Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-09-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. september 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Partur 8 Sum nevnt vóru vit átta brøður, og eru fleiri teirra nevndir í hesi frásøgn. Ein beiggi Sigtór doyði ungur av einum viðføddum hjartafeili, men hinir blivu allir sjómenn, og skal eg nevna eitt sindur um hvønn teirra: Thorvald var undangongumaður Eg sigldi nógv við Thorvald, tí er hann longu nokk so nógv umrødd­ ur, men tað sum annars kann sigast um hann er: Thorvald fór fyrstu ferð til skips í 1930 við Coraliu, har Mortan í Hvannasundi var skipari. Frá 1930 til hann fer á skipara­ skúla í 1942 er hann millum annað við Maritanu, ið Óla Hans Olsen í Gøtu førdi, Dagny, Polarbjørn, sum Thorvald Hjelm í Vági førdi, við Steady, Grottanum og Normanner. Undir krígnum hevði Thorvald verið við Milly, og var farin við einum øðrum skipi. Tá ið hann kom aftur við hesum skipinum, skuldu hann fara við aftur Milly, men hesin skiparin vildu ikki lata hann fara. Hetta bjargaði hansara lívi, tí Milly kom ikki aftur. Alfred og Thorvald keyptu í 1952 Norðstjørnina frá Uvak, sum fór á húsagang við Sjóvinnu­ bankaskrællinum, sum tá var. Thorvald førdi hana í eini 10 ár, fiskaði sild um heystarnar, ísfisk um vetrarnar, og hann gjørdist ein av slóðbrótarunum í saltfiskalínuveiðuni í Grønlandi. Thorvald var eisini slóðbrótari á einum øðrum øki. Longu í 1953 settu teir radara í Norðstjørnuna, sum fyrsta skip í flotanum, burtur­ sæð frá onkrum av teimum stóru trolarunum, sum longu hevði radara, tá ið hann kom til landið. Hendan fiskiskap helt hann áfram við, tá ið teir høvdu latið stállínuskipið Nornagest byggja í Fraklandi 1961. Thorvald førdi Nornagest, til teir seldu hann í 1973. Tað var sera sárt hjá Thorvaldi at lata Norðstjørnina frá sær, og hann treytaði sær at skipið í hvussu er ikki skuldi blíva verandi í Havn eftir eina sølu. Hann ork­ aði ikki at hava tað fyri eyguni, eftir at hann hevði latið tað frá sær. Hon varð seinni søkt. Thorvald fekk eisini heiðurs­ tekin frá Føroya Landsstýri, har tað stendur: Thorvald doyði knappliga 5. mars 1975, 59 ára gamal. Hann var tá beint heimkomin av ferð við Hvítubjørn, sum var ein skonn­ art hjá Kjartan Mohr, við farmi úr Danmark Leif Wagstein skrivaði millum annað í minningarorðum um Thorvald: ”Sum skipari hevði hann tað orð á sær, at hann var framúr góður sjómaður, og hann var fiskiskipari millum teir bestu. Í Grønlandi var hann meinkunn­ ugur. Sagt varð um hann, tá ið hann fór gjøgnum skergarðin har suðuri í Grønlandi, at har sum Thorvald sigldi undan, var einki at aftra seg við at leggja aftaná. At hann legði nógv fyri vistu vit allir, men teir sum sigldu við honum høvdu bert lovorð um Thorvald sum skipara”. Frásøgn hjá Sofus Poulsen Ein, sum kendi væl Thorvald, er Sofus Poulsen, sum var í Aber­ deen alla ta tíð Thorvald sigldi hagar. Sofus hevur hesa frásøgn um Thorvald: Ikki var tað altíð líka lætt at eiga skip, umvælingar vóru ofta dýrar. Eina ferð landaði Thorvald í Aberdeen við Norðstjørnuni og neyðugt var at fáa umvælt motorin. Fóðringarnar skuldu skiftast út og okkurt annað var eisini. Eg hjálpti honum at fáa tilboð uppá arbeiðið og fingu vit eitt frá Wood and Davidson Engineers. Tað ljóðaði uppá 1.250 pund sterling fyri nýggjar fóðringar við meira, og hetta góðkendi Thorvald. Teir gjørdu so arbeiðið, og alt var ílagi. Men tá ið rokningin kom til umboðsmann hansara Alex Whyte, var hon ikki sambært tilboð teirra. Eg hitti Thorvald tann fyrrapartin, og hann sigur við meg: "Sofus, nú er verri skil.” Eg spurdi hann hví, jú hann hevði fingið rokningina fyri arbeiðið, og hon ljóðaði uppá 2.500 pund sterling ella dupult so nógv, sum hann hevði góðkent. Eg bjóðaði honum so heim til døgurða og ringdi til Nessie, konuna, at siga, at Thorvald kom heim við mær. Samstundis ringdi eg til Wood and Davidson at biðja um fund við stjóran, sum eg tosaði við og avtalað varð, at vit skuldu koma oman hagar kl 14. Aftaná ein góðan døgurða fóru vit so oman at hitta John Wood. Hann var pápi heimskenda Ian Wood, sum er aðalstjóri hjá størsta felagnum í Skotlandi, sum veitir flest øllum oljufeløgum veitingar í um 40 londum. Tað eru túsundir av fólki í tænastu hjá feløgum teirra, Wood Group. Ian kendi eg frá ungum árum, tá ið hann kom í starv at hjálpa pápanum. Teir høvdu eisini seinni Beiggjarnir vóru óførir Tey vóru 14 systkin heima hjá Tótu og And­ rias. Øll hava tey havt sína søgu. Søgan hjá Tórhalli er fyri ein stóran part eisini meira og minni søgan hjá teimum øllum. Serliga kann sigast, ar hetta er galdandi fyri beiggjarnar, sum hava verið til sjós. Tí koma vit í teimum pørtum, sum eru eftir, fyrst at koma inn á beiggjarnar og síðan eisini inn á systrarnar. Hjá ongum teirra er søgan fullkom­ in. Men tað fer so at bera til seinni at taka tað við, sum kann leggjast afturat Brøðurnir Thorvald t.v. og Kaysten Andreassen Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo F.v. brøðurnir Hjalgrim, Ingolvur, Tórhallur og Wolfang Andreassen Norðstjørnan, sum er fremsta ímyndin av Thorvaldi Andreassen og hansara brøðrum Tórhallur Andreassen: Heiðurstekin fyri hús og heim til harra Thorvald Andreassen skipara á Norðstjørnuni TN 131 fyri í 1958 at hava flutt stóra og væl hagreidda veiðu til landa.