mikudagur 19. september 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
22
í einar 10 - 14 dagar. Tá vóru
hendurnar ógvuliga illa farnar.
Teir fingu onki vatn at vaska
sær í. Kranin bleiv stongdur, tá
teir fóru frá landi í Føroyum, tí
vatngoymslan var eisini avmark-
að. So tað teir høvdu at bloyta
fingrarnar við var at pissa í
lógvarnar.
Seinni fingu skipini vatngerara,
so mann fekk vaska sær.
Somuleiðis hjálpti tað ómetaliga
nógv uppá hendurnar, tá byrjað
varð at egna í gummihandskum.
Við nógvum skipum brúktu teir
tað, at tað varð gingið vakt og
mennirnir skiftu, arbeiddu eina
vakt á dekkinum, eina í skúrinum.
Við Vesturhavinum var tað ikki
soleiðis. Tað vóru tveir menn, sum
skiftust um at standa við rulluna
og draga frá, ein avhøvdaði, fýra
flaktu, ein ella tveir í lastini,
restin av dekkarunum stóðu
og engdu. Frívaktin lagaði seg
mest eftir, hvussu tað gekk við
dragingini, millum fýra og seks
tímar um samdøgrið.
Men sum Hargarð sigur: “Vit
vóru ungir og dámdu væl sjólívið,
og tað var eitt ómetaliga gott
samarbeiði. Tað var stórt nú at
síggja allar skipsfelagaðarnar
aftur, og at vit aftan á 40 ár
kundu taka í hendurnar á hvørjum
øðrum og gleðast saman og
minnast farna tíð, bæði til álvara
og gaman.”
Fleiri og fleiri
línubátar
So við og við komu fleiri og fleiri
línubátar. Í 1957 komu Brestir og
Beinir hjá Poul Hansen. Skipar-
arnir her vóru Júst í Túni og Eiler
Jacobsen, sum eisini komu at
skapa fiskivinnusøgu. Í 1958 kom
Vesturvón við Eivind Niclasen
sum skipara. Hesin línubáturin
kom at leggja grundarlagið til
trolaran við sama navni.
Eingin dagur til spillis
Línubátarnir høvdu eitt fast
mynstur hvat fiskiskapi viðvíkti.
Teir gjørdu vanliga tríggjar
saltfiskatúrar á sumri, og um
veturin vóru teir á ísfiskaveiðu,
har tað varð selt í Onglandi, mest
Grimsby.
Tað var drivið sera hart. Á salt-
fiskaveiðu eru søgur um, hvussu
fiskur varð koyrdur í hvørt hol. Tá
var trivnaður ikki so høgt mettur
sum í dag. Tí kundi henda, at
baðirúmið hjá manningini varð
fylt upp av saltfiski! Ein søga var
eisini um, at wc-ið varð brúkt sum
saltgoymsla. Men her hendi tað
óhapp, at partur av saltinum kom
at renna út gjøgnmum frálopið á
wc-inum!
Á ísfiskaveiðu snúði alt seg um
at koma til tann besta marknaðin
til røttu tíðina fyri at fáa best
møguligan prís fyri “kittið”, sum
var vekteindin, sum var nýtt í
Grimsby. Tí kundi tað henda, at
skiparin gjørdi av snøgt sagt at
kvetta línuna og at lata hana fara
fyri skjeyti fyri at koma fram til
røttu tíðina.
Tað fór ikki nógv tíð til spillis.
Ligið var inni stytst møguligt.
Hanus Hammer á Eiði greiður frá,
at hann fór við Vesturhavinum
Blíða 3. jóladag 1957. Á jólum
1958 hevði hann verið eina viku
heima. Tá var tað ikki vanligt
at taka sær frítúrar. Tað gjørdu
rættir menn ikki!
Skjótt eingin
trupulleiki at sleppa
við línubátum
Men skjótt gjørdist eingin trupul-
leiki at sleppa við línubátum.
Tá vit koma inn í 1960-ini koma
línubátar til landið í hópatali. Tá
vóru eisini tikin enn fleiri politisk
stig at fáa gongd á. Í 1960 vóru
teir 10, í 1961 23, í 1962 30, í
1963 48 og í 1964 58 línubátar.
Og orsøkin til, at tað ikki komu
nógv fleiri var, at ein politisk
bílegging í Belgiu av enn fleiri
línubátrum fór fyri bakka.
Hetta gav jú flestu fiskimonn-
um møguleika at sleppa við
línuskipum, um teir høvdu hug
til tess. Manningartalið var fast
26 ella har á leið, so tað er lætt
at rokna út, at her kravdist stór
manning.
So tann, sum skrivar hesar
reglur, fekk í 1962 møguleika at
sleppa við Havørnini, sum eins
og Nornagestur hjá Thorvaldi
var ein franskbygdur línubátur,
sum Weihe menninir í Søldafirði
áttu. Eg var biðin á saltfiskaveiðu
á heysti hetta ár. Roknað varð
tá eisini við at sleppa á ísfkisk.
Tað var jú isfiskaveiðan meira
enn saltfiskaveiðan, sum gav
pengarnar.
Vit fóru til Grønlands, vóru 80
dagar burtur, fingu 160 tons, sum
var umleið uppí skipið. Avrokning
var kr. 2.000 ella kr. 25 pr. dag. Tá
var ein dagløn á landi í hvussu er
omanfyri kr. 30. So sigast kann, at
í mun til stríðið var lønin sera lág.
Tað varð eisini skjótt, at tað
fór at knípa at fáa fólk. Í fyrsta
umfari hjálptist hetta við at fáa
grønlendska manning, sum var
tikin umborð, tá ið skipini kortini
veiddu undir Grønlandi. Nógvir av
hesum grønlendingum komu heim
við og blivu verandi í Føroyum.
Ein av teimum var Emanuel
Petersen, sum nógv kendu. Hann
var ofta á veg til Grønlands at
búseta seg, men endaði altíð
aftur í Føroyum, tí “jeg kan ikki
undvære Færøerne”, hóast
hansara lív í Føroyum ikki var
at misunna nøkrum. Hann doyði
eisini í Føroyum.
Móti endanum á
línubátatíðini á
saltfiskaveiðu
Tá vit so koma í miðjuna av 60-un-
um vórðu nógvir av línubátunum
bygdir um til kraftblokk, sum krav-
di munandi minni manning, og
har úrtøkan gjørdist nógv størri.
Tá vit komu inn í 70-ini vórðu
aðrir umbygdir til ídnaðarfisk, har
tað kravdist enn færri fólk.
Tá vit komu inn í 90-ini,
sveik høvuðsgrundarlagið fyri
veiðu við línuskipum, nevniliga
Flemish Cap, so tann gamla
saltfiskaveiðan fór í søguna.
Men enn hava vit so nakrar av
gomlu línubátunum, sum burturav
eru á ísfiskaveiðu. Fyrstu árini var
ísfiskur stórt sæð bert landaður í
Bretland. Men so hvørt sum flaka-
vinnan varð útbygd, fóru skipini at
landa á Føroyum. Teir hava eisini
verið grundarlagið fyri føroysku
flakavirkini.
Sum við so mongum øðrum
er lívið og tøknin við línubátum
eisini nógv broytt. At egna hev-
ur altíð verið roknað sum eitt
møðsamt arbeiði. Tí var egningar-
maskina ein dreymur, sum tey
fægstu tó trúu uppá. Men hon
gjørdist veruleiki í 70-unum, og
lætti hetta nógv um. Tá slapst av
við stamparnar. Tá ið línubátarnir
komu var ein manning uppá
26 roknað sum neyðug, eisini á
ísfiskaveiðu. Nú er hon umleið
ein helvt av hesum. Afturat hes-
um ganga menn við línubátum
tveyskiftisvakt. Hetta merkir alt,
at bæði arbeiðsumstøður og inn-
tøkur eru munandi betri í dag.
Komandi partur
Í komandi og næstseinasta parti
av hesi røð, fara vit at hoyra
meira um beiggjarnar hjá Tórhalli,
eins og vit fara at hava ítøkiligu
søguna hjá fyrsta stállínuskipinum
Vesturhavið Blíða.
Teir flekja umborð á Brestir
Júst í Túni á brúnni
Johan Christiansen var eisini
ein av teimum fyrstu við
stállínuskipum. Hann tók og
tekur enn nógvar myndir, og hann
eigur nógvar í bókini um Júst
Soleiðis stóðu menn og egndu í egningarskúrinum
Brestir flaggskrýddur í 1957