovn aftrat beinanveg og avvkila onkra fyribils- loysn, sum var neyðug, tá ið hon kom, men ikki kann vera varandi. Nú roynir kommunan av øllum alvi at útvega nógv grundøki, og tá er ansingartrygd avgjørd neyðug og tað einasta rætta at bjóða okkara borgarum, um vit skulu gara okkum vón um at fjølgast í Klaksvík. Tær ungu barnafamilj- urnar hava nógv at hugsa um hvønn einasta dag, og tí mugu vit í góðum sam- starvi syrgja fyri, at foreld- ur og børn trívast í okkara býi, so hevur Klakvík eina bjarta framtíð. Barnaansing kommunal burturav Nevnast kann, at fyri fáum árum síðani, í ár 2000, tá barnaansingin var løgd út til kommunurnar burturav, stóðu á leið 3 mió.kr á fíggjarætlanini hjá Klaks- víkar kommunu til barna- ansing. Í komandi fíggjar- ætlan fer talið upp á 27 mió.kr. Her má sigast, at vend er komin í. Hesin peningur verður brúktur til rakstur, sum m.a. er lønir. Oman á hetta koma so íløg- urnar til bygging. Men eg vil halda, at hvør króna er væl brúkt, tí ein íløga í børnini er ein íløga í fram- tíðina. Eg fari nú at enda við at ynskja Barnahúsinum Margit, starvsfólki og børnum blíðan byr og Guðs signing. Ongi børn á bíðilista forkvinna í sosialu nevnd Klaksvíkar Býráðs jórun HøgneSen A. guttormur DjurHuuS trygvI F. gutteSen Porkeri ZAcHArIAS BecH