mikudagur 19. september 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 • 19. september 2007
MIÐvIkaN
21
Henda frásøgnin um Tórhall og
hansara ætt er fyrst og fremst
søgan um húkamenn. Teir hava
róð út. Teir hava verið við størri
skipum, og teir hava verið við
stállínuskipum. Tí eru teir ein
partur av hesum partinum av
okkara fiskiveiðusøgu, sum tað í
veruleikanum ikki er nógv skrivað
um.
Eg havi sjálvur í FF-blaðnum
savnað nakað nógv av tilfari um teir
ymisku tættirnar í fiskiskapinum.
Fyrst í 2003 gjørdist eitt frálíkt
høvi til at skriva nakað um línu-
bátasøguna, tá ið skipað varð
fyri samkomu fyri menn, sum
høvdu verið við Vesturhavinum
Blíða. Hann var jú tann fyrsti
stállínubáturin, sum kom til Før-
oyar. Hetta var seinast í 1956.
Tá varð greitt frá forsøguni til
línuskipini, eins og tað varð greitt
frá lívinum við Vesturhavinum,
sum samstundis stórt sæð er
frágreiðing um lívið við øllum
hinum línuskipunum.
Henda frásøgnin kemur í
tveimum pørtum.
Kravið um
endurnýgging av
fiskiskipaflotanum
Um vit fara aftur til fyrrapartin av
50-unum, var føroyski fiskiflotin í
einum vánaligum standi. Aftaná
kríggið høvdu vit fingið ein hóp
av gomlum koltrolarum, serliga
út Bretlandi. Hesir høvdu skapað
framburð fyrstu tíðina. Men sum
frá leið versnaðu tíðir og umstøð-
ur, og teir flestu fóru á húsagang
og vórðu seldir sum gamalt jarn.
Eftir vóru sera fá góð skip.
Meginparturin av flotanum var
gamlar sluppir, sum illa kundu
geva fiskimonnum eina brúkiliga
úrtøku. Hetta var ikki minst
undirstrikað av teimum stóru
verkføllunum hjá fiskimonnum,
serliga í 1953 og 1954.
Slagorðið og kravið var “end-
urnýgging av fiskiflotanum”.
Samstundis fór ein stórur partur
av føroyskum fiskimonnum til
Íslands at fiska. Íslendingum
tørvaðu fiskimenn, og føroyingum
tørvaðu skip. Hesir tørvir hóskaði
væl saman, og vit kundu loysa
trupulleikar hjá hvørjum øðrum.
Tískil vóru upp til 1.400 føroyskir
fiskimenn árliga í Íslandi í 50-
unum.
Hetta kundi tó bert vera ein
bráðfeingis loysn. Føroyskir
fiskimenn máttu fáa egin skip
at fara við, og her máttu takast
politisk stig. Hetta varð gjørt við
í 1955 at seta á stovn Færøernes
Realkreditinstitut, Realurin, sum
skuldi veita fígging til ein nýggjan
fiskiflota.
Samstundis varð gjørd ein
stuðulsskipan, soleiðis, at tað
almenna lat 20% í studningi til
bygging av nýggjum skipum.
Eitt úrslit av hesum var, at vit í
fyrsta umfari fingu brúktar, men
góðar trolarar. Ein tann kendasti
av hesum mundi vera Fiskanes.
Stig til at byggja
línuskip
Men so tóku Højgardsmenninir
á Toftum stig til at byggja eitt
línuskip, og var hetta Vesturhavið
Blíða, sum kom til Føroya um
jóltíðir í 1956. Hetta var byrjanin
til “línubátaepokuna” her á landi.
Hjá teimum fiskimonnum,
sum høvdu verið við slupp, var
Vesturhavið Blíða villasta luksus,
sum hugsast kundi. Umborð á
sluppunum kundu búgva upp til
12 mans í lugarinum. Her var
eisini matgjørt og etið. Matgerðin
fór fram á kolkomfýri. “Sanitera”
útgerðin var eingin. WC var ein
spann ella sjálv hekkan.
Nú vóru ikki fleiri enn 4 til 6
mans í hvørjum kamari. Teir 18
dekkararnir búðu har frammi í
fýra kømurum. Teir høvdu eisini
eitt felags wc og baðirúm. Yvir-
menninir búðu har afturi undir
nakað betri umstøðum. Har vóru 7
mans til eitt wc.
Etið var í eini nossligari messu
har afturi, og matgjørt varð í eini
serligari gallu við allari nútímans
útgerð.
Av aðrari ævintýrkendari útgerð
var sjálvstýrari. Tað gamla var, at
menn skiftust um at ganga róður-
tørn eina tíma í senn. Nú kundu
menn síggja, hvussu rattið av sær
sjálvum snaraði aftur og fram.
Tað var sett til ein motor, sum
buldraði hvørja ferð, hann fór í
gongd. Tí var hann av manningini
kallaður “tarvurin”.
Og so hevði skipið radara,
so tað kundi “síggjast” nógvar
fjórðingar fram, sjálvt í tjúkkasta
mjørka. Tað verður sagt, at reið-
arin ikki hevði hug at nýta ta stóru
upphædd, sum tá var talan um, til
slíkt “luksus”. Men skiparin segði,
at vildi reiðarin ikki, so skuldi
hann sjálvur gjalda fyri radaran.
So langt kom tað ikki.
Men einki fæst fyri einki.
Prísurin fyri ein slíkan línubát
kundi fáa fólk at øtast. Hann
var úti ímóti eini heilari millión!
Samstundis sum ein “góð” slupp
kundi keypast fyri kr. 60.000!
Dreymur at sleppa
við línuskipi
Tað var sjálvsagt ein dreymur hjá
einum og hvørjum fiskimanni, ikki
minst teimum ungu, at sleppa
við einum línubáti. Men hetta
var ikki hvørjum manni beskorið.
Tí ein ella bert fáir av hesum
bátum gjørdi lítlan mun, tørvurin
var jú stórur. Og tað vóru bert
teir útvaldu, sum kundu fáa ein
slíkan kjans sum hendan. Og teir,
sum sluppu við, vóru mettir sum
“hetjur” í síni bygd. At hugsa sær
at sleppa við stállínubáti!
Her skal til stuttleika sigast frá,
hvussu Osmundur Justinussen,
sum er lorvíkingur, hevur upplivað
hetta. Eitt kvøldið bankar uppá,
og Jákup Andreas stendur í hurð-
ini. Ørindini hjá honum var at fáa
pápa Osmund, Tummas í Garði -
teir kendust væl - at seta seg yvir
um til Klaksvíkar, hagani hann
skuldi fara við skipi til Noregs
í samband við byggingina av
Vesturhavinum Blíða. Osmundur,
sum tá var 14-15 ára gamal, bøn-
aði pápa sín um at biðja Jákup
Andreas lova honum við sum
kokkadrong!
Stór framstig, men...
Víst vóru línubátarnir stór fram-
stig, men Vesturhavið Blíða var jú
tann fyrsti av nógvum línuskipum.
Her vóru vansar, sum vóru rætt-
aðir seinni.
Hargarð Tvørfoss úr Norðragøtu
var ein av teimum hepnu, sum
slapp við Vesturhavinum. Hann
minnist væl fyrsta túrin hann var
við Vesturhavinum. Teir fóru til
Ný Foundland, yvir á Flemish Cap.
Skipið hevði bara frostgoymslu
til 12 tons av agni, so teir máttu
hava ein heilan kubba í lastini til
agn. Tá ið teir so vóru komnir til
fiskarí, var agnið í lastini longu
byrjað at blotna. Hetta agnið
mátti brúkast fyrst, áðrenn sett
varð á frystilastina. Teir stóðu og
egndu upptinaðan høgguslokk
Línubátatíðin
Viðhvørt snellaðu teir eisini í Grønlandi við línuskipunum
Hetta er mynd frá 1958/59 av manningini á Norðstjørnuni
Í stýrihúsinum frá vinstru: Thorvald Andreassen og Jóannis Hermansen,
Hósvík
Aftur ímóti stýrihúsinum: Johannes Hansen, Haldarsvík, Steintór
Djurhuus, Dalur, Hilmar Hansen, Jógvan Hermansen, Sámal Weihe.
Miðraðið: Hans Martin Viderø, Bjarni Rein, Herluf Johannesen, Jens
Petur Johannesen, Gustav Viderø, Hendrik Vík
Fremst: Magnus Olsen, Johan Johannesen, Laurits Vang, Hans Andor
Jacobsen, Samson Poulsen
Línan verður drigin umborð á Beinir undir New Foundlandi