mikudagur 19. september 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
20
nr. 181 • 19. september 2007
eitt tað størsta trolarareiðarí í
Aberdeen.
Eg spurdi so, hví rokningin
var blivin dupult so stór, sum
tilboð teirra var. Hann royndi at
umbera seg við, at ymiskt var
komið afturat arbeiðnum. Eg
segði, at arbeiðið var mett av
einum manni, sum var serkønur
á økinum, og vit høvdu góðkent
hansara tilboð. Vit tosaðu so
aftur og fram um hesa rokning og
fyri at gera ein langa søgu stutta,
so varð rokningin hjá Thorvald
broytt aftur til 1.250 pund. Slíkar
hendingar vóru ikki ókendar, og
tað var okkara uppgáva at hjálpa
skipum, sum komu í eina slíka
støðu. Ein kann væl hugsa sær,
hvør lætti ein slík hjálp merkti hjá
Thorvaldi. Upphæddirnar høvdu
í dag verið minst 20 ferðir so
stórar.
Gott at hava gott orð
á sær
Eg kann skoyta uppí eina søgu um
Thorvald:
Eina ferð eitt heysti koma vit
inn í Íslandi við Norðstjørnini at
fáa agn. Tað var agntrot í Íslandi
tá. Vit koma inn á Bakkafjørðin og
fara at tosa við Kaupfelagsstjóran
um at fáa agn. Nei, tað var púra
eingin møguleiki fyri at fáa agn.
So spurdi hann eftir Andrassi
gamla og Andrias. Tá segði
Thorvald, at tað var abbi og pápi
hansara. Tá vísti tað seg, at teir
høvdu verið so grúliga væl. Hesin
hevði verið motorpassari hjá
pápa øll árini. Pápi róði jú nógv
út í Íslandi. Hann var eini átta ár
í Íslandi, har hann var formaður
á einum báti, sum kallaðist
Bergtóra.
Tá var knappliga eingin trupul
leiki. Vit fingu tvey tons av agni,
og tað bjargaði okkum túrin.
Soleiðis kann tað gangast, tá ið
ein gerst væl við fólk.
Alfred var spagliður
og sterkur
Alfred var tann elsti av beiggju
nunm, og tann einasti sum ikki
giftist. Hann kom tískil at búgva
alla sína tíð í barndómsheiminum.
Higar kom systkin og yngra
ættarliðið at ferðast, og Tórun
hjá Wolfang tekur til hugnan,
sum var at koma norður hagar.
Alfred var ein so spakligur og
sterkur maður. Hann var altíð so
góður við børnini. Tey minnast,
tá ið allur riðilin kom norður, og
tá ið Alfred fór at buka fisk til
gestirnar. Tað var ein rættilig
teggja.
Alfred fór eisini til sjós eins og
vit aðrir. Hann fekk eina buldruta
byrjan til skips. Hann fór við
Cathrinu hjá Sofus í Rituvík í
1928, pápi var eisini við. Hetta
várið fóru nógv skip tíðliga at
rigga til at fara á Suðurlandið, tey
fyrstu skipini fóru avstað í februar
mánað.
Ein dagin, hetta var 17. mars,
stóðu teir við snøri á Selv
ogsbankanum.
Tað var ikki so nógv kenn beint
tá. Pápi sigur við Alfred: ”Far og
legg teg eina løtu”. Tað vildi hann
kortini ikki.
Tá høvdu teir sæð roykin av
einum skipi langt burtur. So
kemur ein íslendingur úr lugar
inum. Hann sær nú roykin av
trolaranum og sigur: ”Hesin
trolarin verður okkum at bana”.
Hetta sigur hann, hóast trolarin
framvegis var langt burtur. Hann
kemur nærri og hevur kós beint
ímóti teimum. Teir royna at gera
vart við seg á ymiskan hátt, men
kósin er tann sama. Tað endar
við, at trolarin siglir beint á
teir. Cathrina fer so illa, at hon
beinanvegin fer at søkka.
Tað var so heppið, at veðrið var
so gott, at teir fingu lopið beint
umborð á trolaran. Pápi var nokk
triði síðstur sum leyp. Hann vildi
ikki fara av skipinum, fyrr enn
Alfred var farin. Tann seinasti
sum leyp var Hans Martin, sum
var pápabeiggi Rigmor, konu
mína.
Tað sum bagdi var, at róðurs
maðurin var sovnaður. Skiparin
leyp aftur á brúnna. Tá var hann
vaknaður við kaldan dreym!
Trolarin var enskur, og hann
kallaðist Soranus. Hann var á
heimveg við fullari last. Hann
vildi sleppa at seta manningina
av í Føroyum á leiðini heim.
Hetta vildi Sofus, skiparin, ikki,
og hann bað um at farið varð á
Reykjavík við manningini. Her
var sjóforhoyr, og bretski skiparin
átók sær alla ábyrgdina.
Alfred var við Dagny sum
motorpassari. Hann sigldi eisini
undir krígnum. Eitt av skipunum,
hann var við, var Phebe.
Eg minnist, tá ið Kyrjasteinur
kom í 1937, tá var hann 2. meist
ari. Kyrjasteinur var nýbygningur
hjá Jacob Haraldsen í Fuglafirði,
tað var ikki hissini kjansur at
sleppa við honum.
Alfred átti sum sagt skip saman
við Thorvald, og hann sigldi tískil
eisini nógv saman við honum.
Seinni árini fekst Alfred við al
ing saman við Edmund Joensen.
Ingolvur forlisti fýra
ferðir
Sum ungur drongur fór Ingolvur
eins og eg sjálvur til Íslands,
hann fór at arbeiða á einum
bóndagarði. Aftaná tað fór hann
við Norðstjørnini hjá Thorvaldi
eins og teir flestu beiggjarnir.
Ingolf gjørdist ein sera ungur
skipari. Fyrsta skip hann førdi
var Norðlýsið, sum nu siglir við
ferðafólki. Karl Jensen í Kollafirði
var reiðari.
Hann var eisini við Havfrúnni
vanlukkutúrin, sum vit hava greitt
frá. Aftaná kom hann heilar
tríggjar ferðir afturat at vera við í
forlissi.
Hann var skipari á Fame, og
hann var tann seinasti, sum hevði
samband við Stella Argus seinast
í oktober 1957, áðrenn hon hvarv.
Hann var eisini við Fame, tá
ið hon sakk í Grønlandi 1959.
Teir lógu og drógu í mjørka. Teir
fáa enda og fara at sigla eftir
miðjurúmi. Tá hendir tað, at teir
sigla á eitt ísfjall, og skipið fer
at leka. Tíbetur var eitt norskt
línuskip nærindis. Veðrið var so
gott, at norska skipið kundi leggja
at Fame, og manningin kundi fara
beinleiðis umborð.
Ingolvur var skipari á norska
skipinum Flemsøy á sildaveiðu við
gørnum í 1959.
Í 1969 var Ingolvur farin eitt ørin
di yvir um Sundið við árabáti. Tá
ið hann kom yvir um aftur kom ein
hvirla, sum koppaði bátin, soleiðis
at Ingolvur fekk bátin yvir seg.
Hann var tó so heppin, at hann
fekk fast í einum bekki. Hann
fekk hildið sær fast, inntil báturin
rak inn í fjøruna, og hann fekk
bjargað sær uppá land. Tá var
hann sera illa fyri. Sigga, kona
hansara, sá allan tilburðin úr
vindeyganum. Hon sá bátin reka
á land og fór rennandi hagar, men
møtti Ingolv á veg til hús.
Ingolf var eisini ein av teim
um, sum gjørdi vart við seg í
línubátatíðini. Hann førdi fyrst
Ólav Hvíta, sum hoyrdi heima í
Skopun. Síðan førdi hann í nógv
ár Sundabúgvan, sum hoyrdi
heima í Hvalvík. Hann fiskaði alla
sína tíð sera væl.
Hann legðist uppá land í 1972.
Tá fekk hann sær arbeiði á landi,
og var annars á floti, tá ið høvi
beyðst.
Eina fjórðu ferð, hetta var í
1977, varð Ingolf sera nær við at
doyggja á sjónum. Hann var farin
á Norðhavið saman við tveimum
øðrum. Teir liggja og snella, fitt
var at fáa. Hetta var í teirri tíðini,
tá skip fingu sær sjálvstýrara,
og tí kanska vóru minni ansin at
hyggja eftir, hvussu tað varð siglt.
Knappliga síggja teir ein stóran
útróðrarbát koma beint ímóti sær.
Teir royna at gera vart við seg,
men eingin umborð á hinum skip
inum letst um vón. Tað brestir, og
alt í einum liggja allir tríggir mans
í sjónum. Ingolvur hevði fingið
fatur í stroppin á eini boyu, sum
helt honum uppi. Útróðrarbáturin
vendi so skjótt hann kundi, og
hinir mennir í sjónum biðja teir
taka Ingolv upp fyrst, tí hann
hevði høvdið niðri í sjónum. Ta
ferðina var Ingolf leingi sjúkur,
men kom tó fyri seg aftur.
Ingolvur og Sigga fingu sjey
børn. Tríggjar gentur og fýra
dreingir, sum allir hava verið á
sjónum. Hann doyði fyrr í ár.
Manningin á Cathrinu í 1928 í Reykjavík, helst eftir at teir eru niðursigldir. Andrias og Alfred vóru við
1. Niclas Johannesen, 2. bestimaður, Nes
2. Hans Sigurd Joensen, Skúvoy
3. Klæmint Poulsen, -
4. Óla Jákup Joensen,-
5. Hans Martin Rasmussen, Norðskála
6. Jóan Jákup Poulsen, Skúvoy
7. Meinhard Joensen,-
8. Hans Dam, Havn
9. Hans Jákup Arge, Argir
10. Andreas Johannesen, Nes
11. Andreas Andreassen, Oyrabakki
12. Alfred Andreassen, -
13. Dánjal Arge, Argir
14. Edvard Gjoveraa, í Lánni, Havn
15. Sofus Højgaard, skipari, Havn
16. Hans Anthoniussen, kokkur, Morskranes
17. Símun Johannesen, Nes
18. Hans Michael Djurhuus, Selatrað
Á myndini vænta: Einar Einarsson, Rituvík, Johan Hendrik Poulsen, Skúvoy og Johan Højgaard, sonur
skiparan